hósdagur 5. oktober 2017síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 116
25
gjørdust fyrsti salur í bygdini.
Men tað var skjótt, at hesi salur
eisini var ov lítil.
Í 1910 greiðir Dollin frá, at hann
hevði fingið byggiloyvi til ein
nýggjan sal.
Í 1911 er nýggi salurin bygdur.
Tá hevði Dollin verið á Viðareiði
og hildið heili 30 evangelisk møtir
umframt onnur møtir. Tann nýggi
salurin var eisini yvirfyltur.
Ein partur av søguni hjá Linu
er eisini, at tá ið Gamli Sloan kom
til Viðareiðis á fyrsta sinni, var
eingin, sum vildi hýsa honum, men
tað gjørdu tey í Miðstovuni, ættini
hjá Katrinu og Linu. So tey hava
verið meira tollynt enn tey flestu.
Men tey blivu verandi kirkjufólk.
Poulina vinkona Linu
Poulina Djurhuus av Hvítanesi var
vinkona Linu. Hervør Djurhuus
hevur greitt frá, at Poulina, sum
var vermóðir hennara, var so sera
væl við Linu. Poulina var fleiri ár
arbeiðsgenta á Viðareiði, har hon
varð umvend. Her hevur hon hitt
Dollan og Linu, sum komu nógv
til Viðareiðis. Poulina tosaði nógv
um, at hon plagdi at vera hjá Linu,
tá Dollin ikki var heima.
Hervør hevur varðveitt fleiri
myndir og postkort, sum ver
mamma hennara fekk frá Linu.
Poulina var ein av teimum
fýra av Viðareiði, sum umleið
1910 fóru til Havnar at lata seg
doypa. Poulina arvaði Bíbliuna
hjá Dollanum.
Dollin seldi annars nógvar
danskar bíbliur bíliga, og einkjur
fingu tær ókeypis.
Stríð við kirkjuna
Tað er ikki so løgið, at tann kontanti
boðskapurin hjá Dollanum skapti
honum mótstøðu frá kirkjuni.
Tá ið Naade og Sandhed byrjaði
at koma út í 1916 vórðu fólk av
Færøsk Kirketidende beinleiðis
ávarað ímóti so mikið sum at
lesa blaðið, so tað kundi sleppast
undan vandanum fyri ávirkan.
Sum tað verður tikið til: “Ein
verður tað ein etur og ein verður
tað ein lesur”.
Henda mótstøða var eisini
rættiliga sjálvsøgd í prestbygdini
Viðareiði, har Christian Faulen
borg var prestur. Hetta sást eisini
aftur í bløðunum. Gerhard Hansen
skrivar, at hetta orðaskifti gjørdist
meira haturskent sum frá leið.
Tíbetur er tíðin farin frá slíkum
illstøðum millum kristin.
Dimmalættig skrivaði annars
í minningarorðum, at Dollin var
meira mildur ta seinnu tíðina.
Dollin hevði eisini ásannað yvirfyri
Brend, har hann hevði verið nóg so
avgjørdur fyrstu tíðinda og Brend
sigur eisini í minningarorðum í
Naade og Sandhed, at Dollin varð
meira mildur sum frá leið.
Tað kann vera nevnt, at í mars
1915 er V.D. (Victor Danielsen,
systkinabarn Dollan) fyrstu ferð
at síggja í Naade og Sandhed.
Sum frá leið komu fleiri greinir
frá hansara hond í blaðið.
Sálmar
Dollin eigur eisini ein part í sálma
søguni hjá samkomuni. Hetta var
áðrenn byrjað varð við føroyskum
sálmum.
Hann gav í 1910 út eina sálma
bók við 90 donskum sálmum við
heitinum Evangeliske Sange til
brug i Forsamling og Hjem við
undirheitinum Samlede og ud
givne ved D.J.D.
Hann týddi eisini sálmar úr
enskum til danskt. 11 av hesum
sálmum vórðu givnir út í einum
hefti í 1918, hetta var eftir at hann
doyði. Victor Danielsen hevur
týtt hesar sálmar til føroyskt. Ein
av teimum er tann kendi “Heldur
akker títt, tá ið stendur á”.
Sjey talarar á grøvini
Dollin doyði tann 16. oktober 1916,
einans 45 ára gamal. Í Congo
hevði hann fingið malaria, sum
nú rættiliga var farin at gera um
seg. Hann hevði fingið at vita, at
um hann tók sær meira av løttum,
kundi hetta bøtt um støðuna. Men
tað kom ikki uppá tal. Tað var full
ferð á alla tíðina.
Tá ið gamli Sloan fór til gravar
í 1914 var tað úr Ebenezer. Men tað
fór Dollin ikki. Tað kann undrað,
hvør orsøkin var fyri tí.
Dollin fór beinleiðis úr heim
inum í kirkjugarðin. Heima vóru
sungnir fimm sálmar. Tríggjar av
teimum hevði hann sjálvur týtt. Á
grøvini vórðu sungnir tveir sálm
ar, og har vóru ikki færri enn sjey
talarar.
Tey bæði fingu ikki børn. Men
hann er kortini uppkallaður.
Dánjal Nielsen í Vatnsoyrum var
uppkallaður eftir honum.
Dollin var ongantíð í Betesda.
Hann doyði nevniliga í 1916. Søg
an sigur heldur einki um, at hann
hevur havt nakað virksemi í
Klaksvík.
Men Lina kom fleiri ferðir í
Betesda. Hon bleiv verandi í Før
oyum til 1922. Hon giftist i Skot
landi við einum slaktara, John
Smith. Hon doyði í 1937, bara 58
ára gomul.
Ein kann spyrja, hvør ið fíggjaði
virksemið hjá teimum báðum.
Umframt at tey skuldu liva rind
aði Dollin sjálvur leiguna av høl
unum til møtir. Hann stuðlaði
eisini Naade og Sandhed. Men vit
vita, at pápi Linu, Skálta Jógvan,
var vælhavandi, tá hann enntá
kundi fíggja skipakeyp. Kanska er
tað arvur frá honum, sum hevur
fíggjað virksemið.
Frímerki
Dollin hevur fingið ta viðurkenn
ing, at í 2014 gav Postverk Før
oya út eitt frímerki við mynd av
honum og Casement. Hetta frí
merki hevur vakt ans í Ìrlandi.
Casement gjørdist írsk tjóðarhetja,
tí hann varð hongdur í 1916 fyri sín
leiklut í írska sjálvstýrisstríðnum.
Í 100 ára minningarriti hjá írska
tjóðskaparflokkinum, Sinn Fein,
fyri hesar hendingar verður eins
nógv gjørt burtur úr Dollan sum
Casement sjálvan. Dollin er tískil
eisini blivin ein partur av írsku
søguni.
Partur í heimssøgu
og Føroya søgu
Hetta er ein stuttur samandráttur
av søguni um Linu og Dollan. Tað
er eingin ivi um, at Dollin hevur
verið ein heilt serligur persónur.
Sigast kann, at hansara veikleiki
var hansara styrki. Hann var
bráur av lyndi. Hetta gav honum
trupulleikar, men hetta var hans
ara styrki í Congomálinum. Tað
gav eisini tað ítøkiliga úrslit, at
Leopold 2. kongur mátti lata
Congo frá sær.
Tað er rættiliga vist, at Congo
herferðin er fyrsta kampanja
av sínum slag, sum nakran tíð
hevur verið hildin. Dollin var
eisini tann fyrsti at nýta myndir
til hetta endamál. Tí kann av
røttum sigast, at hann er einasti
føroyingur sum beinleiðis hevur
ávirkað heimssøguna.
Tað margháttliga er, at Dollin
varð burturtagdur aftaná hetta,
enntá av síni egnu missión. Hann
varð jaliga umrøddur í teirra blaði,
Regions Beyond, áðrenn hesar
hendingar, men varð ikki so mikið
sum nevndur aftaná.
Alt tað skrivliga, sum vit vita,
hann hevur latið missiónini, er
horvið úr teirra skjalagoymslu.
Kanska hevur missiónin ikki
fyrigivið Dollan, at hann tók hana
av ræði, tá ið hon vildi bíða við at
gera nakað við Congo.
Tí er tað heppið, at tað er eydn
ast at fáa Dollan fram úr gloymsk
uni aftan á 100 ár. Nú er søgan um
hann blivin viðurkend av søgu
serfrøðingum úti í heimi á hesum
øki. Tí eigur hann eisini pláss í
Føroya søgu.
Komandi partur
Komandi partur verður um
Henriksenættina í Gásadal.
Henda myndin, sum Dollin tók í 1903, var saman við øðrum líknandi
myndum vístar í Havn og Viðareiði, áðrenn tær vóru vístar í USA
Her eru tey bæði á trúboðaraferð, kanska til Viðareiðis
Innskriftin á gravsteininum hjá
Katrinu í gamla kirkjugarðinum:
KATRINE NICOLSON f. VIDERØ
ENKE EFTER JOEN F.
NICOLSON BOSAR I LEITH
FØDT 3. FEBRUAR 1840.
HENSOVET 30. AUGUST 1907
BORTE FRA LEGEMET
HJEMME HOS HERREN
Frimerkið, sum kom í 2014. Høgrumegin er Dollin og vinstrumegin
Casement. Skipini eru Pioneer og Henry Reed, har Dollin skapti søgu