týsdagur 3. oktober 2017síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN OKTOBER 2017
18
Instagram er ein sosialur miðil, har tú kanst deila myndir
úr tínum gerandisdegi. Og her kanst tú eisini fylgja
spennandi fólkum úr allari verðini. Vit nevna hvønn
mánaða nakrar av føroysku Instagram vangunum:
@RAESTRESTAURANT
FYLGJARAR: 318
Um tú hevur verið á Ræst,
so eri eg rættuliga vís í, at tú
hevur hug at fara aftur. Men
ímeðan tú bíðar eftir aftur at
fáa høvi at fara, so kanst tú
blaða ígjøgnum myndirnar
á teirra instagram-vanga.
Myndirnar av heimligum hita,
fáa teg at minnast aftir á luktir
og smakkir - tvøst + hindber =
mmmhhhh!
@INGILINDS
FYLGJARAR: 560
Tað finnast so ótrúliga nógvir
instagram vangar, ið mest av
øllum geva mær hug at grava
meg langt undir dýnuna aftur
- tí at teirra perfekta lív tikist
so fjart frá mínum. Vangin hjá
Ingilín hevur øvugta ávirkan
á meg: Eg fái hug at fara
útum at heinta mær nakrar
blómur at seta i ein vasa. Eg
fái hug at ganga ein túr. Eg fái
hug at byrja at tekna aftur.
Og møguliga eisini at flenna
meira. Takk Ingilín.
@KARINVISTH
FYLGJARAR: 603
Karin Visth er ein kul madamma.
Hon er sommelier á KOKS, men
kanska minni alment kend, enn
kokkurin Poul Andrias. Løgið tó,
tí uttan vín var eingin matstova,
ha? Hvussu munnu tey hava
gjørt fyrr, áðrenn nýggju
skeinkilógina? Myndirnar hjá
Karin eru ‘lættar’ og fáa teg at
hava hug at dansa og hoppa. Av
og á síggjast góðar vínfløskur
á myndunum - tá er at lúra
etikettirnar væl av. Ókeypis vín-
tips; ikki so galið. Hvussu man
tað vera at arbeiða fulla tíð við at
smakka og skeinkja vín?
Instagram – talgildur
heimur í myndum
Tjóðhild Patursson