hósdagur 5. oktober 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 116
9
SVÍKuR
TÁ SKIPANIN
Tað tók nærum 12 ár hjá Rebekku Niclasdóttir Dahl at fáa staðfest, hvørja sjúku sonur hennara hevur. Og
tá diagnosan umsíðir kom, var at kalla eingin hjálp at heinta. Serundirvísing er tað, sum drongurin verður
mettur at hava tørv á. Men pengar eru ikki til staðar at geva honum nøktandi hjálp. Á komandi síðunum
kanst tú lesa um søguna hjá Rebekku Niclasdóttir Dahl. Tú kanst síggja, hvat 27 av landsins skúlastjórum
siga um serundirvísing, og tú kanst lesa, hvat Sernám sigur um støðuna. Í dag fer Vikuskiftis Sosialurin
undir eina stóra kampanju við heitinum “Tá skipanin svíkur”. Í dag snýr tað seg um skúlabørn við
autismu. Í komandi viku seta vit sjóneykuna á børn við menningartarni. Trupulleikarnir eru ymiskir, men
felags fyri tey, sum tú kanst lesa um í dag og komandi vikuna er, at tey øll kenna seg kroyst út á eggina.