Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. oktober 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 116 16 Skúlastjóri: TEMA: TÁ SKIPANIN SVÍKUR ANNIKA KUNOY IM annika@sosialurin.fo – Tá eitt barn við sertørvi byrjar í fólkaskúla, so veit skúlin tað aloftast innan skúlabyrjan og lærararnir eru fyrireikaðir uppá, at her kemur eitt barn, sum hevur tørv. Skúlin hevur tá gott samband við foreldrini, barnagarðin og onnur, sum hava havt barnið undir hond. Eitt fyrireikandi arbeiði verður gjørt, og skúlin søkir Sernám um pening til serundirvísing til einstaka barnið, greiðir Durita P. Joensen, stjóri í skúlanum við Løkin í Runavík, frá. Tað er ikki altíð, at skúlin veit, um barnið hevur tørv fyrr enn eftir, at barnið er byrjað í skúla. Stundum fær barnið ikki diagnosu fyrr enn seinni, og til aðrar tíðir kann talan verða um sálarligar ella aðrar trupulleikar, sum stinga seg upp seinni í skúlaárunum. – Ofta vita vit tað framm­an­ undan, og tá er tað lættari at fyrireika undirvísingina til ein­ staka barnið, sigur hon. Fáa ikki altíð játtað pengar Skúlin roynir altíð at taka støðu til, hvør hjálp skal veitast einstaka barninum, tá skúlin sær, hvønn tørv barnið hevur. Síðani verður søkt um fíggjarligan stuðul frá Sernámi. – Vit søkja Sernám um játtan til næmingin, sum hevur tørv, so fáa vit møguliga játtað tímar. Tað er ymiskt, hvussu peningurin verður játtaður, tí hugt verður at, um skúlin hevur serstovur, hvussu illa barnið er fyri, um tey megna at luttaka í einum skúlaflokki ella mugu vera sjálvi, sigur hon Útgangstøðið er, at øll skulu vera í einum flokki, og tey eru eisini fá, sum ikki megna tað. Í Skúlanum við Løkin eru til dømis nakrir næmingar, sum eru í serflokki, men kortini hoyra til ein árgang, og eru inni saman við hinum næmingunum í einum flokki einstakar tímar. Hjá øðrum er tað øvugt, og tey fara úr flokkinum og í ein serflokk einstakar tímar, greiðir hon frá. Við drúgvum royndum hevur skúlin uppbygt ein máta, at fáa tað at rigga, hóast stórur munur er á játtanini til læraratímar til serøki fyrr og nú. – Vit hava nógvar næmingar, sum hava staðfest serligan tørv, men játtanin var betri fyrr, sigur hon. Serøkið er breitt, og tað kann fevna um allar møguligar tørvir, so sum menningartarn, sálar­ lig­ar trupulleikar ella fakligar avbjóðingar. Fyrst metir skúlin um tørvin í førleikastovuni á skúl­ anum, og so vendir skúlin sær til Sernám, tá tørvur er á hjálp. ¬– Tá vit søkja Sernám um tímar, er játtanin, vit fáa mangan ov lág. So mugu vit telva okkum fram til, hvussu vit býta peningin. Tað er ikki altíð samsvar í tí, sum vit søkja um og tí, sum vit fáa, stað­ fest­ir hon. Hon leggur afturat, at orsøkin er, at Sernám eisini skal klára seg inn­an ta játtanina, sum stovnurin fær, og samlaði tørvurin á serund­ ir­vísing er vaksandi. Ynskja fleiri læraratímar Durita P. Joensen greiðir frá, at um skúlin fekk størri játtan, so hevði tað kunnað gagnað einstaka næminginum fakliga, tí hóast skúlin fær fleiri stuðulstímar við námsfrøðiligum stuðli til næmingar við tørvi, so er ikki nokk av peningi til einatímar við lærara og næmingi, tí teir kosta meir enn námsfrøðiligu stuðulstímarnir. – Vit vildu ynskt, at tað var fíggjarligt rúm fyri fleiri læraratímum, uttan at tað gekk út yvir námsfrøðiligu stuðul­stím­ar­ nar, sigur hon. – Vit høvdu kunnað gjørt onnur ting, um játtanin varð betri. Tí frá okkara sjónarmiði, sum ein skúli, so er tað ikki bara námsfrøðiligu stuðulstímarnir, sum gera munin, tí skúlin er ikki ein ansingarstovnur, men ein undirvísingarstovnur, og tí kundu vit hugsað okkum at rokkið næmingunum í undirvísingini, sigur Durita Joensen. – Fakligu málini høvdu verið sett hægri, høvdu vit fleiri lærarar til einatímar. Tað eru aðrir stovnar, ið eru ætlaðir til ansing, og skúlin er meir enn ein ansingarstovnur. Hóast vit fáa nógv burturúr, so vildi eg ynskt, at tað vórðu játtaðir fleiri læraratímar, staðfestir hon. Í skúlanum við Løkin er ein serstova við seks næmingum, einum lærara og fýra náms­frøði­ ligum stuðlum. Durita P. Joensen vildi fegin, at lærarar vóru knýttir at stovuni allar tímarnar, stovan er opin og ikki sum nú bert 20 av 28 tímum. Hon greiðir tó frá, at tað er torført at meta um, hvussu nógv hvør einstakur næmingur við sertørvi hevði kunnað flutt seg fakliga, um skúlin fekk størri játtan, men tað hevði heilt víst gjørt mun. Hon heldur, at við Løkin hava tey verið sera heppin við stabilari arbeiðsmegi, og tí hevur serundirvísing eydnast væl, hóast manglandi pengar, tí lærarnir og námsfrøðiligu stuðlarnir nú hava royndir og vitan. Hon heldur eisini, at starvsfólkið við Løkin duga ómetaliga væl at síggja barnið ístaðin fyri at leggja dent á diagnosur, tarn ella avbjóð­ ingar, ið barnið hevur. –Tá dentur verður lagdur á møguleikar heldur enn forðingar eydnast serundirvísingin væl, hóast vit mangla størri játtan til økið, sigur Durita P. Joensen. – Tað kann tó verða torført, at fáa fólk at støðast í slíkum arbeiði, tí stuðlarnir fáa so fáar tímar, og lærarar hava ongan ella bert fá at sparra við, eisini mangla skeið og eftirútbúgvingar, sigur hon. –Ein lærari skal dekka fleiri øki í Serstovuni, og ofta eru lærarar ikki serútbúgvnir, tí talan er um vanligar lærarar í vanligum fólkaskúla, leggur hon afturat. Partur av næmingatilfeinginum Fólkaskúlin kann ikki frásiga sær ábyrgdina av børnum, sum hava sertørv, tí øll hava rætt til skúla, men onkursvegna kundi tann rætturin verið útintur á annan hátt. – Tað er ikki nokk at siga, at øll skulu proppast í sama bygning. Serøki er stórt og fyllir nógv, og tað kann verða frustrerandi, tá vit ikki hava fíggjarligu karmarnar, sigur hon. –Onkuntíð kenna vit okkum hjálparleys, og tað er ørkymladi, tá vit ikki strekkja til, sigur hon. Durita P. Joensen heldur tó, at tað er positivt, at fólkaskúlin rúmar øllum. Tað er ein natúrligur partur av næmingatilfeinginum, at onkur er, sum hevur sertørv, og aloftast er tað ongin forðing fyri hinar næmingarnar, sum eisini læra meir um at verða rúmlig á øðrum økjum. Hon greiðir frá, at í serstovuni verður arbeitt tætt at vanliga skúlanum, og næmingarnir har luttaka í felagstiltøkum eftir føri­ muni, umframt at teir fara út í flokkarnar í ávísar tímar. – Tað er tó ilt at siga, hvussu næmingar við sertørvi ávirka ein flokk, tí man ikki fær mált, hvussu flokkurin hevði virkað utt­an. Tað eru nógvir faktorar, sum spæla inn, so sum fysisku karm­arnir, starvsfólkini og ein­ staki næmingurin, og talið av næm­ ingum, ið hava tørv í tí árganginum. Í summum førum riggar tað ikki, men í øðrum førum eru næmingar við tørvi, og man hugsar als ikki um tað, sigur hon. TØRVUR Á MEIR TIL SERUNDIRVÍSING – Tá vit søkja Sernám um tímar, er játtanin vit fáa mangan ov lág. So mugu vit telva okkum fram til, hvussu vit býta peningin. Tað er ikki altíð samsvar í tí, sum vit søkja um og tí, sum vit fáa, staðfestir hon. t l , n . i i l i n a “Tað er ikki nokk at siga, at øll skulu proppast í sama bygning. Serøki er stórt og fyllir nógv, og tað kann verða frustrerandi, tá vit ikki hava fíggjarligu karmarnar”