hósdagur 5. oktober 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 116
23
Í Gallarí
Ribarhúsi letur ein
listaframsýning upp
13. oktober. Tað er
David á Brúnni, sum
sýnir fram.
Bygdasavnið
Forni í Runavík: Er man
í Eysturoynni mikudagin 11.
oktober, so er Bydgasavnið Forni
eina vitjan vert. Tað er opið frá klokkan
13.30 til 17 hendan dagin. Umframt allar
teir lutir, sum eru á savninum, hava tey
eisini eina áhugaverda myndaframsýning
frá slupptíðini, sum lýsir bæði
fiskaarbeiði á landi og umborð. Ein
drekkamuður verður eisini at
fáa tá.
Caféin
í Tjørnuvík: Koyrir
man ein biltúr til Tjørnuvíkar
og veðrið er gott, eru sannlíkindi
fyri. at tað luktar av vaflum. Lítla
kaffihúsið í bygdini hevur ikki fastar
upplatingartíðir hesa ársins tíð, men er
tíðin og veðrið til tað og vitjandi í bygdini,
fara vaflijarn og kaffimaskinan kanska í
gongd, greiðir Kristina Berg frá.
– Tjørnuvík er væl dámt sum
útferðarstaður hjá bæði
føroyingum og ferðafólki,
sigur hon.
Heystfagnaðurin
á Eiði er 12.-15. oktober
Tað eru fleiri, ið fáast við slakt í
heystfrítíðini, men tað eru eisini nógv, sum
ikki taka lut av ymiskum orsøkum. Tað er stórur
áhugi í heystfagnaðinum- bæði millum føroyingar og
útlendingar, greiðir Kristina Berg frá.
– Tiltakið er so uppruna føroyskt og deiliga bygdasligt, sum
tað kann verða, sigur hon.
Á skránni vera millum annað seyðasýning, hespukapping, rullu- og
kjøtpylsu kapping, søluframsýningar, fyrilestrar og verkstaðir til
børn og ung, eins og besti flettarin verður funnin. Seyðurin og
alt, ið fæst burturúr seyði, verður sett í miðdepilin. Ymisk onnur
stuttlig tiltøk vera á skránni, so sum ein villingarrætt fyri
børn, søgufrásagnir á Látrinum, síðing og FM í at halda
eplasekki, eins og Frank Erichsen, eisini kendur sum
Bonderøven, verður við í ár. Tónleikur er eisini
partur av Heystfagnaðinum, har bæði
Kári P og Tinganest undirhalda
í ár.