Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. oktober 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 116 22 ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO Summarið er av, og dagarnir eru farnir at styttast. Heystfrítíðin stendur fyri durum, og vit hava øll vant okkum við, at tað væl ber til, at ferðast í egnum landi – um summarið. Men tað eru eisini eitt hópatal av áhugaverdum tiltøkum her í Føroyum, nú dagarnir styttast. Her hava vit savnað saman nøk­ ur uppløgd boð til familju­vinar­lig tiltøk í Eysturoynni í heystfrítíðini, har familjan, føroyska tilfeingi, sið­ venjan og náttúran eru lyklaorðini. Hetta eru ikki ovurhonds- men held­ur rólig tiltøk, sum familjan hvørki skal brúka alt ov nógva orku ella pening til. Hetta eru familju­ vina­lig tiltøk, sum ikki kosta alt ov nógv, ikki taka ov langa tíð og ikki krevja ta stóru fyrireikingina. Ein dagur í Fuglafirði Savnsvitjan í Fuglafirði: Týsdagin 10. oktober ber til at uppliva tey øðrvísi søvnini, sum eru í Fugla­ firði: Bilasavnið, Bátasavnið, Høvda­húsini og Piddasahandil. Hetta er ein familjutúrur ætlaður børn­um við foreldrum ella ommum og abbum, sum helst eisini vita onkra søgu at fortelja frá teirra ungu døgum um tey tingini, sum eru at síggja á søvnunum. Túrurin kostar 100 krónur fyri tey vaksnu, með­an børnini, sum eru saman við teimum, eru ókeypis. –Tað eru so nógv søvn, sum man ikki sær, og sum ikki er so nógv opin um veturin. Vit vendu okk­um til søvnini í økinum at vita, um tey høvdu okkurt á skránni í heyst­frítíðini, tá børnini hava frí, og ofta eru saman við foreldrunum ella øðrum vaksnum, sigur Kristina Berg, leiðari á Kunningarstovuni í Fugla­firði. – Søvnini eru so mong og so ymsik, at tað er spennandi hjá bæði børn­um og teimum eldru at vitja. Eg ímyndi mær, at tað kann verða stutt­ligt hjá einum abba at greiða frá um gomlu lutirnir, og eisini at síggja teir sjálvur. Millum annað hev­ur Bátasavnið fleiri gamlar bátar og gamla froskmannaútgerð, sum vit als ikki brúka longur, og kanska ikki kenna orðini fyri. Tað er stuttligt og mennandi fyri børn­ ini at síggja. Eisini vitja vit Høvda­ húsið hendan dagin, og tað er eitt gamalt hús, har til ber at síggja, hvussu fólk livdu fyri fleiri enn 200 árum síðani, sigur Kristina Berg. Túrurin byrjar á Kunn­ingar­ stovuni í Fuglafirði klokkan 13:00 og byrjar við einum gongutúri eftir sandi­num til Gjógvará munnan, har víkingar fyrst búsettust. Har verð­ur greitt frá um gamlar dagar, og hvussu børn spældu á sandinum tá. Síðani gongur leiðin framvið gomlu skonnartina, Kyrjastein, og yvir í gomlu Høvdahúsuni, sum upp­runaliga vórðu bygd í Lamba í 1804 og síðani róð til Fuglafjarðar og sett upp aftur her í 1838. Aftaná gongur leiðin til Bila­ savnið, sum hevur gamlar bilar, knallert­ir og brandbilar – ein av bilu­num er 50 ár. Haðani verður farið inn í Bátasavnið, har nógvir gamlir bátar og onnur gomul út­ gerð er. At enda gongur leiðin uppá í gamla handilin í Fuglafirði, sum kallast Piddasahandil og sum í dag selur heimavirkaðar vørur. Til ber at keypa sær kakao og boll­ar í Ribarhúsi aftaná. Tiltakið endar soleiðis, at tey sum hava hug, kunnu gera ein ullaeingil uppi á Ribars­lofti aftaná ella síggja ein film á bókasavninum, greiðir hon frá. Um kvøldið ber til at royna Heimablídni Týskvøldið – eftir at søvnini eru vitjaði - ber til at njóta góðan og for­ kunnugan døgurða hjá familjuni Vík í Fuglafirði. Tey gera mat úr før­oyskum rávørum, sum tey í stóran mun sjálvi hava fingið til vega. Fyrsta heimablídniskvøldið verð­ur týsdagin 10. oktober, tá tey borðreiða við grillaðum hum­ mara, stoktum og grillað­um havhestaunga og góðari ra­bar­ bu­dessert við marsi­pani og kaffi afturvið. Um undirtøkan verður góð, verður helst eitt kvøld afturat í heyst­frítíðini, møguliga við skarvi heldur enn havhesti. Onnur kvøld kunnu eisini bíleggjast, um fleiri eru til borðs. Í minsta lagi átta fólk skulu hava teknað seg íalt, og í mesta lagið 14 fáa verið við. Meir kunning er á Facebook síðuni heima­blídni hjá familjuni vík. Barnavinalig uppskot til heystfrítíð í Eysturoynni LÍVSSTÍLUR: Heystfrítíðin Tað er ikki altíð neyðugt at flýggja so langt undan regni og vindi, tá familjan skal njóta frítíðina saman, tí í Eysturoynni spíla tey seg út, so høvi er hjá øllum, at fáa góðar, øðrvísi men eisini føroyskar upplivingar saman hesar annars gráu dagarnar Bókasavnið í Fuglafirði: Týs­dag­in og hósdagin í heystfrítíðini verður ókeypis filmssýning fyri børn­um kl 15. Ribarhús & Piddasahandil eru opin sum vanligt mánadag til fríggja­dag frá klokkan 15 til 17.30, og leygardag frá klokkan 11 til 13. Ger ein ullaeingil – týsdag klokk­an 15 til 17. Tað kostar 70 krónur fyri børn, men vaksin saman við børn­um eru ókeypis. Eisini verður møgu­ligt at keypa sær bollar og kakao hendan dagin.