týsdagur 3. oktober 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. oktober 2017 · Nr. 115
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
K O P P S E T I N G F Y R I
V E T R A R B E I N K R Í M
Mælt verður til, at fólk, ið eru 65 ár og
eldri, fólk við varandi sjúku ella, sum
av øðrum orsøkum eru í vanda fyri at
gerast sjúk av beinkrími, lata seg
koppseta fyri vetrarbeinkrím.
Hoyrir tú til ein av bólkunum
niðanfyri, set teg í samband við tín
egna lækna og spyr, um tú eigur at
koppsetast:
• Niðursett lungavirkni
• Astma
• Hjartasjúku
• Diabetes
• Skert mótstøðuføri
• Livur- og nýrasvignan
• Ovurfiti (vegleiðandi BMI oman fyri
40)
• Barnakonur frá 13.
barnsburðarviku
• Húsfólk hjá sjúkum við nógv
skerdum mótstøðuføri
• Aðrar varandi sjúkur, har meting
frá læknanum er, at beinkrím
hevur við sær álvarsligan
heilsuvanda.
• Koppseting verjir tey flestu
• Koppsetingin fyri beinkrím verjir
tey flestu, men ikki øll. Til ber at
fáa beinkrím, hóast tú ert
koppsett/ur, men sjúkugongdin
verður oftast mildari.
Góð ráð
• Beinkrím smittar gjøgnum smáar
dropar frá hosta, njósa o.tíl. Sjúkan
spjaðir seg, um tú andar inn
droparnar og síðan nemur við
eygu, nøs ella munn.
• Hosta og njósa í einnýtis
lummaturriklæði, og hav tey í
einum afturlatnum posa, til tey
verða burturbeind. Ella hosta og
njósa í ermuna – ikki í lógvarnar.
• Vaska tær væl um hendurnar.
• Ver heima, um tú ert sjúk/ur – til
tú hevur verið fepurfrí/ur í eitt
samdøgur.
H E I L S U T R Y G D · P O S T S M O G A 5 2 · K L A K S V Í K S V E G U R 7 · 7 0 0 K L A K S V Í K
H E I L S U T R Y G D @ H E I L S U T R Y G D . F O · T L F : 6 1 4 0 0 0 · F A X : 4 7 1 0 1 1
HEILSUTRYGD OG LANDSLÆKNIN
Hálvtíðarstarv
sum bókhaldari
hjá Føroya
Arbeiðarafelag
Vegna Føroya Arbeiðarafelag verður søkt
eftir væl skikkaðum bókhaldara at byrja
01.11.2017 ella eftir nærri avtalu. Talan
er um hálvtíðarstarv
Starvið
Starvið fevnir um alt vanligt bók halds
arbeiði, lønarflytingar, avstemman av
konti og aðrar uppgávur, sum tengdar
eru at bókhaldarastarvinum.
Førleikakrøv
Kravt verður at tann, sum sett/settur
verður í starv hevur viðkomandi
útbúgving og hollar royndir við
bókhaldsarbeiði.
Eisini verður dentur lagdur á, at tann
sum verður sett/settur í starv er
nærløgd/nærlagdur og hevur góð
samstarvsevni.
Lønarviðurskifti
Løn og eftirløn verður sambært sátt mál
anum hjá avvarandi fakfelag ella eftir
nærri avtalu og førleikum.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 09.10.2017. Avrit av
próvskjølum og møguligum við mælum
skulu viðleggjast umsóknini.
Møguligir umsøkjarar kunnu fáa nærri
upplýsingar um starvið við at venda sær
til pall@advokatvirkid.fo ella á tlf nr.
312171.fríggjadagin 5. mai 2017
ADVOKATVIRKIÐ
J.H. Schrøtersgøta 20, Postsmoga 85,
110 Tórshavn, Tlf. 31 21 71,
pall@advokatvirkid.fo
www.advokatvirkid.fo
BINGO
Bingo verður
mánakvøldið 9. oktober kl. 19
við Margáir
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu
samkenslu, tá ið elskaða kona, mamma,
omma og langomma andaðist og varð jarðað.
Maria Vilhelm
f. 23. september 1940 d.19. august 2017
Takk fyri alla hjálp hesa tíðina, Maria var
sjúk, og takk til øll, sum vitjaðu og ringdu.
Takk til Heimatænastuna fyri umsorgan
og hjálp. Takk til Hotel Tórshavn og
Landssjúkrahúsið. Takk til Sverra Steinhólm
fyri troystarrík orð í kapellinum og til
kirkjukórið fyri vakran sang, tá kistan kom
í kirkjuna. Takk til Marjun í Kálvalíð fyri
vakra talu og troystarrík orð, takk til sangarar,
berarar, gravarar og kirkjutænarar. Takk
fyri blómur, kransar og peningagávur til
Kvinnuhúsið. Takk til tykkum, sum bakaðu
og hjálptu til við ervinum. Og takk til tykkum
øll, sum vóru og fylgdu Mariu.
Bergur, Guðrið og Rúni við familjum
TØKK
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá ið okkara kæra systir, svigarinna,
mostir, fastir, ommu- og abbasystir
Petrina Hansen
dóttir til Josefinu (Jussu) og Jóhan úr
Gerðinum á Nesi
f. 1. august 1951 d. 28. juni 2017
andaðist og varð jarða.
Takk fyri troystarrík orð frá Ova Brim presti,
takk fyri vakran sang í kirkjuni, takk fyri
all hjálp í samband við jarðarferðina og
ervið. Takk fyri blómur og kransar og takk
til tykkum, sum fylgdu Petrinu til hennara
seinasta hvíldarstað.
Vegna tey avvarðandi
Hans Jákup, Oleif, Osla og Johild
TØKK