týsdagur 3. oktober 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. oktober 2017 · Nr. 115
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TOFTA KVØLDSKÚLI
Veturin 2017/2018
Almenn frítíðarundirvísing
TOFTA KVØLDSKÚLI
TELEFON 447332
Seyming – annað hvørt vikuskifti
Fríggjadag
kl. 19.00 – 22.00
Maria Rasmussen
Tlf. 269375
Leygardag
kl. 12.00 – 18.30
Hondarbeiði
Hósdag
kl. 19.00 – 22.20
Rutt Hansen
Tlf. 744480
Stokkakvøld - byrjar 8/11-17
Mikudag
kl. 19.00 – 22.00
Tinna Johansen
Tlf. 229404
Skeiðið verður í 5 vikur
Postalínsmáling
Týsdag
kl. 18.30 - 22.00
Maria Rasmussen
Tlf. 269375
Máling og list
Hósdag
kl. 19.00 – 22.00
Finleif Mortensen
Tlf. 211306
Klaver fyri børn í skúlaaldri
Mánadag
eftir avtalu
Gwendolyn Philbrow
Tlf. 580926
Klaver
Mánadag
eftir avtalu
Gwendolyn Philbrow
Tlf. 580926
Svimjing, rørslu- og menningartarnað
Hósdag
kl. 16.00 – 17.00
Atli Johansen
Tlf. 449737
Fótbóltur, rørslu- og menningartarnað
Týsdag
kl. 20.00 – 21.00
Edmund Jacobsen
Tlf. 230662
Fimleikur og line-dansur fyri kvinnur 50+
Mikudag
kl. 18.00 – 19.00
Jóhanna Petersen
Tlf. 223058
byrjar 18. okt. 8. ferðir
Føroyskt fyri útlendingar á byrjunarstigi - ókeypis
Faroese for beginners – free course
Týsdag
kl. 19.30 – 21.30
Kristbjørg Djurhuus
Tlf. 226725
Kórsangur
Mánadag
kl. 19.30 – 21.30
Mikael Jóhan Heinesen
Tlf. 447438
Undirvísingin er treytað av nóg góðari undirtøku og av
góðkenning frá myndugleikunum.
Undirvísingin byrjar í viku 42
Gjaldast skal fyri skeiðini á heimasíðu skúlans: www.
toftaskuli.fo
Tekningin byrjar leygardagin 30. september kl. 18.00.
Tá ið goldið er, er tilmeldingin skrásett.
Luttøkugjaldið er:
500 kr. og fyri stytri skeið 250 kr.
Upplýsingar fáast frá kvøldskúlaleiðaranum tlf. 447332
STARVSLÝSING
Ali- og matvørueftirlit
Vit søkja eftir tveimum djóralæknum og tveimum náttúruvísindaligum fólkum
til matvørudeildina á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Talan er um trý føst størv
og eitt tíðaravmarkað starv í 8 mánaðir.
Arbeiðsuppgávur
• Heilsuyvirvøka, eftirlit og málsviðgerð í sambandi við aling av fiski
• Málsviðgerð í sambandi við flutning av alifiski og aliútgerð
• Málsviðgerð í sambandi við løggilding og skráseting av matvørueindum
• Eftirlit og skoðan av góðkendum matvørueindum á heimamarknaðinum,
vatnverkum og fiskavørum til inn- og útflutning
• Luttaka í vaktarskipanum til djóralæknauppgávur og heilsuváttanir á stovninum,
bæði í og uttan fyri vanliga arbeiðstíð.
Listin omanfyri er ikki endaligur, men kann broytast, alt eftir hvørjar uppgávur
eru á stovninum, og hvussu økið annars mennist.
Krøv til útbúgving og førleikar
• Djóralækni
• Fiskaheilsukandidatur
• Matvørukandidatur
• Aðra viðkomandi akademiska ella tekniska útbúgving
Djóralæknaútbúgvingin skal vera frá einum norðurlendskum háskúla ella einari
javnmettari útbúgving, soleiðis at tú kanst gerast løggildur embætisdjóralækni
á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Vit sóknast eftir fólki við áræði og framfýsni at náa settum málum og sum:
• kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samstarva
• sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi avbjóðing
• dugir at samskifta á føroyskum í skrift og talu ella á einum norðurlendskum máli
• hevur kunnleika til framkomnar KT skipanir
• kann arbeiða nógv úti kring landið
• hevur koyrikort til bil
Umsøkjarar við viðkomandi starvsroyndum hava fyrimun. Harumframt er ynskiligt
við royndum innan fyrisiting.
Vit bjóða
Eitt spennandi og avbjóðandi starv, sum fakliga fevnir breitt á ali- og matvøru-
økinum. Tú fert at starvast á matvørudeildini, saman við dugnaligum og áhugaðum
starvsfólkum við góðum útbúgvingum og hollum royndum. Góðir møguleikar eru
fyri førleikamenning.
Setanarviðurskifti
Størvini eru fulla tíð og verða sett skjótast gjørligt. Talan er um trý føst størv og
eitt tíðaravmarkað starv í 8 mánaðir. Størvini verða sett sambært sáttmála millum
avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið, sí www.fmr.fo.
Umsókn
Umsóknir til størvini við avriti av prógvi, C.V., viðmælum o.t. skulu sendast
Heilsufrøðiligu starvsstovuni, Smyrilsvegur 7, 100 Tórshavn, ella hfs@hfs.fo,
og skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi hin 19. oktober 2017. Viðmerk,
um søkt verður um fast starv og/ella avloysarastarv.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Lailu Jacobsen, deildarleiðara,
tel. 556419.
Heilsufrøðiliga starvsstovan er stovnur undir Uttanríkis- og vinnumálaráðnum.
Endamál stovnsins er at umsita matvøru-, djórasjúku- og alilógina við tilhoyrandi
kanningarstovum.
Matvørudeildin umsitur matvørulógina og djórasjúkulógina. Høvuðsuppgávurnar
eru eftirlit við alivinnuni og matvøruvirkjum. Á deildini eru 15 starvsfólk, harav eru
3 djóralæknar.