Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. oktober 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 116 3 ÁRNI GREGERSEN GREINING: Vanligt er, at orðaskiftið um fíggjarlógina snýr seg um politikk, tí júst gjøgnum fíggjarlóginaverður politikkurin hjá meirlutanum førdur út í gerandisdagin hjá okkum føroyingum. Undir 1.viðgerð av uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2018 førdi andstøðan fram at ov lítil politikkur er í uppskotinum. -Hettar uppskotið er í stóran mun ein framskriving av fíggjarlógini fyri í ár. Eg hevði heldur vilja, at meira politikkur kundi lesast úr uppskotinum, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins. Landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, sum sjálv hevur lagt uppskotið fram, er ikki samd við formanninum í Sambandsflokkinum. -Eg haldi tvørturímóti, at vit bæði við fíggjarlógini, sum er galdandi nú og við nýggja uppskotinum, stuðla væl uppundir tær politisku broytingarnar, sum samgongan hevur sett sær fyri at fremja, sigur hon. Hon vísir til, at í samgonguskjalinum stendur, at virðini í Føroyum skulu býtast javnari og tað er júst tað, sum fíggjarlógin leggur upp til. Stórmálini Sjálvt um fíggjarlógin hevur fingið 1.viðgerð, so eru kortini fleiri stórmál hjá samgonguni eftir at fremja. Uppskotið um nýggja fiskivinnuskipan er lagt fram, hevur fingið 1.viðgerð og er nú í vinnunevndini. Nýskipanaruppskotið er so umfatandi og so kollveltandi, at enn er torført at síggja fylgjurnar av uppskotinum. Tað er eisini torført at siga við vissu, hvussu uppskotið fer at síggja út, tá ið tað kemur aftur úr vinnunevndini. Vinnan er framvegis ikki nøgd við ætlaðu broytinganar, men tað er neyvan nakað at ivast í, at bulurin í nýskipanini verður tann, sum nú er í uppskotinum. Eitt annað stórmál er pensjónsnýskipanin. Málið er ikki lagt fram enn, men samgongan hevur sagt, at tað verður lagt fram nú stutt eftir heystfrítíðina. Pewnsjónsnýskipan skal tryggja búskaparligt haldføri uppá longri sikt – altso eini 30-40 ár fram, men andstøðan sigur seg ikki vita, hvat uppskotið mælir til. Triðja málið er stjórnarskipanin. Løgmaður hevur latið tinginum uppskotið, men tað er ikki lagt fram alment enn. Umsitingin hjá Løgtinginum hevur gjørt eitt uppritt til formansskapin. Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, vil ikki siga, hvat stendur í uppritinum, so leingi formansskapurin viðger tað. Hann sigur, at fundur verður aftur um málið 17.oktober. Tá ið umsitingin ger eitt upprit um eitt uppskot, so er tað vanliga, tí at ikki alt er eftir bókini ella tí ivaspurningar eru í málinum. Tá er tað upp til formansskapin at avgera um formansskapurin mælir tinginum til at viðgera málið ella vísa tí frá sær. Tað er sjálvt Løgtingið sum tekur endaligu avgerðina. Politikkurin Hendan samgongan hevur sitið við valdinum í góð tvey ár.Viðhvørt hevur tað verið rættuliga buldrasligt. -Eg haldi, at samgongan kann fáa eina høgan karakter fyri avrikini, men eg haldi ikki at listarliga støðið hevur verið serliga høgt, segði Helena Dam á Neystabø. Hon sipaði til, at ósemja ofta hevur verið í samgonguni um ymisk mál, men tá ið trýstast skal á atkvøðuknøttin tá hevur samgongan staðið saman. Undir sjálvari viðgerðini av fíggjarlógini, tók kjak seg upp, men tað var ikki beinleiðis um politikk, men heldur um faktuel tøl. Kjakið var um hvussu nógv nýggj arbeiðspláss vóru komin – ávikavist hjá tí almenna og í privatu vinnuni. Formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclassen, segði, at landsstýriskvinnan við fíggjarmálum hevur fiflað við tølunum, tí tølini nú eru ikki tey somu, sum tey sum vóru løgd fram í vár undir viðgerðini av fíggjarkørmunum. Samgongan hevur meirlutan aftanfyri seg í sambandi við fíggjarlógaruppskotið, tí Sjálvstýri hevur sagt seg taka undir við uppskotinum. Tað vil siga, at tá ið tað ræður um fíggjarlógina, so er meirluti aftanfyri, meðan spurningurin enn er, hvussu tað verður við fiskivinnunýskipanini og pensjónsnýskipanini. Heystið er vanliga heitt politisk tíð og tað er tað eisini í ár. Fíggjarlógin er eitt, men hini trý stórmálini skulu eisini avgreiðast í hesum árinum. Tað er í hvussu so er ætlanin hjá samgonguni. SAMGONGAN HEVUR FRAMVEGIS TRÝ STÓRMÁL AT LOYSA Tamt orðaskiftið um fíggjarlógina, men stór mál eru kortini at semjast um