hósdagur 5. oktober 2017síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 116
24
Óli Jacobsen
Betesda 100 ár:
Siðsøga
SIÐSØGA
Óli Jacobsen
2. partur
F
yrri partur endaði við, at
Lina í Naade og Sandhed
greiddi frá sær sjálvari.
Hon helt fram:
Da jeg var 24 Aar gammel gik jeg
en Lørdag aften til evangeliskt
Møde i Carubbers Close, High
Street, Edinburgh. Der var flere
som talte, og ved Mødets Afslutn
ing, kom en af Talerne til mig og
talte til mig om min Sjæls Frelse.
Hetta endaði við, at hon varð
umvend. Tað skilst, at hon leingi
hevði drigist við sálarligan ófrið.
Tað er ógvuliga sannlíkt, at Lina
eisini er komin at kenna Dollan á
hesum møti. Hann kann saktans
eisini hava verið “missionæren,”
sum hon segði hava tosað við seg
aftaná møtið.
Carubbers Close hevur tann
felagsskap við Betesda, at báðar
samkomur hava trúboðarar í Papa
New Guinea. Hjá Betesda er tað
Petur Hansen, og eitt umboð fyri
Carrubbers Close hevur hitt Petur
í New Guinea.
Slapp ikki aftur til Congo
Nú Dollin hevði gjørt síni ørindi í
Bretlandi at boða frá viðferðini av
fólkinum, vildi hann sleppa aftur
til Congo. Ein trupulleiki var, at
bráa sinni gjørdi hann ringan at
samstarva við. Tí var mótstøða
millum hansara egnu felagar í
Congo ímóti, at hann kom aftur.
Í mai boðar Dollin missiónini
frá, at hann ætlaði sær at giftast.
Missiónin helt, at hetta kom
at økja um trupulleikarnar at
sleppa aftur til Congo. Missiónin
kundi náttúruliga ikki senda ein
fyri hana heilt ókendan persón
á missiónsmarkina. At Lina eftir
øllum at døma hevði roynst væl er
tó eingin ivi um.
Men Dollin vildi honum líkt
ikki bíða, og hann giftist sum
ætlað 20. mai, tá ið tey høvdu
kenst eitt hálvt ár.
Men, tað sum avgjørdi spurn
ingin, um Kongo var at belgiska
stjórnin noktaði Dollanum loyvi
at sleppa til landið. Hann hevði
longu skatt teirra áhugamál so
nógv, at best var at halda honum
burtur. Eitt betri ummæli kundi
hann ikki fáa.
Balolo missiónin samtykti
tískil, at hon vildi gjalda honum
ferðaseðilin til eitt hvørt annað
pláss, har hann vildi virka.
Ljósmyndir í Havn
og Viðareiði
Hetta gjørdist Føroyar. Dollin
var í mars-mai 1904 í Føroyum at
kanna møguleikarnar at virka her.
Tá nýtti hann eisini høvið at vísa
tær ljósmyndir, sum hann hevði
víst í Bretlandi.
Umframt í Klubbanum í Havn
var hann eisini á Viðareiði. Lina
var komin við honum til Føroya, tí
er hann farin til Viðareiðis.
Fyrstu tvey kvøldini vórðu
vístar myndir frá Congo. Hetta
var fyrstu ferð yvirhøvur, at ljós
myndir vóru vístar á Viðareiði. So
hetta hevur verið serliga forkunn
ugt. Triðja kvøldið var bíbilskur
fyrilestur. Her var fult av fólki til
bæði tiltøkini.
Stutt eftir, at tey bæði vóru
gift, fluttu tey til Føroya og Balolo
missiónin rindaði tey 10 pundini,
sum ferðin kostaði. Tey búsettust
úti við Landavegin í húsunum,
sum nú eru nr. 54.
Tað er lítið skrivligt um virk
semið í Føroyum. Fremsta keldan
er frásagnir í enska blaðnum
Echoes of Service, sum 1-2 ferðir
árliga hevði frásøgn frá Dollanum.
Hesar greinir eru í fullari longd
endurgivnar í bókunum um Doll
an, og tær geva eina góða mynd
av hesi tíðini bæði andaliga og
tímiliga.
Frásøgn frá einum møti
Ein styrki hjá Dollanum var, at
hann var ógvuliga karismatiskur
og dugdi væl at tosa til kenslurnar
á fólki. Hetta hevði hann eisini víst
í Congomálinum. Hann greiddi
frá, at aftaná eitt møti kundi tað
henda, at bæði talari og møtisfólk
sótu og grótu.
Hetta samsvarar eisini væl við
eina lýsing av einum møti, sum
ein dulnevndur Høgni Nev hevði
í Varðanum, har m.a. varð sagt:
“Nú sat Símun í salinum, eitt
lítið hús, sum eingin búði í, og
lurtaði hugagóður eftir einum
longum, guldæmdum trúboðara,
sum nú var høvuðsprestur í
sektini. Hesin fremmandi maður
talaði føroyskt, eitt margháttligt
føroyskt, sum ein útlendingur.
Hann sang orðini út og segði „Gúd“
og „kjeru vinir“ í øðrum hvørjum
orði. Tað var skilligt, at Guds eldur
var inni í honum, og tað kendist,
sum hesin eldur hevði brent seg
gjøgnum hold og húð og hevði
givið honum hetta dæmið. Her
var ein manandi og vekjandi tala
hildin..”
At Dollin var guldæmdur
komst av malariasjúkuni, sum
hann drógst við Men ein styrki var
eisini Lina. Hon sang so ótrúliga
væl og var eisini kend at vera blíð
at koma inn til.
Umframt at hava eina góða
songrødd høvdu tey eisini ferða
orgul, sum Lina spældi upp á. Hetta
var fyrsta ferðaorgul í Føroyum,
og var tí serliga forkunnugt.
Mamma Linu, Katrina, er
helst flutt við teimum til Føroya.
Ábendingar eru um, at tá átti hon
ongan eftir í Leith. Hon doyði í 1907
og er jarðað í gamla kirkjugarði í
Havn. Dollin kom seinni at liggja
næstan beint undir liðuni á henni.
Fyrst og fremst Viðareiði
Tey bæði ferðaðust um alt landi,
og vóru vist í hvørjari bygd í
landinum. Men Viðareiði kom í
fyrstu røð. Orsøkin var sambandið
hjá Linu til Viðareiði.
Fyrsta frásøgnin til Echoes
of Service er í februar 1905. Hon
byrjar á Viðareiði, har tey hava
verið í níggju dagar. Roykstovan,
har møtini vóru, var alt ov lítil.
Hurðar millum skilarúm vórðu
tiknar niður, kortini sluppu ikki
øll inn.
Í mai 1905 er aftur frásøgn frá
Viðareiði, og framvegis er tørvur
á størri høli.
Í 1908 fær Dollin eitt ljósmynda
tól, sum hann kundi nýta í sam
bandi við møtir. So nú er henda
tøknin komin til Føroya.
Í 1909 arvaði Lina eini hús á
Viðareiði frá mammu síni, og hesi
Lina hitti Dollan á møti í Edinburgh 7. november 1903. Hetta
kom at fáa týdning fyri Viðareiði og harvið eisini fyri Klaksvík
Lina hitti Dollan
á kristiligum møti
Aftaná virksemi í 100 ár er Betesda ógvuliga sjónligt í Klaksvík
Fyrsti salur á Viðareiði. Hetta vóru hús sum Lina arvaði