Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. oktober 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 116 4 Tað er fyrr myrkt um kvøldarnar nú, og tað lýsir seinni á morgni. Hetta er alt sum tað skal vera, og um nakrar vikur fara vit til vetrartíð. Nógv gott kann sigast um hesa tíðina. Myrk­rið ger tað møguligt hjá okkum at hugna meira um – kvøldini eru longri og tað ber til at fyrihalda seg meira róligt, lesa bøkur, síggja film ella fáast við vetr­ ar­ítriv. Hjá okkum sum búgva so norðalaga er tað ein veruleiki, at í aðrari helvtini á ári­num er leingi ljóst, meðan dagarnir í hin­ar helvtini kunnu gerast ómetaliga stuttir um jóltíðir. Fyri okkum er hetta ein náttúrlig gongd og tað ger, at vit hava eitt summ­ar­ lív og eitt vetrarlív, Hvør partur av árinum hevur sínar av­bjóð­ingar. Sumt er knýtt at árstíðum og veðri, meðan annað er meira generelt, men kemur sjónligari fram í onkrum parti av árinum. Nú kvøldini gerast longri ogtað lýsir seinni á morgni er eitt, sum eg leggi til merkis, tað sum løgreglan kallar lykta­før­ ingin hjá bilum og øðrum akførum. Flestu bilar hava sjálvvirkandi ljós í dag, so tey tendra, tá ið bilurin verður startað­ur. Tað er gott og tað er eisini skila­gott, at ljósini eisini verða brúkt um dagin. Men nú í myrkrinum eru eisini onnur krøv. Lyktaføringin – ella ljósini – skulu lýsa fult tá ið myrkt er. Tá er ikki nóg mik­ið við koyriljósum, sum nógvir bil­ar hava. Tey tendra ofta ikki aftan á bil­i­ num, so sjálvt um ljós er framman, so lýsa bak­ljósini ikki. Tað krevst, at bilførarin veit um hetta og tendr­ar ljósini – sjálvandi um tey ikki gera tað automatiskt. Eitt annað ábyrgdarøki liggur hjá okk­ um bilførarum sjálvum. Tað eru vit sum eiga at tryggja okkum, at øll ljósini lýsa tá ið tey skulu og at vit ikki flyta okkum runt í myrkri við bilum, har fleiri perur ikki lýsa. Tað er okkarsa ábyrgd, at hetta fyri trygd­ina so avgerandimál, verður fylgt upp – kanska hvønn dag. At hetta ikki er greitt fyri øllum, koyr­ir tú í myrkri á landsvegunum hesaa tíð­ina. Havi ikki nøkur haldgóð hagtøl, men onki er at ivast í, at minst 20.hvør bil­ur koyrir uttan at øll ljósini lýsa sum tey skulu. Ofta møtir tú bilum, har bert eitt ljós lýs­ir frammanfyri, aftanfyri manglar eitt ljós og uppaftur meira vanligt er, at numm­ar­plátuljósini ikki lýsa. Umframt tað erus tillingarnar av høvuðs­ljósunum ikki í lagi heldur. Kann ljóða sum eitt sindur smáligt grenj, men hetta kann hava ómetaliga stóra ávirkan á ferðslutrygdina. Fyri eini 30 árum síðani var tað van­ligt, at Ráðið fyri Ferðslutrygd, bilverkstøðini og løgreglan í felag skip­ aðu fyri herferðum (kampanjum) sum høvdu til endamáls at betra um ljós­før­ ingina hjá akførum. Hetta verður ógvuliga sjáldan gjørt í dag. Veit sjálvandi ikki hví tað er so, men hugsi ofta, at tey sum varða av slíkum ar­beiða meira fyri at betra um okkara hug­burð í ferðsluni. Hóast so er, so haldi eg, at tað hevði onki gjørt um løgreglan – helst í samstarvi við Ferðslutrygd og verkstøðini – hugdi eftir, hvussu lykta­ før­ing­in er í dag. Sjálvt um bilarnir eru nýggir og modernaðir, so eru tað framvegis vit bil­førarar, sum skulu syrgja fyri, at vit ferðast so trygt sum møguligt á veg­u­ num. Bæði fyri okkara egnu og fyri hini ferð­andi er tað sjálvandi best. Megna vit at sleppa undan einum ferðslu­óhappi við at gera hetta, so er nógv vunnið og nógv er spart. Ája! Vikan ið fór Sæð á Facebook: Hasin nýggi filmurin, ið skal gerast, átti hann ikki at itið stutt og greitt "Sonur fleygarans", heldur enn langt og knortlut "Sonur fuglaveiðumansins"? 58 menniskjur vórðu dripin í Las Vegas, tá ein maður skeyt eftir fjøldini til eina kontrikonsert. Ferðafólk skulu nú rinda trífalt tað, ið føroyingar rinda fyri at brúka Strandferðsluna Sonur Fuglaveiðumansins er heiti á nýggjum filmi, ið sviarnir Richard Hobert, Anders Birkeland og Göran Lindström fara undir at taka upp í Føroyum í apríl. Faroe Islands Translate er nýtt átak frá Visit Faroe Islands og Atlantic Airways, ið skal fáa føroyskt upp í Google Translate. Herverk er framt á fleiri bilar í Vági, har onkur hevur loyst bóltar av hjólum, so at hjólini loysna. Fólkaatkvøða í Katalonia um loysing frá Spania bleiv møtt av harðari mótstøðu frá stjórnini í Spania. Yvir 840 fólk fingu løstir, tá stjórnin royndi at forða katalonum at atkvøða. »Fíggjarlóg« MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt milliónir er yvirskotið í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018. 751 Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, legði í farnu viku fram fíggjarlógaruppskotið fyri 2018. 1. viðgerð av uppskotinum var í løgtinginum mikudagin. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR Lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s. Turt og sólin sær. Sum dagurin líður, verður tað meira skýggjað, og ættin verður vestan. Um kvøldið fer at regna. Um náttina veksur hann vindin av eystri upp í 5-10 m/s. Hitin verður millum 6 og 10 stig. Lot til andøvsgul av útsynningi, 2-7 m/s, sum um náttina veksur upp í stívt andøvsgul av suðri, umleið 10 m/s. Tað verður skýggjað av og á, og stundum fer at regna. Hitin fer at liggja um 10 stig. Gul til stívt andøvsgul av eystri, 5-10 m/s. Um kvøldið snarar hann í ein landsynning og eystan og um náttina í ein útsynning. Tað verður skýggjað við regni, og hitin fer at liggja millum 7 og 10 stig. 3-8 m/s 2-7 m/s 5-10 m/s Ája! Um orðið sigur Sprotin Fíggjarlóg Um orðið sigur Sprotin: (stjm.) lóg um inntøkur og útreiðslur landsins eitt fíggjarár