Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. oktober 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin 6. oktober 2017 Tað var ikki við mýkindum, sum á­ kær­ur­nar flugu um oyrini á Kristinu Háfoss í sambandi við fíggj­ar­lóg­ar­ við­gerðina – Eg brúki ikki ósonn tøl! ...segðiJørgen Niclasen, for­mað­ur Fólka­ floks­ins, í út­varp­i­num, tá hann varð spurdur um harð­ligu á­lop­ini á Kristinu Háfoss. Og skulu vit taka tað fyri góða vøru, sum Jørgen Niclasen og Jac­ob Vestergaard fra fram, so stendur Kristina Há­foss til at fáa sekk­in – og kanska enntá eigur tað at fáa rætt­arligar avleiðingar fyri hana. Tí hon hevur logið fyri Løgtinginum. Hon hevur fiflað við tølum. Hon hevur smink­að tøl. Hon hevur pyntað tøl. Og hon hev­ur vill­leitt Løgtingið. Álv­arsamar skuldsetingar frá matum monn­um. Men tó. Hetta er bara politikkur og re­ tor­ikk­u­r. Ja vit kunnu kalla tað sjónleik ella spæl fyri galla­rí­num. Jacob Vestergaard hev­ur fingið sær leik­lut­in sum tann, sum er illur við øll og er ímóti øllum. Og Jørg­en Niclasen dámar væl leiklutin sum spilopp­ mak­arin. Tí fara vit halda, at teir slett ikki meina tað illa, sum teir siga tað. Men skuldu vit tikið feil, og teir kort­ ini meina tað, so fara teir at reisa misálit í Løgtinginum. Taktiskt er tað ikki so smart, tí sam­gong­an fer bara at bjarga henni. Men teir kunnu krevja ein kann­ing­ar­stjóra. Tí tað kann and­støð­an gera einsamøll. Og passar tað, sum teir siga, so fell­ir Krist­ina Há­foss við einum braki, tá kann­ ing­ar­stjór­in kem­ur til somu nið­ur­støðu sum fólka­floks­menn­i­nir báðir, har annar er pol­itistur og sýslumaður og sum lógarinnar armur kennir lands­ins revsilógir út í æsir, og hin hand­ils­maður og løg­tings­mað­ur við drúgvastu royndum – av ting­fólk­u­num er tað bara Edmund Joensen sum hev­ur verið longri við enn Jørgen Nicla­sen. Men alt hetta merkir tíverri ikki, at vit fáa meira kvalitet í politikkin. Orðaskiftið mill­um Kristinu Háfoss og Jørgen Niclasen í útvarpinum mikukvøldið gjørdi bara fólk meira ørkymlað. Og tað er tíverri bara tað, sum kemur burt­ur úr av at hoyra tingfólk – ikki kjakast – tí tey kjakast ikki. Tey keglast, spilla hvønn­an út og spæla hund. Politikarar munnu halda veljaran vera býtt­an. Og býtt eru vit helst, tá vit ikki gera upp­reist­ur og krevja meira av okkara fólka­ valdu. Politikkur skal vera annað enn und­ irhald og livibreyð hjá ávísum persónum! – Tað var einki lag á monnum, tá Sjó­vinnu­bank­ in seinnapartin í gjár hevði stóra móttøku í sam­bandi við 60 ára føðingardagin. Og ætlaða veitsl­an verður neyvan nú… Soleiðis skrivaði Sosialurin 7. oktober í 1992. 60 ára stovningardagurin hjá Sjóvinnu­banka­ num gjørdist ein marra, tí bankin fór av knóra­ num og var loftaður uttan at fara á húsagang hend­an dagin. Sosialurin skrivaði: – Lagið var einki serligt á fólki, og tað var utt­an tað stórahóvastákið, at menn tóku í hondina á hvørj­um øðrum, stjóranum og nevndarlimum fyri at ynskja tillukku við runda degnum. Lúgva, stjala, villleiða og lumpa Stjórar, sherry og sorg... Sjóvinnubankin 1992 Les eisini blaðið á telefonini Tvífaldur flagg­ dagur tensix Høgni Djurhuus baksíðan Hitti Dollan á kristiligum møti sdfsdf síða 28-29 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri 6. oktober í 1992 var ein dapur dagur í Føroya søgu Hóast vit ikki longur hugsa á sama hátt um 6. oktober, so var hesin dagur í 1992 ímyndin av kreppuni í nítiárunum – tí hendan dagin gjørdist greitt, at kreppan var ramasti álvari, at nú stóð sera illa til. Hendan dagin fór Sjóvinnubankin av knóranum, plaga vit at siga. Men hann fór í veru­leikanum ikki á húsagang, tí at landsstýrið og danska stjórnin bjargaðu bankanum. Tjóðbankin útvegaði hálva milliard krónur, sum danska stjórnin veitt trygd fyri. Men tað var ikki uttan treytir fyri landsstýrið – treytir, sum merktu støðuna millum Føroyar og Danmark í nógv ár – og sum góvu Tjóðvelidsflokkinum vind í seglini soleiðis, at hann vann valið í 1998 og kundi skipa fullveldissamgonguna saman við Fólkaflokkinum. Sosialurin skrivaði soleiðis í blaðnum 7. ok­tober, sum kom á gøtuna kvøldið fyri: »Týsnáttina varð avtala gjørd millum lands­stýrið og donsku stjórnina, sum inni­ ber, at danski tjóðbankin skla tilføra Sjó­ vinnu­bank­anum 500 milliónir. Treyt­in fyri at hetta verður gjørt er, at lands­stýr­ið skal fylgja eini fíggjarpolitiskari stab­i­li­ser­ing­sæt­ lan. Hendan ætlan skala gerast eftir al­tjóða reglum fyri endurreising, og hon skal ger­ast innan fimm mánaðir. Ætlanin skal ger­ast av óvildugum fíggjarserfrøðingum, sum verða læntir frá IMF altjoða gjald­oyra­fel­ags­skap­ i­num. Ein tretin er, at javn­vág skal vera í fíggj­ar­lógini fyri kom­andi ár. Lands­stýr­ ið skal eisini hjálpa til við eini ný­mót­ ans­gerð av før­oysku vinnu­lívs­ lógini, her­ und­ir eisini banka, partafelags og grannskoðaralógini. Danski tjóðbankin skal læan Sjó­vinnu­ bank­a­num í fyrstu atløgu 300 milliónir krón­ ur. Peningurin verður útskrivaður í vekslum upp á seks mánaðir. Upphæddin kann eftir avt­alu millum ríkisstjórnina og tjóðbankan hækk­ast við 200 milliónum. Fyri hesum pen­ ingi verður veitt statsgaranti. Peningurin verður settur í ein grunn. Hes­ in grunnur verður stýrdur av fimm lim­um danska stjórnin velur tríggjar limir, lands­ stýr­ið tveir. Grunnurin setur nýggjan kapital í Sjó­vinnu­bankan. Tað var danska bankaeftirlitið, sum sló til. Sjó­vinnu­bankin kom at hava hall, tá árið er av, so stórt, at eginkapitalurin var í vanda. Nýggja skipanin merkir, at tey, sum eiga parta­brøv í Sjóvinnubankanum koma at missa pening. Eginpeningurin verður nið­ur­ skriva­ð­ur frá 98 milliónum til 15 milliónir.« 25 ár síðani svarta oktober