týsdagur 3. oktober 2017síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN OKTOBER 2017
16
SUM FÁA MEG AT DROYMA OG LIVA - BÆÐI Í SENN
Tjóðhild Patursson
Kennur tú kensluna av at hava hugt at
einum filmi, einum dokumentari, eini
seriu ella aðrari sending, og sita eftir
við kensluni av at hava spilt tína tíð.
Sløvheitin setir seg fasta, ikki bara í
kroppin, men í alla mína veru. Tað er ikki
ró. Men heldur órólig sløvheit. Nakað tað
somu kensluna ímyndi eg mær at dóttir
mín hevur, eftir at hava sitið og hugt at
teknifilmi framan fyri sjónvarpinum. Eg
merki tað á henni. Hon er órólig. Verður
ill tá ið sendingin er liðug, og er faktiskt
ofta í ringum lag rættuliga leingi eftir
at filmurin er liðugur. Hon fer at keða
seg og byrjar at ‘grenja’ - sum vit vaksnu
kalla tað.
… Og so eru tað hinir filmarnir, sum
fáa okkum at vakna, sum geva okkum
hug at liva, droyma og skapa. Hug at
finna uppá. Hug at dansa og lurta eftir
tónleiki, hug at flenna, og/ella stundum
kunnu slíkir filmar gera, at vit loyva
okkum at geva sorgini pláss, ilskuni og
øllum møguligum øðrum kenslum, vit so
ofta sópa inn undir seingina.
Tað hevur tikið mær tíð at gera
mær hesar royndirnar, og at skilja
hvussu nógv eg ávirkist av øllum tí
eg sansi - filmar, bøkur, myndir, bløð,
fólk, reklamur o.s.fr, o.s.fr. Men nú eg
havi skilt tað, so royni eg at vera meira
tilvitað í mínum valum - tá ið eg sleppi
at velja. Meira tilvitað í valunum eg geri
fyri meg sjálva - og tey nógvu eg geri fyri
dóttur mína.
HESIR FIMM FILMAR GEVA MÆR HUGSKOT, LÍVSLEÐI OG STYRKI. HESIR FIMM
FILMAR VIL EG FEGIN AT MÍNI BØRN UPPLIVA. HESIR FIMM FILMARNIR VERA
MILLUM SÓLSTRÁLURNAR HENDAN MYRKA KOMANDI VETURIN.
KIKI’S DELIVERY SERVICE (1989)
Kiki flytur heimanifrá bert 13 ára gomul
- sum allar aðrar ungar heksir, skal
hon í eitt ára læru í einum nýggjum
ókendum býi. Mær dámar ótrúliga
væl karakterin Kiki og eisini konuna,
Osono, hon ið Kiki endaði við at búgva
hjá hetta árið heimanífrá; men eg fall
kanska serliga fyri Ursulu - teirri ungu
kvinnuni sum Kiki hitti úti i skóginum.
Tá ið eg villist á vegnum, og ikki veit
hvønn veg eg skal stýra, so spyrji eg meg
sjálva: Hvat hevði Ursula gjørt. Tað er
sjálvdan eg renni meg í teknifilmar við
so sterkum kvinnuligum fyrimyndum
- tað er møguliga ein av orsøkunum
til at eg so fegin vil vísa dóttur míni
hendan filmin… og so vøkru myndirnar
sjálvandi! Tað er rættiliga stutt síðani eg
kom fram á nógvu fantasisku animeraðu
filmarnar hjá Hayao Miyazaki, og tað eri
eg so hørm um, tí summir av filmunum
(millum annað hesinin um Kiki) eru
so gamlir, at teir kundu havt verið
partur av mínum barndómi. Enn havi
eg bara sæð tríggjar av filmunum, men
eg ivist ikki í, at eg havi nógvar góðar
upplivingar tilgóðar. Hinir eg havi sæð
eru My Neighbour Totoro (1988) og
Spirited Away (2001) og eg kann viðmæla
báðar tveir. Hin seinna tó bert til eldri
børn. Filmarnir hjá Miyazaki eru ikki
til leigu online, men kunnu keypast á
dvd - ella lánast á Býarbókasavninum í
Havn. Søgan um Kiki’s Delivery Service
er grunda á roman við sama navni eftir
Eiko Kadono.
ALDUR: ØLL BØRN OG VASKIN
LONGD: Á LEIÐ 1 T OG 40 MIN
PIPPI HEMMAIFRÅN
Tá ið eg var við barn (og eisini tá ið
eg sjálv VAR barn) hugdi eg at hesum
filminum fleiri ferðir, og gleddi meg so, at
sleppa at vísa lítla lívinum hann. Róligu
filmingarnar av børnum sum starða upp
at skýggjunum og spæla í vøtnum og
áum, eru løgið nógv lívgandi, orku- og
gleðisskapandi. Fyri okkara børn - ella
tey flestu børn eg kenni - er eitt sindur
torført at venja seg við rútmuna í
filminum, tí tempo er so nógv seinni enn
í flestu filmunum tey síggja. Men UM
tey koma niður í tempo, og blíva fangað,
so kanst tú gleða teg um, at tempoið
hongur við eftir at filmurin er av. Bæði
tú og tey kunnu vænta tykkum deiligan
glaðan frið, fullan í løgnum hugskotum -
Pippi dugur at gera næstan alt stuttligt.
Eg elski Pippi. Eg vil vera meira sum
hon. Fyrimynd mín.
P.s.: Nú kenni eg eina gentu sum
ynskir sær tvær gólvskrubbur, sum hon
kann spenna fastar á føturnar - hon
ætlar sær at vaska gólv fyri mammu
sína.
ALDUR: ØLL BØRN OG VASKIN
LONGD: Á LEIÐ 1 T OG 40 MIN
Fimm
filmar til børn og vaksin