hósdagur 5. oktober 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 116
10
TEMA:
Tá skipanin svíkur
BARBARA HOLM
BARBARA@SOSIALURIN.FO
Vit leggja fyri í komandi síðunum við at varpa
ljós á umstøðurnar hjá Rebekku Niclasdóttir
Dahl og soni hennara Mikkjal. Mikkjal hevur
autismu og ADD. Tað merkir, at hann hevur
sertørv og fyri at menna hann mest møguligt
krevst faklig hjálp. Fólkini handan “Tí góðu
tilgongdini” – ein felagsskapur við øllum
avvarðandi stovnum – hava mett, at Mikkjal
hevur tørv á fleiri tímum í serundirvísing.
Hvørjaferð eru boðini frá Sernámi tó, at
tað ikki eru pengar at játta fleiri tímar til
Mikkjal.
Men hetta skal ikki snúgva seg bert um
manglandi pengarnar hjá Sernámi. Umframt
Rebekku hevur Sosialurin verið í sambandi
við fleiri foreldur, skúlastjórar, lærarar,
Sernám og onnur fakfólk um hesa støðuna.
Øll kenna tey hendan trupulleikan – pengar
eru ikki altíð til tað, sum man metir best at
gera fyri hvørt einstaka barni. Og tað er so
tað.
Men foreldrini og børnini við sertørvi
standa eftir við svarta peri. Tað, sum tey
Sosialurin hevur tosað við eftirlýsa – øll sum
ein – er eina ætlan.
Rebekka Niclasdóttir Dahl og maður
hennara Jens Pauli Dahl spyrja – hvat miðjar
tað almenna í móti at læra Mikkjal, áðrenn
hann er 18 ár? Metir man, at hann skal duga
betri at tosa? Skal hann koma upp á støðið
við sínar javnaldrar, tá ið umræður til dømis
rokning? Vil man læra hann at lesa sum sínir
javnaldrar? Ella hvat heldur man, hann kann
klára við tí røttu hjálpini?
Tað vita tey ikki. Tí tey hava ongantíð
fingið eina nøktandi heildarætlan fyrilagda,
har tey, skúlin og teir avvarðandi stovnarnir
saman kunnu leggja seg í selarnar fyri at
uppnáa teimum málum, sum man hevur
sett fyri Mikkjal.
Tey fáa bert at vita, at “hann eigur at fáa
fleiri tímar, men tað eru ikki pengar”. Hvat
so?
Rebekka Niclasdóttir Dahl greiðir frá á
komandi síðunum, at hon eftirlýsti einari
diagnosu uppá Mikkjal frá tí hann var
hálvtannað ára gamal. Tá hann var umleið
9 ára gamal komu fyrstu boðini frá Sernámi –
honum tørvar kærleika, men man metir ikki
hann er autist.
Tað vísti seg so, at tað er hann. Tann
diagnosan kom, tá ið Mikkjal var 12 ár
og sendur út til Pyskiatriska depilin til
diagnostisering. Magnus Tausen og Frida
Poulsen, virkandi leiðarar á Sernámi harmast
um hetta, men halda tað vera løgið, tí eingin
slík greining verður gjørd á Sernámi. Partar
av skjalinum eru tó prentaðir her í blaðnum,
sum sjón fyri søgn.
Vit hava somuleiðis ringt runt til 27 av 37
skúlastjórum og fyrstilærarum í landinum,
og bróðurparturin av teimum svara, at tey
fáa ongantíð tað játtan til serundirvísing,
sum tey meta seg hava tørv á.
- Teir næmingar, ið hava tørv á tímunum,
fáa ikki so nógvar tímar, at vit klára at geva
teimum tað, ið teir hava tørv á. So tað gongur
út yvir trivnaðin hjá teimum, sigur Hans Jón
Thomsen, stjóri í Hoyvíkar skúla.
Og eftir sita børnini við svartaperi.
Nú fíggjarlógin er til viðgerðar er
hóskandi at spyrja – hví raðfesta vit ikki
hesi børnini, sum hava tørv á fleiri tímum
til serundirvísing?
Stór kampanja
- TÁ SKIPANIN
SVÍKUR
Komandi tíðina fer Sosialurin og in.fo at varpa ljós á tað
vónsvik, sum fleiri foreldur kring landið sita við í dag. Tey
hava øll ymiskar avbjóðingar tey ynskja hjálp við, men
felags er, at tey kenna seg trýst heilt út á eggina, og almenna
trygdarnetið í samfelagnum snøgt sagt ikki strekkir til.
Í komandi viku kanst tú lesa um
foreldur, sum stúra fyri, hvat
vaksni sonurin við autismu kann
finna uppá. Somuleiðis kanst tú
lesa um foreldur við vaksnari
gentu við menningartarni, sum
umhugsa at flyta frá henni, fyri
at tvinga tað almenna at hjálpa
henni. Bæði hesi foreldrapør
skríggja eftir hjálp og búplássi til
teirra vaksnu børn. Eisini tey eru
trýst út á eggina.