týsdagur 3. oktober 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN OKTOBER 2017
6
Vælafturkomin skuldi eg næstan sagt
og orsaka mína eitt sindur ov langu
summarferiu.
Tíverri má eg ærliga viðganga, at eg havi
følt meg ógvuliga óinspireraða at blogga
í summar. Eg havi simpulten ikki verið
nóg sjálvsikkur. Tað kemur til tíðir og
nú skúlarnir eru byrjaðir aftur, haldi eg,
at tað er ógvuliga passandi og upp á sítt
pláss at deila mína persónligu søgu við
tykkum, við eini vón um at hetta kann
geva vón, gera mun ella bara eina lítla
áminning til onkran, ið hevur brúk fyri
tí.
Tá eg var yngri og gekk í fólkaskúla, var
eg hart rakt av happing. Eg minnist, at
tað var ofta, at eg kom grátandi heim
úr skúlanum, tí eingin tímdi at fylgjast
við mær, tí eg bleiv søgd at vera ljót,
feit, lukta illa, kiksa, snedig, bygdarfrell,
eg hevði ljót klæðir, eg dugdi ikki nóg
væl og so
framvegis.
Sjálv helt eg
ikki, at hesi
tingini passaðu,
men sum tíðin
leið fingu tey ið happaðu meg at føla
meg alt tað, sum eg bleiv kallað og meira
afturat.
Tað var ikki tí, at tað passaði. Í øllum
førum ikki nakað nevnivert, tí eg hevði
foreldur, sum gjørdu alt fyri, at eg
skuldi passa inn. Eg fekk tí flottastu
skúlataskuna, og tá hon so bleiv skrødd,
fekk eg eina uppaftur flottari. Eg gekk
í tí nýggjasta nýggja, tá tað kom til
klæðir og skógvar. Eg fór rein og pen í
skúla hvønn morgun. Mín matpakki var
ikki øðrvísi enn hjá øllum hinum, og eg
royndi at uppføra meg líka sum øll hini,
tí eg helt tað kanska fór at gera, at eg
slapp upp í.
Fyri at gera
eina stutta søgu
langa, so havi
eg altíð følt meg
einsamalla, eg
havi ongantíð passa hundrað prosent
inn har, sum eg havi verið, og eg havi
verið merkt av lágum sjálvsáliti. Tað sum
byrjaði sum barnaspæl og skemt hjá
summum, tók sera hart upp á tann, ið
varð raktur av tí.
Lat meg líka undirstrika, at eg havi einki
ímóti teimum í dag, sum happaðu, og eg
haldi tað ikki ímóti nøkrum. Tað er ikki
ein gongd víst, at tey vita, hvat tey hava
gjørt ella, at tað hevur verið í óndari
meining. Líkamikið hvat er ella ikki, so er
happing ongantíð okay!
Eg broytti mína egnu lagnu, og í dag havi
MÍN SØGA
“Hann er
optimisturin, og
eg eri realisturin.
Sjálvsagt er tað pissi
irriterandi viðhvørt,
men tað hjálpir í
gerandisdagin at lata
tað liggja, sum tú
onki fært gjørt við”
Hetta innleggið
skrivaði Harriet
Olavsdóttir av Gørðum á
bloggi sínum 28. august 2017.
Nógv fólk hava síðani lisið
bloggin, og Harriet hevur fingið
óteljandi afturmeldingar.
Bloggan er endurgivin her
við loyvi frá Harriet.