hósdagur 5. oktober 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 116
20
HARRIET OLAFSDÓTTIR OG SARAH MAREE
Vit kenna tað øll - hettar, tá vit hava hug at bjóða til brunch, men
halda okkum aftur tí tað tekur simpultenn so langa tíð.
Eg havi funnið fram 4 uppskriftir til tykkum, sum ikki taka serliga langa tíð
at gera og har tú fært nýtt sama tilfarið aftur, uttan at tað gerst tað sama.
Hesar 4 uppskriftirnar eru nokk til ein góðan brunch í sær sjálvum,
men tað ber sjálvandi til at gera okkurt smátt afturat.
Hey, eg eiti Sarah
Maree! Mær
dámar væl at gera
sunnan, frískan
og simplan mat.
Eg eri fødd í
Australia inn
í eina stóra
italienska familju,
so matur hevur
altíð verið ein
sera stórur
og umráðandi
partur av mínum
gerandisdegi.
Í byrjanini av
2017 fór eg úr
Australia á eina
ferð kring Europa,
fyri at læra meira
um matmentanina
í hesum londum.
Tær royndirnar
eg havi fingið
gjøgnum mína
fjakkaraferð,
saman við mínum
italiensku røtrum
– hava givið
íblástur og eru
nú grundarlag
undir mínum
matbloggi sum er
í gerð og kemur
út í næsta mánað.
Eitt nú vóru
vit í Føroyum í
mai og er onkur
uppskrift í gerð,
sum er inspirera
av Føroyum.
Brunch
UPPÁ TANN
NEMMA MÁTAN