Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-03, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2017síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 SOSIALURIN OKTOBER 2017 VAIANA Sambandið millum Vaianu og ommuna - og teirra tilknýtið til havið og restina av náttúruni er tað serliga vakra í hesum filminum. Filmurin gevur mær hug at fara í hagan, hug at dansa við og fyri havinum, hug at tosa við fuglar og at leggja meg niður í grasið og klemma tað - eg veit at fólk fara at hyggja løgið at mær, ja møguliga flenna, men tað ger einki - vit hava øll gott av at flenna. At Vaiana harafturat er ein ung kvinna sum brýtur burtur frá tí ið foreldur hennara halda at hon skal, og ístaðin ger tað ið innara rødd hennara (ella kanska omman?) sigur henni - ja, tað ger ikki filmin verri*. * Nú hava tit kanska lagt tilmerkis, at tað hevur nógv at siga, hvussu kvinnur vera umboðarar í (tekni)filmum eg vísi dóttir míni - sjálvandi! ALDUR: ØLL BØRN OG VASKIN LONGD: Á LEIÐ 1 T OG 40 MIN TROLLS Gleði - filmurin er nógv um gleði, og fyllir meg við gleði og við tonkum um týdningin av gleði. Aftaná ein umgang av Trolls, so koyrir filmsfløgan á fulldrøn og vit dansa til vit smella um. Í fleiri dagar aftaná syngja vit: ‘I’ve got sunshine in my pocket…’ og hvør vil ikki fegin hava upp í lummarnar fullar av sólstrálum - kanska serliga nú í gráliga heystveðrinum? Eg smíli eyka til fólk rundan um meg aftaná at hava sæð filmin - og tey smíla eyka nógv aftur. Lívið er gott. Ja, faktistk fantastiskt. Hevur tú gloymt tað? - Hygg so at Trolls. ALDUR: ØLL BØRN OG VAKSIN LONGD: Á LEIÐ 1 T OG 40 MIN SPIRITED AWAY (2001) Tað er heilt ótrúligt sum filmarnir hjá Hayao Miyazaki eru vakrir, sjálvar tenkingarnar og litirnir eru ein njóting í sær sjálvum - tá ið tú hevur vænt teg við stílin. Mær dámdi ikki stílin beinan vegin, men tá ið eg slepti samanberingunum við og vanabundnu tonkunum frá vanligu Disney/DreamWorks/Pixar-filmunum, so dugdi eg brádliga at njóta estitikin í myndunum. Tað sum eisini er so fantastisk við hesum filminum er, at søgugongdin ikki er forsimplað - sum alt ov nógvar søgur til børn (og vaksin) eru. Lívið er einki simpult. Lívið er komplext. Lívið er vakurt - og ljótt… og alt harímillum. Filmurin er ikki at viðmæla smáum børnum; tað visti eg ikki fyrstu ferð eg sá hann - saman við 5 ára gomlu dóttur míni. Tvs. vit sóu bara 10 teir fyrstu minittirnar - síðani kláraði hon ikki meir (eg bara longdist eftir at síggja meira - og hugdi sjálv eftir restini seinni). Hon hevur enn marru um foreldur ið vera til óhugnaligar grísar - So børnini skulu vera minst um skúlaaldur - ella eldri. ALDUR: ELDRI BØRN OG VASKIN - FIMURIN ER EITT SINDUR ÓHUGNALIGUR. LONGD: Á LEIÐ 1 T OG 40 MIN