Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. oktober 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 116 8 Berghild B. Mittún, bróstkrabbamein í mei ´16, sum 40 ára gomul: - Okkara "12. maður" Tá eg fekk staðfest bróstkrabba í mei 2016, var eg við barn í 33. viku. Barnið varð tí tikið við keisaraskurði 6 vikur áðrenn termin, og eg varð sett í kemoviðgerð 10 dagar seinni. Tað var ein stórur skelkur fyri meg, mannin og okkara børn. Men hetta var eisini ein skelkur fyri alla familjuna, vinir og kenningar hjá okkum. Líka frá fyrsta degi aftaná, at vit høvdu fingið boðini, upplivdu vit stóra umsorgan og stuðul. Umframt at okkara allar nærmastu vóru um okkum og børnini, og vóru til óbeskriviliga hjálp, so bjóðaðu fólk sær eisini til at hjálpa við at koyra og heinta børnini frá ítrótti, sendu gávur og heilsanir, komu á vitja og komu við bollum og køkum, við lidnum døgurðum og hjálptu okkum við at mála og tapetesera og innrætta kømur, sum vit nú ikki náddu at gera sjálvi, áðrenn barnið kom hesar 6 vikurnar ov tíðliga. Eg ivist ikki eina løtu í, at ein av høvuðsorsøkunum til, at vit sum familja og eg sum sjúklingur eru komin so væl fyri okkum, er tí, at vit allatíð hava havt so góð fólk rundan um okkum og hava fingið stóra umsorgan og hjálp frá okkara nærmastu, hesa tíðina eg var sjúk. Ringasta at siga tað við børnini Tann ringasta løtan var, tá ið vit skuldu fortelja børnunum, at eg var álvarsliga sjúk. Eftir at eg og maðurin vóru komin heim av LS, har vit fingu boðini um, at eg var sjúk, komu børnini heim. Tey høvdu verið hjá ommu og abba sínum, meðan vit vóru til samtaluna á Landssjúkrahúsinum. Hvussu skuldi eg greiða teimum frá, at eg hevði krabbamein, og hvussu kundi eg siga hetta fyri teimum uttan at særa tey, tí tað vildi eg fyri alt umganga. Men tað var ongin vegur uttan um, vit máttu siga, sum var. Eg eigi ikki orð fyri, hvussu tað kendist at sita við tveimum grátandi børnum í fanginum og einum lítlum inni í stóra runda búkinum og kenna meg so djúpt hjálparsleysa. Hetta kundi eg ikki bara fixa soleiðis uttan víðari. Hetta var verðuliga "the deep shit" og eg var orsøkin til allan óttan og sorgina, sum børn, maður, foreldur og familja nú vóru komin í. Vildi so fegin kunna sagt við tey, at tey ikki skuldu verða kedd og stúra, men tað bar bara ikki til. Vit royndu tó at leggja dent á alt tað sum hóast alt var positivt. Vit fortaldu børnunum, at Kristján Skúli, bróstaskurðlæknin, segði, at útlitini fyri at eg skuldi gerast frísk aftur, vóru rættuliga góð, og viðgerðirnar til hetta slagið av bróstkrabba vóru serstakliga góðar. Tað, at bróstaskurðlæknin og Tórhild, sjúkrarøktarfrøðingur á bróstambulatoriinum, bjóðaðu sær til at tosa við børnini, so tey kundu fáa svar uppá allar sínar spurningar frá teimum, gjørdi sítt til, at tey skiltu betur, hví og hvat eg mátti ígjøgnum teir næstu mánaðirnar. Eg haldi, at tey tí blivu tryggari við tankan um, at eg nokk skuldi gerast frísk aftur. Súsan Joensen, bróstkrabbamein í des ´15, sum 39 ára gomul - Bróstkrabbi og jólahugni Tað einasta, sum mól í høvdinum á mær, tá eg fekk mína diagnosu, var: “Hvussu fái eg børnini ígjøgnum hetta uppá ein góðan máta??” Børnini vóru tá 11 og 7 ár, tað var mitt í desembur, jólahugnin var í topp .....og mamma hevði fingið bróstkrabba og skuldi til Íslands at leggjast undir skurð í jólaferiuni. Bjarni og eg valdu beinanvegin, at børnini skuldu sleppa at hava eini vanlig krabbameinsfrí jól, so eg bíðaði við at geva teimum boðini inntil 2.jóladag; tveir dagar áðrenn eg fór til Íslands. Eg fekk bjóðað at fáa fylgjara við, men eg takkaði nei, tí eg vildi, at Bjarni var heima hjá børnunum og gav teimum eina góða jólaferiu og nýttársaftan hóast alt. Eg kom heim úr Íslandi fríggjadagin 1.januar, so vit høvdu vikuskiftið saman, áðrenn børnini skuldu aftur í skúla. Eg var sera væl fyri aftaná skurðviðgerðina, og vit hugnaðu okkum heima – akkurát sum eitt vanligt vikuskifti. Eg tosaði nógv við børnini um, at eg beinanvegin fór at kunna lærarar, starvsfólk á frítíðarskúlanum og foreldrini at floksfelagunum um mína sjúku, so tey vaksnu rundan um børnini vistu, hvat støðan hjá Barbaru og Silas var, tá skúlin byrjaði aftur. Tað hevði sera stóran týdning fyri meg, at kunna tey fólkini, sum til dagligt eru um børnini, tí eg hevði brúk fyri allari hjálp til at fáa børnini væl ígjøgnum hetta. Starvsfólkini á LS og á Landspitalinum í Íslandi hava eisini verið til ótrúliga stóra hjálp. Eg tosaði nógv við Tórhild, sjúkrarrøktarfrøðing, um hetta, og hon vissaði meg um, at eg skuldi gera tað uppá MÍN máta, tí EG kenni míni børn best. Starvsfólkini á onk.amb. bóðu meg endiliga biðja børnini koma við til kemo – hetta var heilt klárt við til, at tey skiltu betur, hvat hendi, tá mamma var til kemo, og tey høvdu lættari við at góðtaka, at eg bleiv so ússalig aftaná hvørja kemo. Á stráludeildini í Íslandi vóru tey ikki minni fitt! Tey bjóðaðu børnunum at síggja strálukanónina og ymiska onnur tól og dugdu so væl at forklára, hvat tey gjørdu við meg. Eisini høvdu tey bomm og smáar gávur til børnini – fantastiskt at uppliva! Børnini verða hart rakt, tá mamma fær krabbamein, men eg eri so takksom fyri, at vit hava havt so nógv góð fólk rundan um okkum, sum hava hjálpt okkum ígjøgnum hetta. Fyrireikaði børnini Eg royndi so væl sum gjørligt, at fyrireika børnini uppá, at kemoviðgerðin kundi gera meg nakað so ússaliga – men at hetta als einki hevði við krabbamein at gera. At hetta “bara” vóru hjáárin av viðgerðini. Eg forkláraði teimum, at læknarnir høvdu valt, at eg skuldi í kemo, bæði tí at krabbin var farin víðari í eitlarnar undir arminum, og tí eg var so ung. Hetta skilti Silas ikki ordiliga, so eg royndi enn einaferð at leggja dent á, at læknarnir hildu tað vera best, tí “mamma er so ung...” So spyr hann púra álvarsligur: “Also mamma, hevur nakar lækni sagt við teg, at tú ert UNG?? Tú ert akkurát blivin 40!!” Vit hava allatíð roynt at taka mína sjúku við einum smíli og eitt sindur av humori. Børnini arga meg enn við, hvussu ússalig eg varð aftaná hvørja einastu kemo, og serliga minnast tey, at eg brúkti hugtakið “kemohjerne” sum umbering fyri alt, sum eg ikki mintist. Men herfyri fekk eg greið boð um, at nú var SLUT við at útnytta tað, at eg havi verið í kemo. “Nú mást tú viðganga, at tú ikki hevur “kemohjerne” longur – nú ert tú bara gloymsk, sum tú eisini vart tað áðrenn kemoina!” Húngerð N. Arabo, bróstkrabbi í august 2016, sum 46 ára gomul - Tilvildarligt at tað kom fram Eg fór til læknan í august 2016 við óbehag í bróstinum. Eg fekk at vita, at hatta var ein vatnsamling, sum konur millum 45 og 50 ár kundu fáa, men kommunulæknin sendi meg til mammografi fyri eina sikkurheits skyld. Har sóu tey okkurt, so eg bleiv send í scannaran dagin eftir. Óbehagið, sum eg fór til læknan við, hevði einki við krabbameinið at gera, so tað var sera gott, at kommunulæknin sendi meg til mammografi. Eg fekk at vita, frá røntgenlæknanum, at eg hevði helst einki følt til krabbaknútin í eitt ár afturat, sum hann sat. So gekk alt skjótt. Eg var løgd undir skurð í Íslandi minni enn tvær vikur eftir diagnosuna. Eg kundi behalda bróstið, men teir skóru ein knút uppá 14mm burtur. Eg havi bara gott at bera bróstaklinikkini í Íslandi, har eg bleiv skorin. Tá eg kom heim aftur, so skuldi eg bíða nakrar vikur, áðrenn vit kundu tosa um eftirviðgerð. Íslendski læknin segði, at eg bert skuldi stráluviðgerast og taka hormonniðursetandi tablettir, men danski læknin, sum eg tosaði við á Landssjúkrahúsinum segði, at eg var á markinum fyri at skula hava kemo áðrenn strálir. Hann segði, at eg kundi velja sjálv. Hann segði, at 10 ára yvirlivilsisratan hjá einum við einum knúti sum mínum batnaði 2% við kemo og strálum í mun til bara strálir. Hetta var ein løgin støða at vera í, men aftaná at hava hugsað um tað, og tosað við onkran, so avgjørdi eg at droppa kemo og fara beint til strálir. Hetta gjørdi eg so í december, har eg var í Íslandi til stráling, og 19 december var eg liðug við viðgerðina og kundi koma heim at halda jól. Eg skal so taka hormonniðursetandi tablettir í 10 ár og ganga til kontrol hvørt hálva ár.