týsdagur 3. oktober 2017síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN OKTOBER 2017
10
Gyða í Gongini fekk ein “Too Good To Go” posa frá Á-handilinum. Í posanum var
eitt kinalkál, eitt blómkál, ein pakki av sjampingnon (kampasoppur), ein reyð
piparfrukt, ein eggplanta og ein litur av laktosufríum jogurt.
Hon legði afturat eitt egg, eitt sindur av persillu úr urtagarðinum og ein osta-
enda.
Hon bakaði eisini eitt jogurtbreyð úr geri, jogurti, havragrýni, hveitimjøli, olju,
salti og sukuri.
Uppskrift til á leið 2 fólk
Fylt eggplanta
1 eggplanta
1 pakki av kampasoppum 400 g
½ piparfrukt
1 egg
1 spsk av jogurt naturell
Eitt sindur av rapsolju
2 flísar av osti
Salt, pipar og oregano
Salat
1/3 blómkál
Kinakál
½ piparfrukt
Dressing
Ein nevi av persillu
2 dl av jogurt naturell
Salt , pipar og sukur
GYÐA Í GONGINI BORÐREIÐIR
FYLTA AUBERGIN VIÐ SOPPUM
OG PIPARFRUKT HARTIL
SNERKT BLÓMKÁL, SALAT,
PERSILLUDRESSING OG
JOGURTBREYÐ.
Um appina
“Too Good To Go”
Appin ger tað lættari fyri brúkaran at keypa mat, sum annars
hevði verið tveittur burtur av handlunum – altso matvørur, ið
ikki eru seldar áðrenn seinasta søludag.
Allir Á handlarnir eru at finna í Too Good To Go, har teir hava posar
við vørum til sølu. Ein posi við vørum kostar 29 krónur. Í posanum
eru ymiskar matvørur, sum flestu okkara brúka í gerandisdegnum:
Viðskeri, grønmeti, frukt og mjólkavørur.
Men hvar kemur appin inn í myndina? Jú, tú keypir posan á appini og
rindar beinanvegin, fert til handilin, vísir kvittanina á telefonini,
og síðani fært tú posan heimvið. Skjótt, lætt og ómakaleyst.
Herfyri vunnu Á handlarnir virðisløn frá Felagnum Føroysk
Marknaðarfólk fyri átakið “Minka um matoyðsl”, har nýggja
appin er ein týdningarmikil liður í átakinum.
Á-handlarnir eru 12 í tali, og hvønn gerandisdag vera
serligu posarnir til keyps, og kunnu avheintast
ásett tíðarskeið hvønn dagin.
Framferðarháttur:
•
Skola alt grønmetið væl
•
Sker eggplantuna í helvt eftir longdini
•
Skava innmatin út eggplantuni og sker hann í puntar
•
Sker sopparnar í flísar
•
Sker piparfruktuna í puntar
•
Svitsa fyrst sopparnar á eini turrari pannu
•
Stoyt eitt sindur av olju á pannuna og svitsa innmatin frá eggplantuni
og piparfruktina við soppunum
•
Smakka til við salti, pipari og oregano
•
Fyll stokta grønmetið í eggplantuna
•
Rør eitt egg saman við einari spísiskeið av jogurti og krydda við salti
og pipari
•
Stoyt eggjablandingina í eggplanturnar
•
Rív eitt sindur av osti og legg út yvir eggplanturnar
•
Legg eggplanturnar í eitt eldfast fat og set tær í ovnin
•
Baka í á leið ½ tíma á 200 stigum
•
Sker/brót blómkálið í smá tyssi
•
Brúnka blómkálstyssini í rapsolju á eini pannu
•
Krydda við salti og pipari
•
Sker kinakál í tunnar álir
•
Sker restina av piparfruktini í tunnar álir
•
Ger dressingina
•
Hakka persilluna smátt og rør hana út í jogurtina
•
Smakka til við salti, pipari og sukuri