Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-03, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN OKTOBER 2017 8 eg tað fínt, og hóast eg kann fáa afturlit viðhvørt, so er hetta ikki nakað, sum ávirkar mín gerandisdag. Mín broyting hendi líðandi, tá eg valdi at fara einsamøll á FHS á Kambsdali. Uttan at kenna nakran fór eg inn í ein nýggjan skúla, ein nýggjan flokk og eitt nýtt umhvørvi – har fekk eg at síggja, at knappliga var eg ikki øðrvísi, og um eg var tað á summum økjum, so var tað eisini okay. Eg upplivdi, at eg kundi vera tann, eg var, uttan at tað ávirkaði mín gerandisdag negativt. Tá eg so í 2010 møtti John, var tað sum okkurt loysnaði – Í honum fekk eg ein besta vin, sum ongantíð áður, ein sum elskaði meg fyri tann, sum eg var, uttan at eg á nakran hátt noyddist at broyta meg sjálva. Ein sum helt, at eg var flott og pen, hóast mítt BMI ongantíð hevur verið gott. Ein sum helt, at eg var áhugaverd at lurta eftir, hóast eg tosaði um mínar villu framtíðarplanir, sum til tíðir hava ljóðað eitt sindur svakar. Ein sum stuðlaði mær í øllum, eisini tá hann ikki beinleiðis var einigur. Ein sum ongantíð helt, at eg var nakað annað enn eg var og heldur ikki ynskti meg øðrvísi. Men vita tit hvat? Tað var her mín størsti kampur við meg sjálva nakrantíð kom út! Tí hetta hevði eg ikki prøvað fyrr. Eg hevði ikki prøvað eina so, í mínari verð, óveruliga støðu. Men eg vann dystin. Ein dyst, sum byrjaði longu tá eg bara var eitt barn. Ein dyst, sum eg havi barst fyri tað mesta sjálv. Ein dyst, sum eg ongantíð helt fór at enda. Dysturin endaði við, at eg segði farvæl við øll tey øki í mínum lívi, sum á nakran hátt fingu meg at føla meg minni verda ella uppføra meg sum nakran annan enn meg sjálva. Hetta hevði við sær, at eg misti vinfólk, eg segði starvið hjá mær upp, og at mítt lív tók eina fullkomiliga vending. Tað var millum annað í hesari perioduni, at eg byrjaði bloggin, tí eg hevði nú ikki nøkur serlig vinfólk, og eg var arbeiðsleys. Bloggurin var mín frístaður, har eg kundi vera eg. Men tað var als ikki fyrr enn eg gjørdi upp við meg sjálva, at eg eri góð nokk! Líka mikið hvat øll onnur hugsa – tí tað hendir enn, at eg fái ákoyringar, men í dag velji eg ikki at lurta, ikki at svara og bara venda hin kjálkan til – tí lívið er simpulten ov dýrabart til at taka sær av, hvat onnur halda um meg. So leingi eg havi tað gott við mær sjálvari og kann fara í song um kvøldarnar við tí tanka, at eg havi verið eg í allan dag, so hevur tað verið ein góður dagur. Ja eg vigi nøkur kilo ov nógv, eg havi stóra reyv, dellur og stóra bringu, men eg eri givin at fara upp á slankikur og havi ongantíð verið so væl nøgd sum nú . Eg eri óløntur bloggari, heimagangandi mamma og nú eisini mín egni stjóri – ein kombinatión, sum kanska ikki altíð passar so væl saman, men tað gongur. Eg kann ikki fáa børn sjálv, tað er ein harður sannleiki og hóast tað ofta verður tosað um, hvussu kvinnan er sett í heimin fyri at føða børn, so er hetta ikki nakað, eg kann gera nakað við. Tað er allarhelst ein meining í øllum, og tað at vera fosturmamma er ein minst líka umráðandi lutur, sum at eiga sítt egna barn. Eg havi ongantíð verið grov í føroyskari rættstaving, men hinvegin veit eg, at eg dugi at skriva og greiða frá. Fyri meg er tað gott nokk. Mítt lív er langt frá perfekt og eg livi ikki dreymin, men tað er gott nokk. Eg havi tað gott, eg vakni hvønn morgun við einum fantastiskum manni við mína lið, tveimum hundum á fótalagnum og í okkara egnu húsum. Eg føli ikki eina trongd at grenja um mína tilveru, men velji heldur at síggja tað góða. Nú veit eg ikki, um hetta gevur nakra meining, men fyri meg følist tað rætt, at endiliga fáa hetta av hjartanum. Hetta innleggið hevur givið mær tár í eyguni og klump í hálsin, men tað er ein vón, at bara ein onnur kvinna, genta, drongur ella maður lesur hetta og fær ein vilja til at kempa víðari og enda dystin. Dystin við heimin, sum fortelur okkum, at vit ikki eru góð nokk, at vit mugu tapa okkum fyri at síggja gott út, finna ein maka ella bara vera ein partur av samfelagnum. Heimurin sum sigur, at vit mugu duga væl í skúlanum, fyri at nakrantíð blíva til nakað. Tað eru ikki bara topkarakterir, sum kunnu brúkast, men eitt kreativt sinni, smílandi andlit og hjálpandi hond eru eisini góð nokk! Heimurin, sum fortelur okkum, at vit skulu øll hava eitt ”umráðandi” starv fyri at vera góð nokk, men uttan vaskikonur, skrellimenn, kassafólk og onnur hevði gerandisdagurin sæð tykkum heilt øðrvísi út. So næstu ferð tú keypir inn, møtir vaskikonuni ella skrellimanninum, gev teimum líka eitt eyka smíl – teirra arbeiði er minst líka umráðandi sum títt. Lívið í dag handlar sera nógv um at síggja flottast út, hava best stíl, eiga raskast børn, penastu hús, tjena mest pengar, fáa flest likes á sosialu miðlinum, og so framvegis. Men tá alt kemur til alt, er tað tá hetta, sum ger okkum lukkulig? Er tað hetta, sum ger okkum til betri persónar? Og gera vit tað, tí øll onnur gera tað, ella gera vit tað, tí vit sjálvi ynskja tað? Eg havi gjørt upp við meg sjálva, at eg bloggi víðari, hóast eg í summar havi upplivað at tað ikki altíð er líka lætt. Eg havi fingið mótgongd, og eg toldi tað ikki for væl fyri at vera ærlig, men vita tit hvat? Eg eri hóast alt bara menniskja og tað er obinbart púra natúrligt at fara eitt sindur niður við høvdinum viðhvørt. “Alt er ikki fullkomið, men tað er umráðandi at læra at verða nøgd við tað, sum vit hava og við okkum sjálvar. Tað er alt ov nógv fokus á tað perfekta í samfelagnum” “Tað sum veruliga rørir meg, er tá kvinnur skriva mær persónlig boð og siga, at tær hava tað á sama hátt, og at tær vildu ynskt, at tær kláraðu at hvíla í sær sjálvari. Tað hevur eggjað mær til at gera tað, sum eg geri”