hósdagur 5. oktober 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 116
12
TEMA: TÁ SKIPANIN SVÍKUR
áleið hálvtannað ára gamal.
Trupult at viðurkenna
støðuna
Tá ið Mikkjal var hálvt annað ára
gamal fekk Rebekka eina upp
ringing frá vøggustovuni. “Har er
okkurt serligt við honum”, vóru
boðini. Eini boð, sum Rebekka ikki
var klár at taka ímóti.
- Eg hevði trupult við at góðtaka
tað beinan vegin. Men tá hann bleiv
tvey ár varnaðist eg, at har veruliga
var okkurt serligt við honum, sigur
Rebekka Niclasdóttir Dahl.
Sambandið millum Rebekku og
Mikkjal bleiv ikki ment, sum tað
eigur. Hann var ikki so kerligur,
sum onnur børn og hann byrjaði
at tosa uppí saman um tey somu
tingini.
- Eg las nakrar bøkur og fann til
far fram og tað gjørdist skjótt greitt
fyri mær, at hann hevði autismu.
Hann uppfylti øll krøvini til tað.
Eg byrjaði so smátt at viðurkenna,
at mítt barn hevði sertørv, sigur
Rebekka Niclasdóttir Dahl.
Mikkjal kom tá inn í skipanina
hjá Sernámi sum tvey ára gamal, og
hann fekk taluvenjing. Tað var tó
eingin, sum vildi taka tað fyri fult,
at Rebekka metti drongin hava
autismu.
- Tey kundu viðurkenna, at
hann helst hevði nakað av Adhd,
men tey vóru ikki samd við mær
í, at hann hevði autismu, greiðir
Rebekka Niclasdóttir Dahl frá.
Honum tørvar
bara kærleika
Tá ið Mikkjal var 9-10 ára
gamal fór hann til stóra kanning
hjá Sernámi, har tey skuldu taka
endaliga støðu til, um hann hevði
autismu ella ikki. Tá varð hann
longu kannaður fleiri ferðir, og
hann hevði lopið eitt ár í skúlanum
um, tí hann ikki var klárur til at
fylgja sínum javnaldrum.
- Vit útfyltu eitt spurnarskema,
men tey eygleiddu ongantíð meg
og sonin saman, sigur Rebekka
Niclasdóttir Dahl, sum varð
skelkað av úrslitinum.
Tí, tá Sernám varð liðugt við
kanningina vóru boðini, at tey
mettu ikki hann var autist, og at
tað einasta honum tørvaði var
kærleiki.
- Tað var hart at fáa at vita, tí eg
føldi tað sum, at tey tóku eina so
rámandi niðurstøðu uttan so mikið
sum at síggja okkum bæði saman,
sigur Rebekka Niclasdóttir Dahl,
sum tó var blivin so mikið tvør tá,
at hon gjørdi bart.
- Eg var so troytt av øllum
fundunum, tey óendaligu skjølini
eg skuldi útfylla og hvat veit eg –
alt meðan Mikkjal onga hjálp fekk,
sigur Rebekka Niclasdóttir Dahl.
Rebekka vendi sær síðani til
læraran hjá Mikkjali, Jógvan
Henriksson í Santa Frans skúla.
Hann hevur stuðlað Rebekku frá
byrjanini í, at Mikkjal hevur havt
eitt hvørt álvarsamt at dragast
við. Men tá Sernám kom eftir, at
drongurin einans tørvaði meira
kærleika í heiminum, orðaði
lærarin eitt erligt skriv, har
hann greiddi frá sínari hugsan.
Hetta skriv tók Rekebba við til
kommunulæknan.
- Hann var erligur um støðuna,
og tað gjørdi, at vit fingu ávísing til
Psykiatrisk Depilin til eyka kann
ingar, sigur Rebekka Niclasdóttir
Dahl.
Tríggjar diagnosur
Tá ið avtornaði hjá Psykiatriska
Deplinum vísti tað seg, at Mikkjal,
sum tá var 12 ára gamal, hevði
tríggjar ymiskar diagnosur. Tvær
teirra eru autisma og sjúkan ADD.
Tað fekk frið í sálina hjá Rebekku
Niclasdóttir Dahl og manni henn
ara Jens Paula Dahl, men bert í eina
lítla stund.
- Tað fyrsta, sum slær teg er,
okey, hvat nú. Hvussu skulu vit nú
skipa lív hansara so, at hann kann
fáa nóg nógva menning og læring
beinan vegin, sigur Jens Pauli Dahl.
Men tað næsta stríðið kemur,
tá ið tey bæði varnast, at skipanin
ikki sær barnið – tey síggja bara
diagnosuna.
- Mikkjal er sosialur, hann
hevur góðar vinir og trívist væl í
flokkinum. Men hvussu hann er,
hevur ongan týdning í viðgerð
arætlanini hjá teimum ymisku
stovnunum, tí tey síggja bara
diagnosuna. Og tey hava eina
“autismuætlan”, sum verður kroyst
niðuryvir hann, hóast tað als ikki
riggar til hansara tørvir, sigur
Rebekka Niclasdóttir Dahl.
Tók sakina í egnar hendur
Tá ið Rebekka og Jens Pauli komu
eftir, at pengar ikki í nóg stóran
mun vóru til staðar at hjálpa
dronginum, og somuleiðis, at tey
ikki vórðu møtt við virðing fyri
Mikkjali og hansara serstøku tørv
um, valdi Rebekka at taka sakina
í egnar hendur. Hon fór frá at
lesa á søgu og samfelagsdeildini á
Fróðskaparsetrinum, til at lesa til
lærara við linju innan sernámsfrøði
og somuleiðis fer hon komandi ár
at fáa sær útbúgving við heitinum
autismupilotur. Hon er somuleiðis
stuðul í skúlanum í Kaldbak.
- Støðan er so óúthaldilig, at
eg mátti fáa mær førleikarnar til
at hjálpa mínum barni. Eg fann
útav, at eingin fór at ansa eftir
mínum barni, um eg ikki gjørdi
tað sjálv. Psykiatriski depilin var
fantastiskur við okkum, og tey
hava givið okkum boð um, hvønn
heilivág Mikkjal skal taka. Men eg
nokti at geva honum heilivág, um
ikki ein heildarætlan fyriliggur
fyri, hvussu hann skal mennast
av sum menniskja eisini. Tað kann
ikki bara doyvast burtur. Hann
er bara soleiðis, sum hann er, við
teimum sjúkum hann hevur, og eg
vil ikki royna at broyta hann – eg
- Vit hava einki annað val. Eg hugsi bara
um øll tey árini, Mikkjal ikki hevur fingið
nøktandi fakliga hjálp og hvussu nógva hjálp
hann hevði kunna fingið, um onkur loftaði tí
tíðliga, sigur Rebekka Niclasdóttir Dahl.