týsdagur 3. oktober 2017síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN OKTOBER 2017
12
Hesar síðurnar eru fíggjaðar av
MAKARS GOURMET MASH BAR
Ein framúr góð matstova, ið hevur fleiri eyðkendar
skotskar rættir á matarlepanum. Matstovan í North
Bank Street er ikki stór, men hon er serstakliga
hugnalig, og prísirnir eru avgjørt kappingarførir í
mun til góðskuna á matinum. Mash er enska orðið
fyri eplamorl, og júst eplamorl verður borðreitt við
flestu rættunum á matstovuni.
THE SCOTTISH WHISKEY
EXPERIENCE
Beint við Edinburgh Castle liggur The Scottish
Whiskey Experience, ið er eitt stað, har tú kanst fáa
alt at vita um søguna hjá skotskum whiskey, og har
tú eisini finnur helst størsta úrvalið av whiskey til
keyps í Edinburgh.
Talan er um eina ferðafólka-attraktión, har man
til dømis kann fáa eina rundferð í whiskey-søguni,
meðan man situr í eini hálvari whiskeytunnu, og
man kann eisini sleppa at royna alskyns sløg av
skotskum whiskey. Ein serlig uppliving, ikki minst
fyri ein whiskeyelskara.
ARTHURS SEAT
Er veðrið til vildar, so er Arthurs Seat eina vitjan
vert. Arthurs Seat er hægsta punkt á einum lítilum
fjalli mitt í Edinburgh. Staðið liggur í eini 250
metra hædd og er eitt av fyrstu bústøðum í skotska
høvuðsstaðnum, og útsýnið av Arthurs Seat út yvir
Edinburgh er heilt fantastiskt.
Gongutúrurin niðan á Arthurs Seat tekur umleið ein
hálvan tíma, og talan er um ein lutfalsliga lættan
túr, sum er tað verdur.
DEACON BRODIES TAVERN
Hevur tú hug at vitja eina klassiska pub, so er
Deacon Brodies Tavern á The Royal Mile eitt gott
boð. Talan er um eina sera hugnaliga pub við øllum
tí, sum har til hoyrir, og hví ikki fara inn á pubbina
mitt um dagin og keypa ein fisk og kips, sum valla
fæst betur í Edinburgh.
Terji Nielsen
Tað er skjótt og einfalt at fara ein túr
úr Føroyum til Edinburgh á vitjan.
Atlantsflog hevur beinleiðis fráferð úr
Føroyum til skotska høvuðsstaðin, sum
við sínum okkurt um 500.000 íbúgvum
er ein stórbýur við øllum tí, sum har til
hoyrir, men sum so sanniliga eisini hevur
eina rúgvu av søgu og mentan at bjóða
fólki.
NÓGV SØGA
Tey allarflestu hava hoyrt um Edinburgh
Castle, sum er ímyndin av sjálvum
býnum. Gamla borgin í skotska
høvuðsstaðnum liggur á einum fjalli
mitt í býnum, og tað er hendan borgin,
ið hevur givið býnum sítt navn, tí
Edinburgh merkir “borgin á fjallinum”.
Stóra borgin er eisini tað staðið í
Edinburgh, har flest ferðafólk vitja, og
árliga vitja umleið 1,5 milliónir ferðafólk
borgina.
Edinburgh Castle liggur við
ovara enda á helst kendastu gøtuni
í Skotlandi, The Royal Mile, sum er
eitt míl til longdar, og sum gongur frá
Holyroodhouse Palace, ið er almenna
slottið hjá bretsku drotningini í
Skotlandi, og niðan á Edinburgh Castle.
Hendan gøtan liggur í gamla
býarpartinum í Edinburgh,
sum liggur beint sunnan fyri
høvuðsjarnbreytarstøðina, Waverly
Station, og tað er serliga í hesum økinum,
at tú finnur tær gomlu hugnaligu
pubbirnar og ikki minst fleiri av teimum
sermerktu bretsku testovunum.
GOTT SAMBAND OG
NÓGVIR MØGULEIKAR
Sum áðurnevnt er gott flogsamband til
Edinburgh úr Føroyum, men eisini tá ið
man er komin til flogvøllin í Edinburgh,
er sambandið gott inn til sjálvan býin.
Eitt nú koyra teir eyðkendu “trams”,
ið eru eitt slag av sporvognum, hvønn
sjeynda minutt inn í miðbýin fyri ein
sera sámiligan penga.
Umframt alt tað søguliga,
sum Edinburgh hevur at bjóða,
so hevur býurin eisini nógvar
shoppingmøguleikar á kendu
handilsgøtuni Princes Street ella í einum
av fleiri handilsmiðdeplum í býnum.
So alt í alt er eingin orsøk at keða
seg, um man leitar sær til skotska
høvuðsstaðin eitt langt vikuskifti. Tí
Edinburgh hevur okkurt til øll!
Edinburgh osar av søgu og hugna
SAMBANDIÐ ÚR FØROYUM ÚT Í HEIM GERST BARA BETRI OG BETRI, OG
MØGULEIKARNIR ERU FLEIRI OG FLEIRI. EITT AV FERÐAMÁLUNUM ER
SKOTSKI HØVUÐSSTAÐURIN EDINBURGH, SUM AVGJØRT ER EIN VITJAN
VERDUR
Vit viðmæla: