Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. oktober 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 116 5 Porkeris Kommuna Við Á 8 950 Porkeri E:mail: porkeri@porkeri.fo Dagrøktarleiðari Søkt verður eftir dagrøktarleiðara til dagrøktarskipanina í Porkeri, at arbeiða hálva tíð. Arbeiðsuppgávur: Vit sóknast eftir einum dagrøktarleiðara, sum hevur hug og hegni at fyriskipa. Dagrøktarleiðarin skal eisini gera tað ney- ðuga til, at dagrøktarar og børn trívast væl í dagrøktarskipanini. Persónligir eginleikar: Viðkomandi skal verða fyrikomandi og duga væl at fara við starvsfeløgunum og foreldrum. Fakligir eginleikar: Viðkomandi skal hava útbúgving sum námsfrøðingur. Setanarviðurskifti: Starvið verður at seta frá 1. november 2017. Løn og setanarviðurskifti sambært sátt- mála millum Føroya Pedagogfelag og Komunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Porkeris Kommuna á tlf. 254430 ella 573520. Umsóknir: Umsókn, saman við prógvum og møguli- gum viðmælum, verða at senda til Por- keris Kommunu, Við Á 8, 950 Porkeri ella e-mail: porkeri@porkeri.fo í seinasta lagi 20. oktober 2017 Porkeri, tann 4. oktober 2017 Eitt námslektarastarv í sjúkrarøktarfrøði er leyst at søkja á Sjúkrarøktarfrøðideildini. Starvið er avloysarastarv og verður sett í eitt ár frá 1. november 2017. Starvið er fulltíðarstarv. Starvsøkið Arbeiðið fevnir um undirvísing innan sjúkrarøktarfrøði, vegleiðing í sambandi við uppgávuskriving og verkætlanir o.a. Arbeitt verður í tøttum samstarvi, bæði í toymi, innan samlaða undirvísarahópin, við kliniska partin av útbúgvingini í sjúkrarøktarfrøði og við aðrar samstarvspartar. Í arbeiðinum verður tú við í menning av útbúgving og undirvísing, ið fer fram á Sjúkrarøktarfrøði¬deildini. Førleikar Fyri at verða settur í starvið skal umsøkjarin vera sjúkrarøktarfrøðingur við í minsta lagi trý ára starvsroyndum og haraftrat hava viðkomandi kandidat- ella masterútbúgving. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur • kunnleika til føroysku útbúgvingina til sjúkrarøktarfrøðing á bachelorstigi • royndir innan undirvísing í útbúgving til sjúkrarøktarfrøðing • góð samskiftis- og samstarvsevnir • kunnleika til føroysk viðurskifti Námslektari er fulltíðar undirvísingarstarv, men aðrar serstakar uppgávur kunnu eisini vera partur av starvinum. Námslektari skal hava góðan fakligan førleika, rímiligan vísindaligan førleika, fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing, men fyrst og fremst góðan pedagogiskan førleika og verða góður undirvísari. Námslektari hevur vanliga ikki granskingarskyldu, men kann frá dekani fáa tillutað granskingartíð. Umsóknin Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd, arbeiðsroyndir, royndir við undirvísing og møguligan áhuga fyri luttøku í gransking. Umsóknir skulu sendast við telduposti til May-Britt Skoradal, varadekan, maybritts(at) setur.fo Lønar- og setanartreytir Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Landsstýrið og avvarðandi fakfelag. Freist Umsóknarfreist er tann 25. oktober 2017. Nærri upplýsingar Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Magna Mohr, dekan, magnim(at)setur. fo, tlf. 292270. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo. Námslektarastarv í sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya Leys størv á Landssjúkrahúsinum Anestesisjúkrarøktarfrøðingar til Anestesideildina Umsóknarfreist 20. oktober 2017 Sjúkrarøktarfrøðingar til P40-PI Umsóknarfreist 20. oktober 2017 Ljósmøður til Føðideildina, A2 Umsóknarfreist 6. Oktober. 2017 Leiðandi ljósmóðir til Ljósmøðratænastuna Umsóknarfreist 16. Oktober 2017 THS ráðgevar Umsóknarfreistin er 10. Oktober 2017 Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo Minnist til haldaragjaldið Boks 76, FO-110 Tórshavn Dreymastarvið finnur tú á in.fo