Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-05, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. oktober 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 116 18 ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO P osthúskjallarin í Klaksvík varð í summar ruddaður og nýttur sum karmur um listaframsýningina Summarlist 2017. Tað var eisini til hesa sýningina, at sjónleikarin Eyð Matras fekk eyguni upp fyri høli­ num. Hon sigur, at hon fekk hug­ skot­ið at gera ein leik um lívið hjá Katharine von Bora, ið var kona Martin Luther, um jóltíðir í fjør, og hevur síðani arbeitt við hug­skotinum. Hon avgjørdi tó at brúka Posthúskjallaran í Klaksvík sum karm um leikin, tá hon fyrstu ferð sá hølini í summar. – Hølini eru so serstøk og hóska seg væl til dámin og hugalagið, sum eg vil skapa rundan um leikin, sigur Eyð Matras, sum annars hevði ætlað at ferðast kring landið við leiki­num, áðrenn hon fann hølini – ella tey funnu hana. Rái kjallarin er á leið 50 ára gamal og tað eru eini tríggir metrar frá gólvinum til loftið. Hølið luktar eitt sindur av vátum betongi og mál­ing, og tað ljóðar eftirí, tá tú tosar. Tað er sum kenslan inni í tær broytist, tá tú kemur inn – sum ert tú farin úr Klaksvíkini í ein annan heim eina løtu. Her í gamla kjallaranum setur Eyð Matras – kvinnan hand­an Eyma­leik - einrøðuleikin um lívið hjá Katharine von Bora ”Morgun­ stjørn­an yvir Witten­berg” á pall. Leikstjórin, Ria Tórgarð hevur lagt dent á sambandið ímillum frá­ søguna, ið Eyð Matras ber fram, tón­leikin, ið Magni Husgaard hevur komponerað og sjálvt hølið, ið við sínum ráu betong veggjum verður livandi karmur um sýningina.   Einsamøll á palli Eyð Matras greiðir frá, at henni dám­ar at vera einsamøll á pallinum, og hvílir í tí leiklutinum, ið hon hevur skapað seinastu tíðina. –Tað er stuttigt at siga eina søgu einsamøll. Onkursvegna eru vit altíð einsamøll, sigur hon hugsanarsom. – Eg fái møguliga sagt okkurt, sum eg ynski at siga, men ikki fái sagt í øðrum høpi. Eg fái roynt meg í at skriva søgur og leikir uttan uppíblandan uttanífrá. Tað er deiligt at sleppa at gera tað, hóast tað er hart, krevjandi og av­ bjóðandi, sigur leikarin. Søgan um ein sterka kvinnu Katarine von Bora vaks upp í einum kleystri og 16 ára gomul gjørdist hon nunna. Men í 1523 flýggjar hon úr kleystrinum, saman við 11 øðrum nunnum, og kemur til Wittenberg. 24 ára gomul giftist hon við Martini Luther, sjálvum re­formatorinum. Tjúkkar bøkur eru skrivaðar um Martin Luther, men tað er ikki fyrr enn í nýggjari tíð, at áhugi er fyri kvinnu­ni, sum stóð við lið hansara undir reformatiónini. Eyð Matras held­ur, at søgan um Katarine von Bora ikki bert er hugtakandi men eisini viðkomandi og slóðbrótandi. Hon greiðir frá, at endamálið við leikinum ikki er at seta kvinnu­ politikk á dagsskránna, men tað er natúrlig samanbering av for- og nútíðini, tá leikurin snýr seg um eina sterka og slóðbrótandi kvin­ nu. – Tað er í veruleikanum løgið, hvussu stutt vit eru komin hesi 500 árini síðani reformatiónina. Fyri 500 árnum síðani varð kvinn­an ogn mansins, og hon livdi onkurs­vegna í trældómi. Vit eru komin langt á nógvum økjum, men hasir mið­ aldartankarnir eru enn at hóma í samfelagnum millum bæði kvinn­ ur og menn, sigur Eyð Matras – Hóast vit eru komin langt á javn­støðuøkinum, so eru nógvar kvinn­ur, sum halda hánt um kvinnu­frígeringina og viðmerkja, at hon ikki er neyðug. Tað skal lítið til at venda aftur til tað, sum vit komu frá, tí miðaldartankarnir eru enn her í dag, leggur hon afturat. 500 ár er liðin síðan Luther festi teir 95 avlátssetningarnar á kirkjudyrnar í Wittenberg við ætlan­um um smávegis broytingar í katólsku kirkjuni, men sum elvdu til, at kirkjan fór í tvíningar. Hann livdu sum stakur munkur tá, men legði upp til, at munkar giftu seg, og varð sjálvur giftur Katarine von Bora og tey áttu seks børn. – Tá vóru tað mennirnir, ið ráddu og kvinnurnar høvdu ongan veru­ligan týdning uttan at tæna monnum sínum. Katarine von Bora var ikki soleiðis, og tí er hendan søgan so áhugaverd og umráðandi, sigur Eyð Matras. Eitt fangilsi og annað Katharine von Bora hevði stóran týdn­ing fyri lív og virksemi Luthers. Í brøvum kallar hann hana “Mín hjartans kæra” og “Morgun­stjørnan yvir Wittenberg”, og hjúnaband teirra gjørdist fyri­ dømi hjá modernaðu Luthersku familju­ni. Katharine von Bora var ágrýt­in og sjálvstøðug, og hevði ábyrgd­ina av húsarhaldinum, sum til tíðir taldi 40-50 fólk. Hon var lærd, stóð fyri øllum tí fíggjarliga og var ómetaliga dugnalig at fyri­ skipa. – Ofta halda vit tó, at Martin Luther bert gjørdi góðar gerðir, men summi vilja vera við, at nógvar kvinnur fóru frá einum fangilsi í annað, tá tær rýmdu úr kleystri­ num. Tær vórðu noyddar at gifta seg, síðani føddu tær børnini og livdu í trongum og ringum korum. Fyri summar nunnur var tað ikki gott, at kleystrini skuldi avtakast, tí har sluppu tær at lesa og læra, stað­festir Eyð Matras. Hon greiðir víðari frá, at nógv av tí, sum eyðkendi Katharine von Bora og gjørdi hana serstaka, hevði hon lært í kleystrinum: Hon bryggjar øl, dyrkar jørðina og hevur á leið 50 fólk til borðið hvønn dag. Einrøðuleikurin um Katharinu von Bora er soleiðis bæði upp­ lýs­ing, ein spennandi søga og ein heildaruppliving við tónleiki, atmos­ feru, ljósi, litum og lukti. Leikur­in sjálvur er ein dramatisk for­teljing, um lívið hjá hesi ser­støku kvinnu, og tað víkur ikki frá tí, sum Eymaleik fyrr hevur fram­leitt – Allir leikirnir, ið eg havi gjørt handla um sermerktar konur. Tað er tí, at konufólk hava verið so útslettaðar í samfelagnum, og tað er nógv vitan sum er farin til spillis, tá evnini hjá kvinnum ikki hava verið gagnnýtt. Hetta varpa leikir­nir ljós á, staðfestir hon. Fyrireikingin Eyð Matras kom á netinum fram á eina danska kvinnu, sum bæði er prestur og sjónleikari. Hon hevði gjørt ein leik um Katarine von Bora, og Eyð setti seg í samband við hana við fyrispurningi um at keypa handritið og umseta tað til før­oyskt. – Hon vildi ikki selja mær hand­ rit­ið, men hon helt, at eg sjálv skuldi skriva ein leik á føroyskum. Hon sendi Eyð ein langan bóka­ lista av tjúkkum gud­frøðiligum bók­um um Katarine von Bora, sum Eyð eina tíð seinni fekk í Bóka­ savninum. – Leikurin hjá henni snúði seg meir um guðfrøði ímeðan leik­ urin hjá mær snýr seg um eina ser­merkta konu, staðfestir Eyð og legg­ur afturat, at danski leikurin veitti henni íblástur, men føroyski leik­urin er hennara egni. – Søgan og frágreiðin er vorðin so ómetaliga nógv størri, enn eg upp­runaliga hevði ætlað, tá eg av fyrstani tíð avgjørdi at gera leikin og framføra hann í kirkjum og samkomun kring landið, staðfestir hon. – Leikurin hevur fingið fleiri løg og síðani komu ljóðmyndirnar, leik­stjórnan og hølini afturat. Eg eri spent at vita, hvussu alt hetta rigg­ar saman og hvussu samljóðið verð­ur. Eisini eri eg spent uppá reak­tiónirnar hjá áskoðarunum, stað­festir hon. – Hóast talan er um søguligar hend­ingar, so er hetta mín tulking og útlegging av hesi søguni, leggur hon afturat. SAMRØÐA: Mentan – Endamálið við leikinum er ikki at seta kvinnupolitikk á dagsskránna, men tað er natúrlig samanbering av for- og nútíðini, tá leikurin snýr seg um eina sterka og slóðbrótandi kvinnu, sigur Eyð Matras, sum í hesum døgum framrørir einrøðuleikin Morgunstjørnan yvir Wittenberg í serstøkum hølum EIN SØGA UM EINA SERSTAKA KVINNU Morgunstjørnan yvir Wittenberg: