hósdagur 5. oktober 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 116
17
HALLUR AV RANA
hallur@sosialurin.fo
Í blaðnum í dag ber til at lesa
um Rebekku Niclasdóttir og son
hennara Mikkjal, og og teirra langa
stríð at fáa ta hjálp, ið foreldrini
meta sonurin hevur tørv á. Millum
greiðir Rebekka Niclasdóttir
frá støðuni, tá sonurin um 9-10
ára aldurin bleiv kannaður hjá
Sernámi, har tey skuldu taka støðu
til, um sonurin hevði autismu. Tá
kanningarnar vóru lidnar fekk
mamman at vita, at sonurin einans
manglaði fastar karmar, kærleika
og aksept. Trý ár seinni vísti ein
kanning í psykiatriska deplinum
tó, at drongurin hevði bæði ADD
og autismu.
Í løtuni eru tað tvey starvsfólk í
Mentamálaráðnum, Frida Poulsen
og Magnus Tausen, ið eru sett
sum ávikavist fakligur leiðari og
stjóri á Sernámi, ið veitir skúlum
og dagstovnum ráðgeving innan
sernámsfrøði. Tey bæði leggja dent
á, at um søgan er sum mamman
endurgevur hana, so eru tey hørm
um hendingina.
Frida Poulsen greiðir frá, at tað
ikki er Sernám, sum setir diagnosu
um børn hava autismu ella ikki.
Uppgávan hjá stovninum er m.a. at
veita sernámsfrøðiliga ráðgeving
til skúlar, barnagarðar og onnur
avvarðandi og at samstarva við
aðrar geirar og stovnar.
- Um ein skúli varnast, at eitt
barn hevur onkra avbjóðing, og
ikki kann hjálpa við tí serfrøði
tey hava á staðnum, men tørva
meira ráðgeving, so venda tey
sær til Sernám. Tá skal støðan hjá
barninum síðan lýsast, og eru tað
lærarar, foreldur, Førleikastovan og
serkøn á staðnum, ið lýsa støðuna
hjá barninum. Útfrá hesum gera
fakfólk á Sernámi metingar m.a.
um og hvørjar kanningar og
eygleiðingar eru neyðug fyri at
gera eina heildarmeting í málinum,
sigur Frida Poulsen.
Útfrá heildarmetingini, ger
Sernám eina meting um hvør hjálp
og ráðgeving er best fyri at hjálpa
barninum við tí tørvi, ið tað hevur.
Men at staðfesta eina diagnosu,
leggja bæði dent á, er ikki nakað,
ið Sernám ger, men psykiatriski
depilin.
- Um ábendingar eru um okk
urt, so ber til at vísa víðari til
psykiatriska depilin. Men tað
kunnu einstøk foreldur eisini gera
ígjøgnum kommunulæknan, so tað
er ikki bert Sernám, sum vísir til
víðari kanningar í psykiatriskum
høpi, greiðir Frida Poulsen frá.
Magnus Tausen ásannar tó, at
tað kann til tíðir torført at vita
hvat er uppgávan hjá Sernámi og
hvat er uppgávan hjá øðrum stovn
um.
- Um foreldrini ivast, so kann tað
vera tí, at tað eru ymiskir geirar og
harvið stovnar, sum hava ábyrgd
av veita tænastu til børn við ser
ligum tørvi. Vit hava havt tað
frammi, og eru klár yvir, at okkurt
av kritikkinum, ið stovnurin fær, er
tí vit hava verið ov ógreið um hvat
Sernám er og hvat Sernám ikki er.
Men nakað av hesum kann eisini
stava frá at ógreiða er um, hvat teir
ymisku geirararnir eiga og taka sær
av, sigur Magnus Tausen.
Kenna til kritikkin
Í samrøðuni eftirlýsir Rebekka
Niclasdóttir eisini møguleikan
fyri at fáa ein stuðul til sonin, men
sambært leiðsluni á Sernámi, so er
júst stuðulsskipanin ein skipan,
ið stovnurin er í ferð við at fara
burtur frá.
- Vit kenna til kritikkin frá
foreldrum, ið ynskja egnan stuðul,
men í samsvar við rákið, ið er innan
sernámsfrøði, so roynir man at
seta inn í flokkinum heldur enn at
talan er um ein persónligan stuð
ul til tað einstaka barnið. Hetta
er eisini í samsvar við inklusjóns
hugtakið, har arbeitt verður við, at
allir næmingar skulu eiga virknan
lut í felagsskapinum, greiðir Frida
Poulsen frá.
Tey vísa á, at tað eru støður,
tá eitt barn hevur tørv á einum
persónligum stuðli, men at tað er
undantakið. Í staðin er Føroyar
nokk tað landið í heiminum, har vit
hava flest næmingar í tí almennu í
fólkaskúlaskipanina.
- Í vanligu fólkaskúlaskipanini,
tá vit taka serflokkarnar við, eru
tað einans umleið 0,5 prosent
av teimum føroysku fólkaskúla
næmingunum, ið ganga í einum
serskúla. Tað talið er søguliga lágt
samanborið við okkara grannalond
og flestu londini í Evropa. Við ser
flokkum er talið knapt 2 prosent.
Tað er framhaldandi rættiliga lágt.
Vit hava eina mentan og skúlasøgu
í Føroyum, har vit søguliga sæð
hava havt allar næmingar í tí
vanligu skipanini.
Sertilboð í staðin
fyri stuðlar
Fyribils leiðslan vísir á, at teirra
royndir eru í samsvar við ta
gransking, sum er á økinum, at
skipan við stuðlum ikki tryggjar,
at børn við serligum tørvi blíva ein
partur av heildini
- Man hevur lyndi til at hugsa, at
her hevur man eitt barn við einum
tørvi, ið krevur eitt ávíst tal av
tímum. Og so sær man tað isolera.
Tað sum vit tíverri síggja er, at man
veitir nógvan stuðul, men endin er,
at man skapar eina parallel tilveru
í einum skúla, greiðir Magnus
Tausen frá.
Í staðin hevur Sernám lagt seg
eftir at bjóða ymisk sertilboð til
børn við serligum tørvum ymsa
staðni kring landið, so serfrøðin
verður uppraðfest og savnað á
einum stað. Tað er tó ikki bara
sum at siga tað, at broyta stuð
ulsskipanina so grundleggjandi,
ásannar fyribils stjórin á stovn
inum.
- Tað krevur at foreldur, lærarar,
leiðslu og øll hugsa øðrvísi enn
higartil. Og tað er ein drúgvir
kampur, men samstundis eisini ein
stóra skylda og ábyrgd hjá einum
stovni sum Sernám at slóða fyri
hesum tankanum. Vit muga skapa
forstáilsi fyri hvussu vit arbeiða
og hvat vit arbeiða við. At vit ikki
arbeiða so nógv við tí einstaka
barninum, men umhvørvinum
runt tað. Tað er har við ynskja at
seta kreftirnar inn, sigur Magnus
Tausen.
Játtanin ikki niðurskorin
Í spurnakanning, ið Vikuskiftis-
Sosialurin hevur gjørt millum
skúlastjórar kring landið sæst, at
tað mangan er ósamsvar millum
teir tímarnar, ið skúlastjórar
ynskja til sernámsfrøðiliga und
irvísing, og tað, ið teir fáa frá Ser
námi. Tað kemur tó ikki óvart á
leiðsluna í Sernámi.
- Tað hevur altíð verið eitt
rættiliga stórt glopp millum tað,
ið skúlarnir meta seg hava tørv
á, og tað sum Sernám hevur av
møguleikum at játta vegna ser
ligan tørv. Tað svingar eitt lítið
sindur, hvussu væl man møtist.
Seinnu árini hevur Sernám havt
støðu- og eftirmetingarfund við
hvønn einasta skúla, og har hev
ur verið roynt at finna fram til
felags loysnir. Tað hevur havt góða
ávirkan. Mín kensla er, at vit møt
ast betur nú, enn so ofta fyrr, sigur
Magnus Tausen.
Sambært settu leiðsluni er játt
anin økt nakað ár undan ári, men
talið av børnum við serligum tørvi
er vaksið.
SERNÁM SETIR
IKKI DIAGNOSU
Um ábendingar eru um okkurt, so ber til at vísa víðari til psykiatriska
depilin. Men tað kunnu einstøk foreldur eisini gera ígjøgnum
kommunulæknan, so tað er ikki bert Sernám, sum vísir til víðari
kanningar í psykiatriskum høpi. Tað sigur fyribils leiðslan á
Sernámi, ið leggja dent á, at stovnurin ikki setir diagnosur.