Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. oktober 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 116 13 vil royna at menna hann, sigur Rebekka Niclasdóttir Dahl. Tey bæði hava fingið onkra ráðgeving bjóðað frá Almanna­ verk­inum, men hon hevur ikki hjálp teimum í tí, sum tey meta seg hava tørv á. Orsøkina halda tey vera, at sonurin var so mikið gamal, tá ið hann fekk diagnosuna, og tí var nakað seint at koma við tí ráðgeving, sum tey fingu bjóðað. Mikkjal er komin í ein serflokk ein dag um vikuna, men hinar fýra gongur hann framvegis saman við sínum floksfeløgunum á Santa Frans skúla. - Hann elskar at fara í skúla. Hann elskar at fara upp og síggja sín­ar vinir. Hann er ikki á sama fakliga støðið sum hini, men eg fari ikki at taka hann úr einum staðið, sum riggar, tí skipanin sigur, at “nú er hann serligur og skal í serskúla”, sigur Rebekka Niclas­dóttir Dahl. Og júst hetta fyllir nógv hjá familjuni. Tí skjótt skal Mikkjal í 7. flokk, og tá flyta tey úr Santa Frans skúla, tí hesin skúlin hevur ikki framhaldsdeild. Men hvar skal Mikkjal fara? - Hann hevur verið viðfarin sum ein vanligur drongur alt hans­ara lív. At hann nú skal fáa eitt stempul sum “serligur” og skal verða tikin frá einum flokki, sum hann elskar og sum elskar hann, tað vil eg ikki. Tað er óvirðiligt fyri hann, sigur Rebekka Niclasdóttir Dahl. Vil bara vita Tey bæði Rebekka og Jens Pauli eru nú komin hartil, at tey vilja hava greitt at vita, hví landið ikki antin er erligt um støðuna, ella held­ur síni lyfti. - Hví kann hann ikki fáa intensa taluvenjing, ein stuðul at fáa hann á sama støðið sum floks­ felagarnar, og so annars halda fram har, sum hann longu trívist so væl, spyr Rebekka. Hon vísir á, at fólkaskúlalógin sig­ur, at fólkaskúlin er fyri øll. Men spyrt tú Rebekku og Jens Paula, so er hetta ikki so. - Eg vildi heldur havt, at tey upp­dateraðu lógirnar og tær ymisku heimasíðurnar og søgdu – “tað er ikki fyri øll. Vit hava ikki møguleika at hjálpa øllum”. Men sum nú er livir tú upp á falskar vónir um, at eisini títt barn fær rúmd í samfelagnum – uttan at verða sett í ein “serligan” krók, har eingin tekur atlit til teir serstaku tørvirnar, sum hvørt einstakt “serligt” barn hevur, sigur Rebekka Niclasdóttir Dahl at enda. - Tey siga við meg, at eg skal steðga við at handfara hann við somu reglum sum hini børnini, og bara lata hann liggja í songini um hann ikki orkar upp. Men eg veit, at so verður hann í øllum førum ikki mentur, sigur Rebekka Niclasdóttir Dahl. - Lat hann bara liggja - Tey siga við meg, at eg skal steðga við at handfara hann við somu reglum sum hini børnini, og bara lata hann liggja í songini um hann ikki orkar upp. Men eg veit, at so verður hann í øllum førum ikki mentur, sigur Rebekka Niclasdóttir Dahl. BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO Ein partur av ráðgevingini, sum Rebekka Niclasdóttir og Jens Pauli Dahl hava fingið frá tí almenna eftir, at Mikkjal fekk staðfest diagnosuna autismu og ADD, fell­ ur familjuni fyri brósti. - Tey siga við meg, at um hann ikki orkar upp um morgnarnar, ella orkar út at spæla ella at luttaka í familju­lívinum, so skal eg bara lata hann liggja í songini. Tað fari eg tó ikki at góðtaka, sigur Rebekka Niclas­dóttir Dahl. Orsaka av, at sonurin ikki fekk nakra diagnosu staðfesta fyrr enn í fjør, hava Rebekka og Jens Pauli handfarið dreingin sum ein van­ ligt barn við teimum reglum og ábyrgd­um, sum fylgja við. - Tey leggja stóran dent á heili­vág, uttan at leggja dent á mennigina. Heilivágurin, sum hann eftir ætlan skal fáa, kann hava álvars­lig hjáárin, so sum aggresiv­itet, blóðtøpp og í ringasta føri hjarta­stopp. Men eingin leggur dent á, at hann skal mennast í tí dagliga, greiðir Rebekka Niclas­ dóttir Dahl frá. Familjan hevur eftirlýst eina ætlan og málsetning fyri, hvat Mikkjal skal duga og klára, tá ið tað almenna sleppur honum sum 18 ára gamal. Men einki slíkt finst. - Hóast nógv vónsvik, so vil eg siga, at serflokkurin, sum Mikkjal er í ein dag um vikuna er fantastiskur. Lærarin Jógvan Henriksson er sera dugnaligur og Mikkjal fær ótrúliga nógv burturúr. Høvdu bara allir stovnar, sum hava ábyrgd av hon­um, havt slíka samkenslu og virðing, sum hesin lærarin, sigur Rebekka Niclasdóttir Dahl. Rebekka ger greitt, at hon veit, at Mikkjal fyrst og fremst er teirra ábyrgd. - Men vit mugu fáa røttu hjálp­ ina til hansara – tað er ov seint at koma inn til okkara og skemaleggja hansara lív, tí hann trívist væl sum er. Men honum tørvar tilboð, sum eru tillagað til hansara. Tað nyttar ikki at gera eina standardskipan, sum sigur, at um tú hevur autismu, so er hetta tín pakki. Tí eingin við autismu er eins og eingin hevur sama tørv, sigur Rebekka Niclas­ dóttir Dahl. Í dag angra tey bæði, at tey yvirhøvur fingu eina diagnosu. Einasta orsøkin til, at tey vildu hava hetta var, at tey vildu fáa fag­ liga hjálp til dreingin, sum tey ikki sjálvu megnaðu at geva. Men tann hjálpin er enn ikki komin. - Heldur er hann parkeraður og stemplaður sum ein drongur við autismu, sigur Rebekka Niclas­ dóttir Dahl. Niðurstøðan frá Sernámi frá 6. august 2013 - Tey kundu viðurkenna, at hann helst hevði nakað av Adhd, men tey vóru ikki samd við mær í, at hann hevði autismu, greiðir Rebekka Niclasdóttir Dahl frá. Tá skipanin svíkur