hósdagur 5. oktober 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 116
15
Ein spurnakanning, ið Vikuskiftis-Sosialurin hevur gjørt millum
skúlastjórar og fyrstilærarar í Føroyum vísir, at teir flestu kundu
hugsa sær at fingið fleiri tímar til sernámsfrøðiliga undirvísing.
HALLUR AV RANA
hallur@sosialurin.fo
T
ørvur er á fleiri tímum til sernáms
frøðiligu undirvísing í fólkaskúlanum,
tí sum nú er, so fáa næmingar ikki í
nóg stóran mun tann stuðul, ið tey
hava brúk fyri. Tað er greiða niðurstøðan eftir,
at Vikuskiftis-Sosialurin í vikuni ringdi til allar
skúlastjórar í landinum, ið hava fleiri enn tíggju
næmingar, fyri at spyrja, um skúlarnir fáa teir
tímarnar til sernámsfrøðiliga undirvísing, ið tey
hava tørv á.
Fyrst fingu skúlarnir spurningin: Fáa tit teir
tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga und
irvísing? Um svarið var nei, varð spurt um hvørja
ávirkan tað hevur á næmingarnar.
Av teimum 37 skúlastjórunum og fyrstilær
arunum í Føroyum eydnaðist tað at fáa hendur
á 27 teirra. Fimm skúlastjórar svaraðu, at tey fáa
nokk tímar. Fimm skúlastjórar svaraðu, at teir
fáa nokk, men kundu ynskt sær meira. Fimtan
skúlastjórar svaraðu, at teir ikki fingu nokk,
meðan tveir svaraðu, at teir fáa ikki nokk, men
meta at økið skuldi skipast á annan hátt.
Her ber til at lesa hvat skúlastjórarnir svaraðu:
og danskt. Tá tað koyrir gott, so fer man víðari
til tann næsta. Tað er sum at sløkkja eldar.
HVALVÍKAR SKÚLI: MARIN
SIGVALDSDÓTTIR BLÁBERG
1: Fáa tit teir tímarnir, sum
skulu til, til sernámsfrøðiliga
undirvísing?
Ja, sum tað er hjá okkum, so
eru vit partur av eini skipan
við Skúlan við Streymin og
Hósvíkar skúla. Tað er ok.
KOLLAFJARÐAR SKÚLI: JÓN HØJSTED
1: Fáa tit teir tímarnir, sum
skulu til, til sernámsfrøðiliga
undirvísing?
Hjá okkum er tað á góðari leið.
Fáa ikki alt vit biðja um, men
samanborið við aðrar skúlar, so
er okkara støða ikki so galin.
KVÍVÍKAR SKÚLI: HØGNI WARBERG
1: Fáa tit teir tímarnir, sum
skulu til, til sernámsfrøðiliga
undirvísing?
Ja, vit fáa nokk.
VESTMANNA SKÚLI: NOMI JACOBSEN
1: Fáa tit teir tímarnir, sum
skulu til, til sernámsfrøðiliga
undirvísing?
Nei, vit fáa ikki teir tímarnar,
ið vit hava brúk fyri á
sernámsfrøðiliga økinum.
2: Hvørja ávirkan
hevur tað á næmingarnar?
Næmingarnar fáa ikki tað, ið teir hava brúk fyri,
og vit fáa ikki gjørt tað arbeiðið, ið vit fegin vildu
gjørt fyri, at tey fingu ta hjálp tey hava brúk fyri.
STRANDA SKÚLI:
HANS PETUR JACOBSEN
1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til
sernámsfrøðiliga undirvísing?
Nei, tað fær man ikki, um man
hugsar um hvønn næming.
2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar?
Næmingurin fær ikki tað burturúr,
ið hann skuldi fingið.
SKÚLIN Í EYSTURKOMMUNU:
FRÍÐFINNUR JOHNSSON
1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til
sernámsfrøðiliga undirvísing?
Veruleikin er tann, at tímatalið hevur verið
skert í nógvum førum og tørvurin hevur
ikki verið minkandi. So vit uppliva í nógvum
førum, at tað er trupult at fáa loyst.
2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar?
Man kann risikera, at nakrir næmingar ikki altíð
fáa eitt nóg gott tilboð. Tað heilt týðiligt, at við
fleiri tímum, so hevði borið til at bjóða eitt nógvar
ferðir betri tilboð, ið hevði gagnað næmingunum.
RÚNAVÍKAR KOMMUNUSKÚLI:
DURITA P. JOENSEN
1: Fáa tit teir tímarnir, sum
skulu til, til sernámsfrøðiliga
undirvísing?
Vit kundu altíð hugsa
okkum fleiri.
2: Hvørja ávirkan hevur
tað á næmingarnar?
Um teir ikki fáa eina nøktandi undirvísing, so
gongur tað bæði yvir tað fakliga og sosial, tað
vil siga trivnað og innlæring. Men man roynir
at skipa seg innar teir karmar, ið man fær.
FUGLAFJARÐAR SKÚLI:
ÓLAVUR THOMSEN
1: Fáa tit teir tímarnir, sum
skulu til, til sernámsfrøðiliga
undirvísing?
Vit fáa eitt pent tal av tímum,
men tað er altíð brúk fyri meira.
2: Hvørja ávirkan
hevur tað á næmingarnar?
Vit hava skipað skúlan soleiðis, at teir
næmingarnir, ið ganga í miðdeildini eru savnaðir,
ið hava mest brúk fyri tí, og teir, ið ganga í
hádeildini eru so eisini savnaðir í einum serflokki,
og tí fær man útnytta tímarnar nokk so gott hjá
okkum. Men tað fer altíð at vera eyka avbjóðingar,
serliga tá man tosar um byrjunarundirvísingina.
Tá eru tað kanska fleiri næmingar, ið hava brúk
fyri ein-til-ein. Og av tí sama, um man ikki fær
næmingar ein-til-ein, so verður tað ófriður í
flokkinum. Og um tað er ófriður í flokkinum, so
fáa hinir næmingarnir heldur ikki tað burturúr,
ið tey skulu. Men skipanin hjá okkum virkar
nokk so væl. Ì byrjunardeildini hava vit nakran
avbjóðingar fyri tíðina, tí tað eru ov fáir tímar har.
SKÚLIN VIÐ STREYMIN:
SONNI ÓLI DJURHUUS
1: Fáa tit teir tímarnir, sum
skulu til, til sernámsfrøðiliga
undirvísing?
Vit fáa altíð ov lítið, men
tað handlar ikki bara um
tímar. Tað handlar eisini um
hvussu vit skipa økið. Her í
Sundalagnum átti man at sæð økið sum eina
heild, og hugt eftir hvør tørvurin er. Út frá tí
kann man so játta tímar eftir hvør tørvurin
er. Um man tekur skúlan hjá okkum, so er
serfrøðin og lærararnir her, og tað er her, at
næmingarnar kunna koma, ið hava ein serligan
tørv. So høvdu vit kunna, við teimum tímum
sum verða játtaðir, veitt eitt nógv betri tilboð.
2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar?
Teir fáa ikki tað skúlatilboð, ið teir hava brúk
fyri. Men tað ávirkar eisini vanliga flokkin,
tí øll skipanin í flokkinum má taka hædd fyri
teimum fáu persónunum, ið hava serligan
tørv, og ger tað, at teir næmingar, ið eru væl
fyri, eisini missa eitt sindur, tí man alla tíðina
má taka atlit til tann, ið ikki er væl fyri.
Til tíðir kann tað vera eitt tvíeggjað svørð,
hvat man leggur dent á. Men øll skulu
vera í skúlanum, og tí skipar man eisini
floksstovuna og floksundirvísingina eftir tí
tvíleika, so øll kunna vera við. Tað haldi eg
eisini, at vit hava megnað øgiliga væl.
EIÐIS SKÚLI: TOM JOENSEN
1: Fáa tit teir tímarnir, sum
skulu til, til sernámsfrøðiliga
undirvísing?
Ja.
VIÐAREIÐIS SKÚLI:
JENSEBETH ABSALONSEN
1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til
sernámsfrøðiliga undirvísing?
Nei, tað fáa vit ikki.
2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar?
Tað hevur ringa ávirkan á næmingarnar,
tí tað eru næmingar, ið hava tað trupult í
skúlanum, og tá eingin hevur tíð at taka sær
av teimum, so hevur tað negativa ávirkan.
EINKI SVAR:
Lítliskúli: Jenny Winther Poulsen
Skúlin við Løgmannabreyt: Høgni Joensen
Skúlin á Argjahamri: Marjun Holm
Sørvágs skúli: Jóhannis Joensen
Hósvíkar skúli: Fríðgerð í Líð
Tofta skúli: Marita Dalsgaard
Skála skúli: Don Eyðbjarnarson Joensen
Frískúlin Keldan: Jastrid Høj
Skúlin á Fossanesi: Myrna Jacobsen.
Á skúlatrøð: Vagn Foldbo