Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-03, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2017síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 SOSIALURIN OKTOBER 2017 – Tey vinfólkini eg hevði vóru ov negativ. Sjálvsfatanin varð ávirkað av relatióninum, og eg kendi meg verri, tá eg hevði verið til arbeiðis ella saman við vinfólki. Eg kom ikki glað heim og hevði onki positivt fingið burturúr relatiónunum, sigur Harriet Olafsdóttir av Gørðum. – Tað var ein torfør avgerð, men ein tann besta avgerðin, sum eg havi tikið. Hetta tí eg hevði roynt at veri sum øll hini í fleiri ár, so eg visti ikki, hvør eg var. Eftir ta avgerðina var tað sum at byrja av nýggjum, og eg vildi finna útav, hvør eg eri og hvørjar mínar hugsanir eru, sigur hon. Hon greiðir frá, at tað tekur tíð at finna seg sjálva eftir eina slíka avgerð, men tað er umráðandi. – Tað kann ljóða egoistiskt, men ert tú ikki nøgd við teg sjálva, so hevur tú onki at geva av, tá tú skalt geva øðrum kærleika, staðfesir hon. Broytingin kom líðandi, og nú sigur Harriet, at hon hevur verið væl nøgd við seg sjálva og lív sítt í nøkur ár. –Eg havi arbeitt fram ímóti tí, og havi onga trongd til at gera onnur nøgd, men vil heldur vera nøgd og glað sjálv, sigur hon. IDEALIÐ ER PERFEKTIONISMA Í summar gekk ein mánaður uttan at bloggurin Olafsdóttir varð dagførdur. Orsøkin var, at Harriet hevði fingið ómetaliga nógvar negativar afturmeldingar um stavivillur á blogginum. – Tað kendist, sum fólk lósu bloggin fyri at rættlesa og síðani siga mær allar villurnar, sum tey funnu í innlegginum, sigur hon Mongu negativu viðmerkingarnar elvdu til, at hon misti hugin at skriva í eina tíð, tí alt skuldi vera perfekt áðrenn tað varð lagt á bloggin. – Hetta er Instagram mentaliteturin, har alt er super perfekt við Royal Copenhagen og Kay Bojesen. Hóast eg geri tað sjálv, tá eg taki myndir til bloggin, so er sannleikin hann, at eg ofta bara ruddi borðið júst har, sum myndin skal takast, flennir hon. Hon leggur tó afturat, at hon varð troytt av, at alt skuldi tykjast so fullkomið, og tí valdi hon at skriva erligu blogguna “Mín søga” 28. august, sum veruliga hevur vakt ans millum lesararnar, tí 21.500 fólk sæð greinina á Facebook, og nærum 5000 hava lisið blogguna um happing og sjálvsviðurkenning á heimasíðuni. [Søgan kann eisini lesast á høgra bredda:red] – Alt er ikki fullkomið, men tað er umráðandi at læra at vera nøgd við tað, sum vit hava og við okkum sjálvar. Tað er alt ov nógv fokus á tað perfekta í samfelagnum, staðfestir hon. VALDI ÆÐUVÍK Tað var næstan av tilvild, at Harriet og John keyptu Hanusarstovu í Æðuvík. Parið hevði leitað eftir húsum í Havn í eitt ár, tá tey tilvildarliga sóu, at gomlu húsini frá á leið 1898 stóðu til sølu. Harriet greiðir frá, at hon segði til stuttleika, at tey skuldu keypa tey niðurfolnu og órøktaði húsini. Tey spurdu seg fyri og valdu at taka av, tá tey fingu bjóðað húsini bíliga. Tey keyptu húsini beint áðrenn, tey fóru at fjakka í USA og Kanada í nakrar mánaðir. POLITIKKUR Fleiri ferðir í lívi sínum hevur Harriet tikið praktisk stig og framt fevnandi broytingar, tá hon hevur verið ónøgd við umstøðurnar. – Ein kann ikki grenja um, at okkurt manglar, um ein ikki vil gera okkurt við tað sjálv. Hetta er eisini orsøkin til, at eg havi verið í politikki, tí eg havi ikki kunnað sagt mína meining, uttan at gera nakað við tað, staðfestir hon. Harriet Olafsdóttir av Gørðum var fyrst virkin í Fólkaflokkinum, men skifti síðani, tá flokkurin Framsókn varð stovnaður, og hon hevur stillað upp til bæði kommunu- og løgtingsval. –Eg havi altíð havt áhuga í politikki, og tá eg fekk høvi til at vera við í stovnani av Framsókn, tók eg møguleikan. Politikkur kann ikki broyta alt, men politikkur kann broyta nógv, og mínar meiningar vórðu hoyrdar tá, sigur hon, og leggur afturat, at júst nú strekkir tíðin ikki til politikk, men hon útihýsir ikki møguleikanum í framtíðini. – Eg havi enn míni hjartamál og ynski fyri samfelagið, staðfestir hon JANTELÓGIN Í FØROYUM Harriet tosar um eitt mótrák, sum hon sær í útheiminum. Eitt mótrák til hetta perfekta, sum vit allar eru um at kvalast av – eisini í Føroyum. – Vit góðtaka ikki hvørja aðra ella okkum sjálvar í Føroyum, tí her skulu vit ikki halda okkum vera, sigur hon álvarsom. Hon greiðir frá um eitt rák, sum ger um seg í umheiminum júst nú, har kvinnur og menn góðtaka seg sjálvi sum tey eru skapt. “Body-positive” er eitt mótrák til ógvusliga nútímans fitness-rákið, sum eisini var eitt mótrák til tíðina í nítiárunum, tá kvinnur skuldu vera so klænar sum gjørligt. – Hvør hevur tíð at venja í venjingarmiðstøðini í tríggjar tímar um dagin, spyr hon, og leggur afturat, at hon sjálv hevur verið í tí rákinum. – Eg var í góðari venjing, og hóast eg riggaði væl, so havi eg ongantíð verið ordiliga kløn, hóast eg vandi í tveir tímar annanhvønn dag. Kanska eigi eg at síggja út, sum eg geri, staðfestir hon. – Liva vit annars sunt, so mugu vit læra at góðtaka okkum sjálvar, sum vit eru, hóast vit fáa okkurt prikið viðhvørt, sigur hon. Hon greiðir frá, at hon hevur fingið onkra hendinga keðiliga viðmerking, men óteljandi positivar og kveikjandi viðmerkingar bæði á sosialu miðlunum og andlit til andlits. – Tað sum veruliga rørir meg, er tá kvinnur skriva mær persónlig boð og siga, at tær hava tað á sama hátt, og at tær vildu ynskt, at tær kláraðu at hvíla í sær sjálvari. Tað hevur eggjað mær til at gera tað, sum eg geri, sigur hon. Hon greiðir frá, at hon hevur verið tann tannáringurin og tann kvinnan, sum ikki var nøgd, og tá hjálpti tað, at lesa aðrar bloggarar, og tí rørdi tað hana serliga djúpt, tá ein mamma skrivaði til hana, og segði, at bloggur hennara hevði hjálpt dóttir síni við sjálvsáliti og sjálvsvirðing. – Tann gentan varð illa happað, og hon hevði tað ikki gott. Mamman hevði víst henni bloggin hjá mær, og gentan - sum ikki vildi lurta eftir mammu síni, sum tannáringar flest – hevði sagt, at hon kanska eisini skuldi góðtaka seg sjálva, tí hon sá eina føroyska kvinnu skriva um, hvussu hon hevði upplivað happing og síðani góðtók seg sjálva. Tað rørdi meg øgiliga djúpt, sigur hon álvarsom. PREI: Harriet lesur hesar bloggarnar www.rockpaperdresses.dk www.sassyredlipstick.com – Eg havi enn míni hjartamál og ynski fyri samfelagið, staðfestir hon. – Eg var í góðari venjing, og hóast eg riggaði væl, so havi eg ongantíð verið ordiliga kløn, hóast eg vandi í tveir tímar annanhvønn dag. Kanska eigi eg at síggja út, sum eg geri, staðfestir hon.