Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. oktober 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 116 19 Eyð Matras Eyð Matras er leiklistakvinnan aftanfyri Eymaleik, sum er heitið á sjónleikaravirksemi hennara. Umframt fleiri smærri verkætlanir hevur Eymaleik gjørt einrøðuleikirnar "Sjóvevur" í 2008 og "Í mínum hondum" í 2011. "Morgunstjørnan yvir Wittenberg" er triðji einrøðuleikurin í røðini, ið allir byggja á veruligar hendingar og lýsa lívið hjá undangongukvinnum.  Eyð Matras hevur tikið útbúgving sum tíðindafólk og drama-pedagogur í Noregi. Hon hevur í mong ár verið virkin innan leiklistina sum áhuga- og yrkisleikari, og hevur tí eisini drúgvar og fjølbroyttar royndir undan, at Eymaleik varð sett á stovn í 2008. Eitt nú kann nevnast royndir innan film, sjónvarp og útvarp, eins og hon hevur royndir í frálæru og í at leikstjórna. Eyð Matras er fødd 0508 1963. Sambúgvi hennara er Tummas Joensen. Tey eiga tvey børn. Tóra fødd í 1998 og andaðist í 2015 og Flóvin, føddur í 2003. Virðislønir og avrik hjá Eymaleik: 2017 – Morgunstjørnan yvir Wittenberg, um Katharinu von Bora, sum var nunna, og var ein av tólv nunnum, sum flýddu úr kleystrinum í Nimbschen til Wittenberg og giftist hon Martin Luther, trúbøtaranum. 2015 - Listavirðisløn Nólsoyar Pálls -Klaksvíkar Kommuna 2011 - Í mínum hondum, er leikur, sum er bygdur á skalavlopini í Gerðum í Klaksvík í 1700 talinum. Um Katarinu Joensdatter, kona Árant úti í Bø úr Svínoy, sum fekk tvíburðar við einum av manningini á Westerbeek, sum sigldi á land á Lobranseið.   2008 - Ársins herðaklapp -Tjóðpallur Føroya og Meginfelag áhugaleikara Føroya 2008 - Sjóvevur, um svensku Ainu Cederblom, sum sigldi úr Svøríki til Føroyar í lítla báti sínum Rospiggen II í 1933. Hon fór til Grønlands við skonnartini Stellu Mariu, og gjørdi eina roynd at sigla til Amerika. Aina kom aftur árið eftir til Klaksvíkar og bygdi vevskúlan úti í Grøv. Toymið kring leikin: Rithøvundur: Eyð Matras Leikstjóri: Ria Tórgarð Leikari: Eyð Matras Tónleikur og ljóðmynd: Magni Husgaard Ljóssniðgevi: Árni Baldvinsson Pallmynd: Ria Tórgarð Pallgerð: Nicolaj Falck og Klæmint Isaksen Props og rekvisittir: Ria Tórgarð, Guðrið Poulsen Búni: Marita Samson Sigurdardóttir Framleiðslustjóri og PR: Durita Samuelsen