Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN OKTOBER 2017 4 Annika Kunoy Fyri Harriet Olafsdóttir av Gørðum var kreativi heimurin ein rýmingarleið, tá hon var yngri. Við íblástri frá kreativu mammu síni leitaði hon til seymimaskinuna, tá hon kendi seg einsamalla. Og hon kendi seg ofta einsamalla, tí í skúlanum í Runavík varð hon illa happað og heima í Æðuvík var ongin vinkona at spæla við. Alt hetta hevur myndað skapandi ungu kvinnuna, sum tey flestu í dag kenna sum kvinnuna handan merkið og bloggin ByOlafsdóttir. SKAPANDI GERANDISDAGURIN Harriet hevur altíð skapað, men byrjaði ikki at blogga fyrr enn í 2013. Hesi fýra árini er vørumerkið og bloggurin vaksin munandi, og bloggurin hevur latið upp nýggjar møguleikar hjá unga íverksetaranum. Í mars mánaði í ár tók hon lopið og byrjaði sínu egnu fyritøku: hon bloggar, tekur myndir, ger plakatir, skrivar og marknaðarførir fyritøkur á Instagram. – Eg havi droymt um, at havt mína egnu fyritøku síðani eg var heilt lítil. Nú elski eg at fara til arbeiðis, tá eg vakni um morgunin, sigur 28 ára gamla Harriet Olafsdóttir av Gørðum. Hon greiðir frá, at hóast gerandisdagurin er skapandi, so er hann ikki so spennandi, at hon tímir at lýsa hann allan sum hann er á blogginum. Hann er, sum hjá flestu barnafamiljum ein vevja av matpakkum, stovnslívi og arbeiði. Og eitt sindur av arbeiði afturat, tí Harret arbeiðir nógv og gagnnýtir hvørja fríløtu at víðka um virksemi og byggja fyritøkuna upp. Harriet er kend sum føroyski bloggarin, tí tað eru ikki so nógvar, ið blogga á sama hátt, sum hon ger. Hon greiðir tó frá, at hon onga inntøku hevur av blogginum, hóast hann hevði latið aðrar dýr upp. Hon hevur tó sett sær fyri at í minsta lagi skriva ein blogg um vikuna – helst tveir. – Tað er umráðandi og berandi á blogginum, at myndirnar eru góðar, og at teksturin onkursvegna er inspirerandi, sigur hon. Íblásturin finnur hon í mótaheiminum, lívsstíli og mati. Hon ynskir, at bloggurin er ein miðil við tí positiva boðskapinum. – Eg vil ikki brúka bloggin til at grenja á, so at eg umboði ein negativan boðskap, men heldur síggja tað góða í hvørjum degi, staðfestir hon. –Meir negativt tú tosar, meir negativ verður tú, sigur hon, og leggur afturat, at positivi hugburðurin hjá manni hennara hevur smittað. – Hann er optimisturin, og eg eri realisturin. Sjálvsagt er tað pissi irriterandi viðhvørt, men tað hjálpir í gerandisdegnum at lata tað liggja, sum tú onki fært gjørt við, staðfestir hon erliga. Hon er gift John Petursson av Gørðum, og tey hava eina trý ára gamla fosturdóttir. Saman býr lítla familjan í einum gomlum endurnýggjaðum húsum í Æðuvík saman við hundunum báðum, kettuni og hønunum. Ein friðsæl og hugfarslig tilvera, men Harriet dylur ikki fyri, at lívið eisini hevur sínar avbjóðingar. Hon hevur tó valt at hugsavna seg um tað góða og jaliga í tilveruni. Eitt val, sum hevur kostað henni nógv. SEGÐI FARVÆL VIÐ NEGATIVU FÓLKINI Í mong ár kendi Harriet, at hon livdi í eini óndari ringrás við niðurbrótandi sambondum, og til endans tók hon avgerð um at kvetta samband við tey menniskjuni, sum ikki vóru gagnlig fyri hana og lív hennara. – Eg valdi at siga farvæl á øllum økjum í mínum lívi, har eg varð drigin niður heldur enn at verða upplyft, staðfestir hon, og greiðir frá at hetta eisini hevði við sær, at hon segði starv sítt upp og fór úr bindiklubbanum, sum hon gekk í. - Einsemi fekk meg at skapa HARRIET OLAFSDÓTTIR: –TAÐ KANN LJÓÐA EGOISTISKT, MEN ERT TÚ IKKI NØGD VIÐ TEG SJÁLVA, SO HEVUR TÚ ONKI AT GEVA AV, TÁ TÚ SKALT GEVA ØÐRUM KÆRLEIKA, SIGUR 28 ÁRA GAMLA HARRIET OLAFSDÓTTIR, SUM VALDI AT KVETTA SAMBAND VIÐ ALLAN NEGATIVITETIN Í LÍVI SÍNUM OG SAVNA SEG UM SEG SJÁLVA OG SKAPANDI GLEÐI SÍNA. – Hann er optimisturin, og eg eri realisturin. Sjálvsagt er tað pissi irriterandi viðhvørt, men tað hjálpir í gerandisdagin at lata tað liggja, sum tú onki fært gjørt við, staðfestir hon ærliga.