Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. oktober 2017 · Nr. 115 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Leygardagin tekur føroyska landsliðið móti Lettlandi á Tórs­vølli. Eftir dystin gongur leið­in til Budapest, har Ungarn tekur ímóti. Í báðum før­um er talan um lið, sum Før­oy­ar hevur klárað seg væl ímóti í seinastuni. Føroyar vunnu útidystin móti Lettlandi 2-0, meðan vit í hesi undankappingini hava spælt málleysan javnleik móti Ungarn. Umframt tað, so taptu vit 1-0 og 2-1 í farnu undankapping, har serliga tapið í Budapest smakkaði illa. Føroyar komu á odda og okkara blivu snýttir fyri brots­spark. Hóast Brandur Hendriks­ son Olsen ikki er klárur aft­ur, meðan Sonni Ragnar Natte­ stad ikki hevur spælt á besta liðnum enn og Jóan Símun Edmundsson ikki hevur rakt formin eftir summarsteðgin, so er talan um eitt gott før­ oyskt landslið, sum er væl fyri. Menn sum Odmar Færø, Rógvi Baldvinsson, Gilli Rólants­son, Róaldur Jakob­ sen, René Shaki Joensen og Patrik Johannesen hava bjóð­að seg fram. Lars Olsen hev­ur fleiri spælarar at velja í millum og fleiri hava prógv­ að, at teir eru til reiðar. Málverjar: Gunnar Nielsen (FH, Ísland) Er sum altíð fyrsta val í mill­um stengurnar hjá før­ oyska landsliðnum. FH bleiv í ár nummar trý í ís­landsku deildini, so talan verð­ur ikki um Champions League fót­ bólt kom­andi kap­p­ingar­ár. Havnar­mað­urin hevur tó fingið væl av royndum í ár, tí liðið hevur bæði spælt Champions League og Europa League fótbólt í ár, men tað rakk akkurát ikki til bólkaspælið. Gunnar Nielsen er væl fyri í løtuni og spælir nógv. Tí er hann eisini í dystarvenjing og gjarna væl fyri til dystir­ nar móti Lettlandi og Ungarn. Teitur M. Gestsson (HB) Er annað val hesa ferð, tí Símun Rógvi Hansen er skadd­ur. Hevur spælt væl í seinastuni og tykist hava funn­ið form so smátt, eftir at hann fyri nøkrum árum síðani var væl fyri. Ger tey løttu tingi væl, men í mun til fyrr mangla stóru bjarg­ ingarnar. Tað kann hinvegin eins væl verða, at tað er HB sum bara er tað verri í løtuni. Trygvi Askham (EB/Streymur) Er við á fyrsta sinni, eftir eitt gott kappingarár fyri EB/Streym. Hann hevur spælt væl og fær nógv rós, men hevur eisini havt sínar minni góðu løtur. Hev­ ur staðið aftanfyri onkr­ ar av hinum í røðini, men eitt heilt kappingarár í máli­num hjá EB/Streymi hev­ur givið málverjanum nógv. Lars Olsen helt fyri, at hann hevur víst góðan hug­burð og atburð, tá hann hevur verið ífylla til eitt nú vetrarvenjingar. Tað kann loysa seg. Verjan: Atli Gregersen (Víkingur) Er liðskipari og ein týdn­ ingar­mikil liður á føroyska lands­liðnum. Er í løtuni í holt við at vinna annað FM-heitið upp í slag við Víkingi, umframt at liðið hevur spælt fýra javnar og kappingarførar dystir í Champions League í summ­ ar. Fekk nýggjan leiklut móti Portugal og Andorra, tá Lars Olsen skifti til tríggjar í miðverjuni. Tað er óvist hvønn leiklut Atli Gregersen fær hesa ferð, tí tað er ikki vist hvussu verjan verður sett upp. Bæði Sonni Ragnar Natte­stad og Jóhan Troest David­sen eru við aftur í mun til seinast, men tað tykist bara verða ein spurningur um hvør skal spæla undir liðini á liðskiparanum. Odmar Færø (B36) Hevur verið ein tann besti spælarin í føroysku lands­ kapp­ingini í ár. Prógvaði móti bæði Portugal og Andorra, at hann er búgvin til at spæla í verjuni á landsliðnum. Bleiv vald­ur til dagsins spælara báðar dystirnar seinast. Av­ bjóðingin hjá honum er, at Sonni Ragnar Nattestad ongan­tíð hevur spælt seg av landsliðnum og tí allar­helst fær møguleikan. So er spurningurin um vit spæla við fleiri í verjuni, ella um Lars Olsen velur ikki at brúka Sonna Ragnar Natte­ stad, ið hevur verið lang­ tíðarskaddur, báðar dystir­ nar. Væntandi kemur Odmar Færø at spæla onkran leiklut. Rógvi Baldvinsson (Bryne, Noreg) Spældi seg eisini á liðið í teim­um báðum seinastu dystun­um, har hann eisini prógv­ar, at hann hevur eina góða málnøs. Hann skoraði móti Portugal og skuldi eisini havt skorað móti Andorra, men stútarin brast í vøllin og fór uppum. Er eisini raktur av, at Sonni Ragnar Nattestad er við aftur. Teir eru báðir lám­ir, so skuldi Lars Olsen valt tríggjar í miðverjuna, er R ó g v i Baldvinsson í størri vanda enn Odmar Færø. Ilt at ímynda sær, at Rógvi Baldvins­son ikki spælir nakr­an leiklut komandi dystir­nar. Jónas Tór Næs (ÍBV, Ísland) Hevur júst spælt eitt fult kapp­ingarár í íslandska ÍBV, sum er steypavinnari og hóraði undan í niður­flyt­ ingar­stríðnum. Spældi bæði móti Portugal og Andorra og orkan var ikki ein trupulleiki. Leggur nógv fyri og landsliðsvenjarin hevur stórt álitið á høgra bakki­ num, sum tó hevur trupul­ leikar í framrættaða spæli­ num. Hann tykist tryggur í sessi­num sum høgri bakkur til báðar dystirnar. Viljormur Davidsen (Vejle, Danmark) Vinstri bakkurin spælur fast á liðnum hjá Vejle og spældi eisini báðar dystirnar seinast. Stóð í løtum sterkur í myndini, tí hann er góður á bóltinum, men í løtum saknar tú eisini ett sindur av øði og endaprodukti. Hann er tann meiri framrættaði bakk­urin, men tað sæst ikki nóg oftan aftur í hinum enda­num. Spælir heilt víst ein stóran leiklut, men kann eisini fáa ein skáa frá Ára M. Jónsson, sum aftur er á lands­liðnum. Sonni Ragnar Nattestad (Molde BK, Noreg) Stóri og sterki miðvingurin er aftur á landsliðnum, eft­ ir at hann tíðliga í ár sleit hælsinina. Hann hevur spælt á eykaliðnum, men er ikki sloppin framat á besta lið­ num enn. Lars Olsen helt fyri á tíðindafundinum, at tað FÓTBÓLTUR Føroyska fótbóltslandsliðið er væl fyri undan uppgávunum móti Lettlandi og Ungarn. Sonni Ragnar Nattestad og Hallur Hansson eru aftur á landsliðnum, meðan aðrir hava tikið av møguleikanum. Fleiri av útisetunum vísa eisini tenn FØROYSKA LANDSLIÐIÐ ER VÆL FYRI Støðumeting av landsliðnum: