týsdagur 3. oktober 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 4. oktober 2017 · Nr. 115
Við hesum verður boðað frá, at Minningargrunnur
Johannu og Conrad Skaale býtir stuðul út sambært
umsóknum.
Endamál grunsins eru:
At veita stuðul til útbúgving til eftirkomarar eftir
systkjunum hjá Johannu og Conrad Skaale,
at veita stuðul til útbúgving hjá foreldraleysum
børnum uttanfyri slektina,
at veita stuðul til børn, ið eru foreldraleys, ella
sum hava mist annað av foreldrunum, og sum eru
treingjandi á ein hvønn hátt, og
í serligum førum at veita stuðul til onnur ungfólk,
hóast umsøkjararnir ikki lúka treytirnar omanfyri,
tá helst til útbúgvingarendamál.
Umsóknir um stuðul úr grunninum skulu vera inni
í seinasta lagi 25. oktober 2017, og umsøkjararnir
kunnu rokna við at fáa svar, áðrenn desember
mánaður er farin.
Umsóknir um stuðul skulu hava neyðugar
upplýsingar og prógv um útbúgving higartil, ætlaða
útbúgving og mettar útreiðslur í hesum sambandi.
Umsøkjarar, ið eru skyldir við stovnararnar sum
ásett omanfyri, skulu senda váttanir um skyldskapin
saman við umsóknini.
Onnur enn skyldfólk hjá stovnarunum kunnu eisini
søkja um stuðul.
Umsóknirnar skulu sendast til:
Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale
c/o Fríða Patursson
Frúutrøð 4
Postboks 6
110 Tórshavn
frp@jura.fo
Minningargrunnur
Johannu og Conrad Skaale
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá ið
okkara elskaða kona, mamma, vermamma, omma
og langomman
Ellen Drayton Hansen
f. 02-03-1945 d. 24-06-2017
andaðist og varð jarðað
Takk til tykkum øll, sum hjálpt við jarðarferðina.
Takk til Hera, prest fyri tey vøkru orðini.
Somuleiðis takk til kirkjutænarar, berarar og
sangarar.
Eisini takk til Theodor Petersen.
Takk til B6 fyri tíðina, Ellen var har.
Takk fyri blómur, kransar og minnisgávur.
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu.
Familjunnar vegna
Jens Erik, Jan, Bent og Lis v/fam
TØKK
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara
elskaða mamma, omma og langomma
Gunvør undir Varða
f. 05.05.1919 d. 17.09.2017
andaðist og var jarða.
Tøkk til tykkum øll á Heimarastovu á Lágargarði,
sum vóru so góð við hana, tað tíðina hon búði har.
Og tøkk til tykkum øll sum fylgdu henni, á hennara
seinastu ferð.
Vegna familjuna
Maibritt, Esther, Heidi, Jack,
Carl Jóhan og Gunvør
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu tá kæri maður,
babba, verfaðir, abbi og langabbi okkara
Leivur Tórsheim
f. 22.09.29 - d 15.08.17
andaðist
Tøkk til starvsfólkið í Kristianslon fyri góða
umsorgan. Tøkk til Hera prest, kirkjutænarar,
berarar og til tykkum ið hjálptu til við ervinum og
heilsanir.
Tøkk fyri gávur til Tjarnargarð og tykkum ið fylgdu
honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Tøkk øll somul.
Familjunar vegna
Margueritta
TØKK
Vit takka hjartaliga øllum fyri sýnda samkenslu,
hjálpsemi, nærveru og troyst tá okkara elskaða
kona, mamma, vermamma, omma og langomma.
Marjun í Kollsbyrgi
f. 12.05.1943 – d. 23.04.2017
andaðist og varð jarðað
Takk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað
Familjurnar vegna
Hans Jákup, Kirstin og Suni
Boks 76, FO-110 Tórshavn
Minnist til
haldaragjaldið