hósdagur 5. oktober 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 116
6
Blogga um sjúkuna
Miriam Fossadalsá, bróstkrabba
mein í feb ´16, sum 39 ára
gomul.
- “Er tað krabbamein?”
Eg fann ein knykil í bróstinum mitt í januar 2016 og fór
sama dag til lækna. Veit ikki, hví eg gjørdi so skjótt av,
men eg hevði varhugan av, at hetta møguliga ikki bara var
ein óskyldigur knykil. Læknin tók meg í størsta álvara og
sendi meg til mammografi.
Fekk tíð 3 vikur seinni, og 2 dagar eftir mammografi
fekk eg boð um at koma til ultraljóð. Skanningin vísti,
at har var nakað, og røntgenlæknin segði: ”Her er nakað,
sum skal vekk”.
Eg mannaði meg upp og spurdi: ”Er tað krabbamein?”
”Ja”, segði læknin.
Eg var einsamøll til viðtaluna, tí eg visti ikki, at eg fekk
boðini tann dagin. Eg koyrdi sjálv heim og bíðaði, til Kári
og børnini komu heim frá ítrótti. Bað síðan Kára koma
og keypa, so eg kundi siga honum boðini. Tað, sum eg
ikki visti av sjálv, var, at eg segði ikki orðið ”krabbamein”
fyri Kára, men eg segði ”ondartaður knykil”. Hann hevði
ikki fatað tað sum krabbamein, men bara ein óskyldigur
knútur, sum skuldi vekk. Ikki fyrr enn 3 vikur seinni,
tá eg og Kári tosaðu við bróstaskurðlæknan Kristján
Skúla á Skype, tá gekk tað upp fyri Kára, at talan var um
bróstkrabba, og fekk hann tá ein skelk. Hann skilti ikki,
at eg kundi sita so rólig og taka ímóti einari so álvarsligari
staðfesting sum ”BRÓSTKRABBI”, men eg hevði jú vitað
tað í 3 vikur:)
So týdningarmikið er tað at vera týðuligur, og ikki vera
bangin at nevna orðið “krabbamein”.
At skula siga teimum nærmastu frá mínari støðu, var
eitt tað strævnasta. Strævnast var at siga fyri børnunum
Heina (12) og Jóhonnu (10), at mamma hevur fingið
krabbamein.
Gloymi aldrin andlitsbráið á teimum, og gloymi aldrin
fyrsta spurningin eg fekk frá dóttrini: ”Mamma, fert tú
at doyggja?” Hvat svarar man so til tað? Eg segði, at tað
ætlaði eg mær ikki, men tað kundi eg aldrin lova teimum,
men læknarnir fóru at gera alt fyri, at eg skuldi blíva frísk,
og at tað sá gott út.
Annars haldi eg, at tey tóku tað heilt pent, og tey
høvdu sjálvi sagt tað fyri sínum vinum, so tað haldi eg
var flott av teimum. Eg havi roynt at borið boðini positivt,
tí tað føldi eg, at boðini vóru hóast alt. Læknarnir hava
allatíð lagt tað út sum, at hetta fóru vit at klára í felag,
og tað valdi eg at trúgva uppá.
Paula Berg Høgnesen,
bróstkrabbamein í nov ´16, sum
42 ára gomul
- Ikki bíða ov leingi
Eftir at hava bíða í hálvtannað ár, fekk eg endiliga tikið
meg saman at fara til lækna. Hetta var týsdag 8.november
2016, og longu fríggjadag fekk eg boð at koma til
mammografi og ultraljóðskanning. Eg hevði í alla hesa tíð
vóna tað besta, men innast inni nokk gruna tað ringasta.
Eg valdi at hugsa, nokk sum tey flestu, at krabbamein
rakar grannan, men ikki meg.
Skanningin vísti, at har var ikki alt, sum tað skuldi
vera. Biopsi var tikið, og 19.november fekk eg boð at koma
á LS og fáa boð frá læknanum, Kristján Skúla. Eftir at
eg ikki hevði etið og sovið nakað serligt nakrar dagar,
fór eg bangin suður tann leygarmorgunin. Eftir hesa
læknavitjan broyttist alt aftur. Frá at hava gingið og stúrt
nakað so ræðuligt, ja faktist hugsað um eg mundi klárað
at halda jól, hevði eg fingið nýtt mót. Læknin greiddi væl
frá, hvørji útlitini vóru og hvat nú fór at henda.
Eg skuldi gera meg klára at fara til Íslands eina góða
viku seinni.
30.november bleiv eg longu skurðviðgjørd, bróstið
bleiv tikið saman við 22 lymfukertlum. Krabbin var
burtur, segði læknin. Síðani skuldi eg í eftirviðgerð; í
fyrsta umfari kemoviðgerðir á LS og hareftir til strálir
í Íslandi.
Eg havi tær deiligastu “KrabbaKvinnur” at spyrja, tá
okkurt stingur seg upp - tær hava jú verið ígjøgnum tað
sama
Jólini 2016 vórðu góð og ikki merkt av sjúku, men gerið
ikki sum eg.....bíðið ikki ov longi, tá tit merkja nakað í
bróstinum. Farið til lækna beinanveg. Jú fyrri jú betri!
Ringt at siga við tey avvarðandi
Sum mamma er tað ringt at siga sínum børnum, at
mamma er sjúk.
Sum dóttir er tað eisini ringt at fortelja sínum
foreldrum, at man hevur fingið krabbamein.
Vit kenna tað aftur sum foreldur, hvussu hjálparleysur
man er, tá tað ikki stendur í okkara makt, hvat hendir
børnunum.
Eg gloymi ongantíð tann dagin, tá eg fortaldi fyri
mammu, at eg hevði fingið bróstkrabba. Tað var, sum alt
steðgaði upp, tá hon grátandi tók um meg og segði: “Hví
er tað ikki bara eg, ið eri vorðin sjúk ístaðin”.
Eg valdi at bíða við at fortelja børnunum (Sølvi 20),
(Karina 16) og (Jógvan 14) tað, fyrr enn eg visti, hvat
læknin hevði at siga. Tað var sjálvandi tungt, og tey høvdu
spurningar. Orðið “Kreft” er jú so ógvusligt, og man hoyrir
oftast tær døpru søgurnar. Eg valdi at greiða teimum frá
í einum positivum vinkli, hvat nú fór at henda.
Aftaná skurðviðgerðina høvdu vit heldur ikki grund
til annað enn at vera positiv. Krabbin var burtur; tó kundi
eftirviðgerðin vera hørð. Kemoviðgerðin merkti, at eg
mátti liggja nakrar dagar í songini eftir hvørja viðgerð,
men børnini og familjan vistu, at hetta skuldi til, um
mamma skuldi blíva heilt frísk aftur.
Við hjálp frá míni so sera góðu familju, so visti eg, at
hetta nokk eisini fór at ganga.
Turið av Teiginum Jacobsen,
bróstkrabbamein í aug ´16, sum
43 ára gomul.
- Hugsaði allatíð um børnini
At fáa staðfest bróstkrabba í august 2016 føldist sum at
vinna í lotto uttan yvirhøvur at hava keypt nakran lotto-
seðil. Hevði aldri trúð, at eg skuldi fáa bróstkrabba.
Eg havi gjøgnum árini merkt regluliga eftir bróstunum,
og haldi meg ikki hava merkt nakað óvanligt. Men tá eg
brádliga merkti ein stóran tyggigummi-líknandi klump
í bróstinum, fór eg beinanvegin til lækna. Hóast læknin
ikki metti, at tað virkaði sum nakað óndartað, so sendi
hann meg víðari í skipanini.
Fór fyrst til mammografi og so til ultraljóð 2 dagar
eftir, har røntgenlæknin beinanvegin var rættiliga vísur
í, at knúturin/klumpurin var óndartaður. Prøvar vóru
tiknir, sum vístu, at læknin hevði rætt.
Hóast tað var ein stórur skelkur at liggja har einsamøll
á briksini og hoyra, at eg hevði krabbamein, so eri eg glað
fyri at fáa tað at vita beinanvegin.
Talan var um ein knykil á 3,7 cm; men krabbameinið
hevði ikki spjeitt seg víðari, so bara knykilin bleiv tikin
burtur, og onkur muskul/feitt frá rygginum bleiv fylt í
bróstið aftur - alt gjørt undir somu skurðviðgerð. Síðani
skuldi eg í fyribyrgjandi kemo-viðgerðina og hareftir til
strálir í Reykjavík.
Eg eigi 4 børn og havi givið bróst til 4 børn, og havi
annars so gott sum liva upp til øll tey góðu ráðini, man
Tað er ljósareyði oktober, og tað merkir,
at kvinnur í hesum døgum varpa ljós á
bróstkrabba. Ein bólkur av kvinnum, sum rópa
seg Krabbakvinnurnar, blogga um, hvussu
tað er at hava bróstkrabba – við øllum tí, sum
hartil hoyrir. Les teirra egnu orð her á síðuni.
- KRABBAKVINNUR SIGA FRÁ