hósdagur 5. oktober 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 116
7
kann lesa alla staðni, um hvussu man kann fyribyrgja
bróstkrabba..... so eg havi hvørja ferð hug til at skræða øll
hesi bløðini, har eg síggi øll hesi góðu ráðini
Tað ringasta
At hava børn/smábørn og fáa staðfest krabbamein er ikki
ein góð samanseting. Hugsaði tað fyrstu tíðina alla alla
alla tíðina um børnini. Eg eri ikki bangin fyri at doyggja
sjálv, men helt og haldi enn ikki, at børnini, sum tá vóru
2, 8, 12 og 15 ár, vóru klár at missa mammu sína.
At siga fyri børnunum, at mamman er álvarsliga sjúk,
hevur heilt klárt verið tað ringasta í øllum forløbinum.
Eg og maðurin samlaðu trý tey elstu børnini og fortaldu
teimum, at læknarnir høvdu funnið krabbamein í
bróstinum hjá mær, og at næsta hálva árið ella so fór
alt at verða øðrvísi heima hjá okkum, við skurðviðgerð,
kemo, strálir osfr.
Havi aftaná tosað við børnini um tað, og tann elsti
(15ár) helt í fyrstuni, at vit skuldi skiljast, tann næstelsti
(12ár) helt, at vit skuldu hava eitt barn aftrat, og dóttirin
(9ár) fór at gráta beinanvegin.
Sum tíðin nú hevur gingið, og kemoviðgerðin ikki var
so ring, sum eg hevði væntað, og alt faktiskt hevur gingið
væl, so hevur hetta ikki ávirkað børnini so nógv - lívið hjá
børnunum er ikki broytt so nógv. Tó var eg meira heima
um dagarnar, og haldi eg, at børnini vóru ordiliga glað
fyri tað
Eg eri persónliga kristin, og hjálpti trúgvin mær nógv
ta fyrstu tíðina, og tað, at nógv fólk bóðu og biðja fyri
mær, hjálpir eisini nógv - og eri eg vís í, at hetta eisini
hevur hjálpt okkum nógv sum familja gjøgnum hesa
tíðina, og at alt hevur gingið so gott, sum tað hevur gingið,
hóast alt.
Veit gott, at eingin eigur dagin í morgin, og at eg
noyðist at taka ein dag í senn, men tað eri eg aaalt for
ótolin til, eg vil hava ár í senn.....
Halla Nolsøe Poulsen,
bróstkrabbamein í okt ´14, sum
37 ára gomul
- Hart fyri tey avvarðandi
At verða avvarðandi til ein krabbameinssjúkling er hart.
Tann sjúki hevur “loyvi” at fella í fátt og hevur kanska
ring hjáárin av viðgerðini, meðan makin/tey rundanum
mugu klára familjuna og fáa gerandisdagin at koyra so
trygt sum gjørligt fyri børnini.
Hjá okkum var tað so ómetaliga heppið, at hvørja
ferð eg fekk kemo, so komu antin míni foreldur ella
verforeldur (til síðst bara ein av ommunum ella abbunum)
og hjálptu við tí dagliga í nakrar dagar. Tá mamman liggur
sjúk í songini og pápin kanska er stúrin og hevur nógv at
hugsa um, so var tað gull vert, at onkur var har at geva
umsorgan og uppmerksemi til børnini.
Man kann næstan fara so langt sum at siga, at tað var
heppið, tí hetta gjørdi at børnini og ommurnar/abbarnir
á henda hátt fingu skapt eitt band, sum tey annars ikki
høvdu havt á sama hátt. Av tí at vit búðu niðri, so sóust
við næstan bara í ferium, og børnini vóru so lítil, at tey
ikki ordiliga høvdu etablerað eitt samband tá.
At missa hárið
At missa hárið var fyri meg ikki nakað stórvegis tap.
Havi sum ung havt “trimmað” hár í eitt langt tíðarskeið,
og tað var so sera lætt og mær dámdi tað væl. Tó, sum
mamma at smábørnum og við einum starvið, har ein er
í samband við nógv ymisk fólk, var tað ikki ein stílur, ið
hóskaði.
Tá hárið byrjaði at detta av, tóku vit børnini við á vesið,
og so trimmaði maðurin tað, ímeðan tey sóu, so tey ikki
skuldu blíva kløkk. So longi eg enn hevði eygnavippur
og –brýr, kendi eg meg væl. Var í húgvu, tá eg var úti –
tað var vetur, so tað var ikki løgið – men onkuntíð tá eg
heintaði børnini á stovni, mátti eg úr húgvuni, meðan
eg var inni. Nú langa tíð aftaná hevur dótturin fortalt,
at ein drongur í barnagarðinum hevði sagt við hana, at
“mamma tín líkist einum manni”.
Herfyri gingu vit túr úti, og maðurin, ið rakar hárið av
hjá sær, hevði gloymt húgvuna. Sigur, at tað er ótrúligt,
sum man er kaldur um høvdið, tá man onki hár hevur.
“Eg veit”, kundi eg svarað.
Hvussu nógvar konur kunnu føla við manni sínum
har?
Borghild Andreasen,
bróstkrabbamein í januar ´16,
sum 41 ára gomul
- Høgra bróst byrjaði at vaksa
Eg fór til kommunulæknan, tí høgra bróst byrjaði at
vaksa, nokkso skjótt eisini, og tað virkaði til, at tað fyltist
við vætu. Kommunulæknin visti ikki, hvat tað kundi vera,
tað kundi líkst eini infektión, men eg hevði ikki febur, so
ein ávísing bleiv send til Landssjúkrahúsið, at fáa hetta
kanna og møguliga drena vætuna.
Eg fái so boð at møta til mammografi. Tá er bróstið
sera hovið, tað er eisini eymt, tí húðin strammar.
Eg síggi røntgenmyndina og fái eisini at vita, at tað ikki
er rætt, at tað alt er so kompakt, at strálirnar ikki sleppa
ígjøgnum. Eg fái so at vita, at røntgenlæknin er her, so
eg skal beinleiðis víðari til ultraljóð.
Røntgenlæknin sigur beinanvegin, at hetta sær ikki
gott út. Eg mótmæli eitt sindur, men hann sigur, at har
er okkurt, sum skal fjernast. “Tá bróstið veksur, er tað
ikki góðartað”.
Hann skannar so væl og leingi, eg bara hugsi um,
hvussu langa tíð hetta tekur, og ljóðið frá scannarinum
irriterar meg. Hann tekur eisini nakrar biopsiir. Síðani lat
eg med í aftur, og røntgenlæknin sigur, at tey hava tosa
um tað og lagt ein plan og meiningin er at eg skal byrja
uppá kemo sum skjótast. Eg skal rokna við 8 viðgerðum
í 6 mánaðir, og eg skal nokk eisini hava strálir, aftaná at
eg eri blivin skurðviðgjørd. Men fyrst skuldi eg ein túr í
CT skannarin, fyri at síggja, um tað var farið víðari frá
lymfunum.
Síðani skuldi eg fáa tíð hjá skurðlækna og onkolog.
Røntgenlæknin gjørdi mær greitt, at eg skuldi ikki
hugsa um nakað, tey skuldi nokk taka sær av øllum; eg
skuldi bara fara heim og fortelja tað fyri mínum nærmastu.
Røntgenlæknin gjørdi mær greitt, at eg skuldi ikki hugsa
um nakað. Hann skuldi nokk taka sær av øllum; eg skuldi
bara fara heim og siga tað við tey nærmastu.
Makin ofta gloymdur
Stutt eftir at eg var byrja í kemoviðgerð, eru eg og maðurin
á veg inn í ein handil, í hurðini møta vit einari kvinnu
eg havi arbeitt saman við. Hon steðgar okkum og spyr,
hvussu tað gongur, hvussu eg havi tað og virkar áhuga
at hoyra um viðgerð og annað.
Hon hevur hoyrt frá einari av mínum vinkonum, at
eg havi fingið bróstkrabba. Knappuliga vendir hon sær
ímóti manninum hjá mær og spyr: “Hvussu hevur tú tað?”
Hann blívur púra paff, sigur so: “Jú takk, eg havi tað
eisini gott.” Hon sigur so: “Ja makin verður ofta gloymdur.
Hann noyðist at vera tann sterki, tann sum stuðlar, men
hann hevur eisini brúk fyri stuðli.”
Hetta hevði eg ikki hugsa um, men hugsaði ofta um
tað seinni. Hvørja ferð eg spurdi mannin, segði hann: “So
leingi tú sigur,at tú hevur tað gott, so havi eg tað eisini
gott eftir umstøðunum.”