hósdagur 5. oktober 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 116
14
VÁGS SKÚLI: JOHN HENRIK HOLM
1: Fáa tit teir tímarnir, sum
skulu til, til sernámsfrøðiliga
undirvísing?
Fyri okkara viðkomandi, so
kann man altíð brúka meira,
men vit eru ikki ónøgd.
TVØROYRAR SKÚLI: FINN THOMSEN
1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til
sernámsfrøðiliga undirvísing?
Vit klára okkum við tí, ið vit fáa, men
vit kundu altíð fingið meira.
2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar?
Um tann næmingurin, ið fær tveir tímar kundi
fingið fýra, so hevði tað sjálvandi verið betri.
PORKERIS SKÚLI:
MANNBJØRN OLSEN
1: Fáa tit teir tímarnir, sum
skulu til, til sernámsfrøðiliga
undirvísing?
Nei, tað hava vit hildið í
nógv ár er í undirkant.
2: Hvørja ávirkan hevur
tað á næmingarnar?
Hann fær ikki tað undirvísing og
hjálp, ið hann kundi fingið.
HVALBIAR SKÚLI: EYDNA DANIELSEN
1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til
sernámsfrøðiliga undirvísing?
Langt frá.
2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar?
Tað hevur ta ávirkan, at vit fáa ikki givið
temum tað eyka, ið teir hava brúk fyri.
SUMBIAR SKÚLI:
ARNFINN BJARKHAMAR
1: Fáa tit teir tímarnir, sum
skulu til, til sernámsfrøðiliga
undirvísing?
Ja.
SKOPUNAR SKÚLI:
KATHRINA JOENSEN
1: Fáa tit teir tímarnir, sum
skulu til, til sernámsfrøðiliga
undirvísing?
Nei, vit ynskja okkum meira
játtan enn tað, ið vit fáa.
2: Hvørja ávirkan
hevur tað á næmingarnar?
Tað verður ikki optimalt hjá teimum næmingunum.
SANDS SKÚLI: BETTY HANSEN
1: Fáa tit teir tímarnir, sum
skulu til, til sernámsfrøðiliga
undirvísing?
Vit kundu brúkt meira, men
vit brúka tað vit fáa.
2: Hvørja ávirkan hevur
tað á næmingarnar?
Tá man søkir um serligar tímar, so er tað
til børn, ið hava serligan tørv, ið teir verða
oyramerktur til. Tey, sum hava tørv á fleiri
tímum innanfyri serligan tørv, fáa so meiri
stuðul av teimum miðfirraðu tímunum. Men
um man tekur meira av teimum miðfirraðu
tímunum, so eru færri tímar til annan aktivitet.
Soleiðis royna vit at stýra millum skerini.
SANDOYAR MEGINSKÚLI:
HANSA M. GLERFOSS
1: Fáa tit teir tímarnir, sum
skulu til, til sernámsfrøðiliga
undirvísing?
Nei. Tað minkar.
2: Hvørja ávirkan hevur
tað á næmingarnar?
Alt eitur inklutión í dag, men við hvørt kann
man eksludera meira við at inkludera. Tað
eru næmingar, ið hava stórar avbjóðingar.
Tá tað ikki eru nokk tímar til, at tey kunna
fáa undirvísing í smærri bólkum og ein til ein,
so mugu tey vera størri part av tíðini inni í
flokkunum, har tey ikki megna felags boð ella
hvussu undirvísingin er skipað. Tað gongur
út yvir bæði tann næmingin og flokkin.
EYSTURSKÚLIN: EYÐDIS EIDESGAARD
1: Fáa tit teir tímarnir, sum
skulu til, til sernámsfrøðiliga
undirvísing?
Hampiligt. Tað kundi verið
betri. Sjálvandi hava vit
nakrar næmingar, ið ikki fáa
ta hjálp, ið teimum tørva.
Men oftani eru tað kanningar, ið taka langa
tíð áðrenn tímar verða játtaðir. Man skuldi
kanska havt eina pulju, ið man kundi brúkt av.
2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar?
Við hvørt stingst okkurt upp í teimum yngru
flokkunum. Tá man søkir um tímar fyrst
í árinum, so veit man ikki hvussu tað er í
august og september. Men so skulu kanningar
gerast, og tað tekur mangan langa tíð.
HOYVÍKAR SKÚLI:
HANS JÓN THOMSEN
1: Fáa tit teir tímarnir, sum
skulu til, til sernámsfrøðiliga
undirvísing?
Tað fáa vit ikki, men mín
fatan av tí sernámsfrøðiliga
økinum er, at man kundi, um
man vildi, umskipað økið
eitt sindur betri, so man hevði fingið meira
burturúr teimum tímunum, ið man fær.
Í Hoyvíkar skúla hava vit eitt serskúlatilboð til
børn við autismu. Har hevur tað verið soleiðis í
nøkur ár, at hvør einstakur næmingur í Hoyvíkar
skúla hevur fingið tillutað nakrar tímar. Vit
hava gjørt eitt skúlatilboð her uppi, ið rúmar
tíggju næmingum, og so eru tað nøkur starvsfólk
burturav, ið eru um hesi børnini. Vit at umskipa
økið, so kundi man gagnnýtt teir tímarnar
betri. Men við mátanum tað verður gjørt uppá í
dag, haldi eg ikki man fær til tann tørv, ið er.
2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar?
Teir næmingar, ið hava tørv á tímunum, fáa
ikki so nógva tímar, at vit klára at geva teimum
tað, ið teir hava brúk fyri. So tað gongur út
yvir trivnaðin hjá teimum. Men tað gongur
eisini út yvir læraran í tann mun, at tá teir
ikki klára at røkka næmingarnar við teimum
tímunum, ið eru, so skapar tað eina ónøgd hjá
lærarunum, tí teir klára ikki at gera meira. Tað
ger, at teir vera ónøgdir, strongdir o.s.fr.
KALDBAKS SKÚLI:
SIGNY A. HERMANSEN
1: Fáa tit teir tímarnir, sum
skulu til, til sernámsfrøðiliga
undirvísing?
Nei.
2: Hvørja ávirkan hevur
tað á næmingarnar?
Teir miðal og sterkur næmingarnir fáa ikki
tær avbjóðingar, ið teir eiga at fáa, tí lærarin
má brúka tíðina upp á teir næmingar við
serligum tørvi, ið áttu at fingið stuðul.
SANKTA FRANS SKÚLI:
ASLAUG OLSEN
1: Fáa tit teir tímarnir, sum
skulu til, til sernámsfrøðiliga
undirvísing?
Nei, vit fáa ikki nokk.
2: Hvørja ávirkan hevur
tað á næmingarnar?
Tað merkir, at vit fáa ikki givið eitt so
gott tilboð, sum vit høvdu ynskt.
SKÚLIN Á FLØTUM:
REGIN MARNERSSON
1: Fáa tit teir tímarnir, sum
skulu til, til sernámsfrøðiliga
undirvísing?
Vit hava sertilboðið og Lopfjølina,
har vit hava góðar umstøður, men
til ta vanligu serundirvísingina
er tað øgiliga knípið.
2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar?
Tað merkir bara, at vit ikki fáa skipað
undirvísingina, ið vit ynskja.
VELBASTAÐAR SKÚLI:
JOAN NESHAMAR
1: Fáa tit teir tímarnir, sum
skulu til, til sernámsfrøðiliga
undirvísing?
Nei.
2: Hvørja ávirkan hevur
tað á næmingarnar?
Sjálvandi ávirkar tað neiligt báðar partarnar.
Bæði teir, ið hava brúk fyri tí og tey, ið ikki hava
brúk fyri tí, tí tey verða koyrd saman stóran part
av tíðini. Tí er tað ikki nøktandi fyri nakran.
FRÍSKÚLIN Í HAVN: SHARON WEISS
1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til
sernámsfrøðiliga undirvísing?
Vit hava brúk fyri fleiri enn tað vit fáa.
2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar?
Tá man ikki fær nokk av tímum, so hevur
man færri starvsfólk. Vit eru ein lítil skúli,
so tað hevur stóra ávirkan. Tá man so ikki
fær teir tímarnar, so hevur man ovbyrja
starvsfólk, og so er ikki optimal undirvísing.
SKÚLIN Á GILJANESI:
ANNBRITT TOFTEGAARD
1: Fáa tit teir tímarnir, sum
skulu til, til sernámsfrøðiliga
undirvísing?
Nei. Gjarna vilja fingið fimm
ferðir fleiri tímar. Men eg dugi
at síggja, at um man hevur
20 næmingar, ið skulu hava
stuðul, so kunna vit ikki fáa 20 námsfrøðingar
ella lærarar inn. So mítt ynski hevði verið, um
eitt serøkið bleiv sett á stovn í øllum skúlaøkjum,
ið kundi tikið sær av hesum næmingum.
2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar?
Teir muga klára seg sjálvar. Sum nú er, tá vit
ikki fáa nokk av tímum, so velur man tey børnini
burturúr, ið fáa minst burturúr, og fáa hjálpt
teimum við teir tímarnar, ið vit meta vera
týdningarmestir. Tað er føroyskt, rokning, enskt
Tá skipanin svíkur
TEMA:
17 av 27:
VIT FÁA
IKKI NOKK