týsdagur 3. oktober 2017síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
SOSIALURIN OKTOBER 2017
Jogurt breyð
•
1 pk av geri 1 dl av flógvum
vatni - verður rørt saman
•
Salt og sukur- verður rørt í
•
3 dl av havragrýni/3dl av vatni
- verður kókað til ein tjúkkan
greyt
•
3 dl av jogurt naturell og ½ dl
av olju - verður rørt í greytin
•
Greyt/jogurt blandingin verður
rørd í gerðblandingina
•
Mjølið verður rørt í
•
Set deiggið at ganga til dupulta
stødd
•
Evnað tvey breyð og set tey at
ganga í á leið 20 min
•
Bakað breyðini í á leið ½ tíma á
200 stigum
Hvat kanst
tú gera?
Vit verða alsamt meir tilvitaði um mat,
og hvønn týdning hann hevur fyri heilsu og
vælveru okkara, men eisini hvussu umhvørvið
verður ávirkað av framleiðsluni av mati. Í Føroyum
er kostnaðarmikið at keypa mat, og hjá nógvum
familjum er størsti posturin á fíggjarætlanini
settur av til mat. Hvussu liva vit heilsugott, fyri
okkum sjálvi og familju okkara, umframt at vit
hugsa um umhvørvið og pengarnar?
Gott er at hava í huga, at matrestir kunnu
nýtast í øðrum rættum ella frystast.
Tá vit nýta restirnar so spara
vit pengar og hugsa um
umhvørvið.
Hesar síðurnar eru fíggjaðar av
Ein stórur syndari innan matoyðsl er
innkeypið. Tí er sera týdningarmikið,
at tú fyrireikar teg væl, áðrenn tú
fert til handils.
Tolin trívst – gev tær stundir at
kanna, hvat tú eigur inni av mati,
áðrenn tú fert av húsum at keypa
inn.
Einki er so ringt, at tað ikki er gott
fyri okkurt – Ein vikuætlan fyri
døgurðarnar kann vissa tær, at tú
ikki keypir óneyðuga vøru.
Mangir løkir smáir gera stórar áir –
Fyrireika ein innkeypslepa og hugsa
væl um, hvat tær tørvar og fylg við,
hvat tú leggur í innkeypskurvina.
Alt er hinum svanga søtt – Ikki
keypa inn við tá ið keypir inn, tí tá
vísir tað seg, at tú keypir óneyðuga
nógv inn. So et til dømis eitt súrepli,
áðrenn tú skalt keypa inn.