týsdagur 3. oktober 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mikudagur 4. oktober 2017 · Nr. 115
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
er sannlíkt at miðverjin ikki
spælir báðar dystirnar á tamb.
Orsøkin er, at landsliðs
venjarin ynskir at ansa eftir
miðverjanum, so hann ikki
aftur blívur skaddur. Sann
líkt er at Sonni Ragnar Natte
stad er fyrsta val við síðuna
av Atla Gregersen, men tað
er eisini ein møguleiki at tað
verða tríggir í miðverjuni.
Jóhan Troest
Davidsen (HB)
Var ikki við seinast og tað
kemur at kosta honum, tí
liðskiparin er farin frá at
byrja inni í Andorra í mars
mánaði, til at verða í harðari
kapping við Odmar Færø
og Rógva Baldvinsson, sum
báðir tóku av. Tað er gleðiligt
fyri føroyska landsliðið, at
kappingin er so hørð, men
tað merkir eisini at spælarar,
sum ikki hava spælt seg av
kunnu blíva valdir frá. Tann
bólkin kemur Jóhan Troest
Davidsen í hesaferð. Óvist
hvønn leiklut liðskiparin
hjá HB fær, men Lars Olsen
nevndi hann eisini sum av
loysara á bakkunum.
Ári Mohr Jónsson (HB)
Hevur havt eitt gott kapp
ingarár á vinstra bakkinum
hjá HB, hóast tað ikki gongur
liðnum so væl í løtuni. Hann
er kropsliga væl fyri og hev
ur neyðugu orkuna at spæla
á landsliðnum. Tað hevur
eisini givið nøkur mál til
samlingina, har hann er
komin framvið.
Útlitini til spælitíð er til
staðar, men tey eru ikki so
góð. Viljormur Davidsen er
væl fyri í løtuni og spældi
báðar dystirnar seinast á
tamb.
Miðvøllurin:
Fróði Benjaminsen
(Víkingur)
Nærkast landsdysti numm
ar 100 í hvørjum. Lars Olsen
hevur so stórt álit á stríðs
manninum, at hann spælir
óiva bæði dyst nummar 93 og
94, men tað er væl hugsandi,
at hann ikki spælir báðar
dystirnar frá bryjan, ella
verður skiftur út.
Legði upp til málið móti
Andorra og tað er prógvar,
at hann hóast sín høga fót
bóltsaldur hevur eitt ella
annað, sum fleiri av hinum
ikki hava. Er ikki eins stinnur
á bóltinum sum onkrir av
hinum, men gevur aftur í
royndum og stríðsvilja.
Sølvi Vatnhamar
(Víkingur)
Eitt gott boð upp á ársins
spælara í føroyskum fótbólti
aftur í ár. Í Víkingi spælir
hann fyri tað mesta á fram
rættaða miðvøllinum, men
á landsliðnum spælir hann
á høgra vongi. Tað broytist
nokk ikki hesa ferð, tí Hallur
Hansson er við aftur.
Lars Olsen hevur einki
álit á Kaj Leo í Bartalsstovu,
so tí verður Sølvi Vatnhamar
óiva við frá byrjan til báðar
dystirnar.
Hallur Hansson (AC
Horsens, Danmark)
Ein av heilt stóru lykla
spælarunum er við aftur,
eftir at hann mátti sita uttan
fyri við skaða móti Portugal
og Andorra. Hallur Hansson
spælir aftur frá byrjan fyri
AC Horsens og tykist væl
fyri, hóast hann hevur sitið
uttanfyri í eina tíð.
Fekk ein skaða í seinasta
dystinum fyri landsliðssam
lingina, tá hann rendi saman
við spælara hjá Randers FC.
Hevur síðani boðað frá, at
tað ikki kemur at ávirka
dystirnar móti Lettlandi og
Ungarn.
Róaldur Jakobsen
(B36)
Prógvaði aftur, at hann væl
kann spæla á føroyska lands
liðnum. Líkist eisini einum
møguligum
avloysara
til
Fróða Benjaminsen, hóast
teir als ikki líkjast í spælistíli.
Hinvegin kundi tú eisini sagt,
at miðvallarin hjá B36 passar
væl inn í spælistílin hjá
føroyska landsliðnum, men
gevur ikki eins tá mótstøðu
liðið hevur bóltin. Spælir
helst onkran leiklut. Kundi
verið í fyrra dystinum, sum
er á heimavølli móti Lett
landi, har vit helst koma at
hava bóltin meiri.
René Shaki Joensen
(Grindavík, Ísland)
Spældi frá byrjan móti bæði
Portugal og Andorra og tók
av. Leitar framvegis eftir
gjøgnumbrotinum á lands
liðnum, men vónandi var
hatta byrjanini. Er avgjørt
eitt boð til uppstillingina til
báðar dystirnar, men spurn
ingurin er hvar á vøllinum.
Hevur
fingið
sjálvsálitið
aftur og longt við Grindavík.
Gilli Rólantsson (SK
Brann, Noreg)
Fekk sítt fyrsta landsliðsmál
seinast, tá hann bleiv dyst
avgerandi
móti
Andorra.
Hevði eisini góðar løtur móti
Portugal. Vónin er nú, at
hann finnur formin í Brann
á landsliðnum. Har spælir
hann fast og er millum tungu
dreingirnar á liðnum. Tað
manglar hann enn at prógva
á føroyska landsliðnum, men
endaliga gjøgnumbrotið tyk
ist verða heilt nær. Spælir
óiva báðar dystirnar.
Kaj Leo í Bartalsstovu
(ÍBV, Ísland)
Er dottin heilt úr uppstill
ingini á landsliðnum, har
Lars Olsen einki álit hevur á
bóltsnillinginum, sum eisini
bíðar eftir sínum gjøgnum
broti. Hevur spælt væl í ÍBV
ein part av árinum, men
hevur eisini sitið á bonki
num til tíðir. Manglar at vin
na sær eitt fast pláss og vísa
sítt virði.
Sær ikki út til at fáa nakr
an stóran leiklut á lands
liðnum hesa ferð, tá eitt nú
Hallur Hansson er aftur á
miðvøllinum, sum ger at
René Shaki Joensen møguliga
verður fluttur út á vongin.
Pól Jóhannus
Justinussen (NSÍ)
Er við aftur, eftir at hann
gav avboð seinast. Tað er
eftirhondini nøkur ár síða
ni, at hann gjørdi um seg á
landsliðnum, so tað er eitt
sindur torført at meta um
hvørja uppgávu sterki mið
vallarin hjá NSÍ kann røkja.
Hann var upp á tal at byrja
móti Andorra í Andorra,
men
annars
situr
hann
fyri tað mesta á bonkinum.
Kann geva liðnum nógva
styrki og eitt vápn eru longu
innkøstini, har hann kann
koma inn og vinna luftdystir.
Søgan seinastu tíðina bend
ir ikki á, at hann kemur at
spæla tann heilt stóra leik
lutin.
Karl Løkin (NSÍ)
Miðvallarin hjá NSÍ hevur
fingið møguleikan seinastu
dystirnar, har hann er komin
inn. Lars Olsen letur væl at
avrikinum, men tað er blivið
meiri trongt á miðjuni, eftir
at Hallur Hansson er komin
við aftur, meðan Fróði Benja
minsen er við til báðar dyst
irnar hesaferð. Mest sannlíkt
er eitt innhopp.
Álop:
Jóan Símun
Edmundsson (OB,
Danmark)
Tað sást greitt, at vit mangl
aðu toftamannin í dystinum
móti Sveis á Tórsvølli. Hann
gevur liðnum nógv í álops
støðu. Hann fekk ikki nokk
at arbeiða við móti Andorra,
men stóð alíkavæl sterkur
í myndini. Hann er eitt gult
frá at sita uttanfyri í Ungarn,
so vónandi klárar hann at
halda seg vekk frá tí. Hevur
ikki klárað seg so væl í OB
í seinastuni, men vónandi
smittar tað ikki av upp á
landsliðið.
Klæmint A. Olsen (NSÍ)
Er hóttur sum toppskjútti
í føroyskum fótbólti og
sum annað val í álopinum.
Í báðum førum er Patrik
Johannesen ein partur av
tí. Klæmint A. Olsen fær
ikki innleggini við føroyska
landsliðnum
og
skuldi
kanska havt byrjað móti An
dorra, tá vit høvdu nøkur
innlegg. Spælir hann, so
verður tað helst tá vit leggja
trýst á Lettland.
Patrik Johannesen
(B36)
Hevur av álvara fingið sítt
gjøgnumbrot í føroyskum
fótbólti í ár. Hann hevur
skotið eins nógv mál og
Klæmint A. Olsen, men pass
ar kanska betri til føroyska
spælistílin, tá vit eru nakað
langt frá málinum. Fær helst
í minsta lagi eitt innhopp.
FÓTBÓLTUR