Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-05, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. oktober 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 116 26 TRÓNDUR ARGE – TÓRSVØLLUR Leygardagin klokkan 17 skal føroyska A-landsliðið hjá monnum í fótbólti spæla móti Lettlandi á Tórsvølli. Føroyar hava longu sett nýtt met fyri stig í eini HM ella EM undankapping. Við sigrinum á Andorra komu Føroyar upp á átta stig, men havandi í huga, at føroyska liðið vann á Letlandi í Riga í fjør, so er ikki óhugsandi at vit fáa fleiri stig. Sigurin á Andorra hevur eisni við sær, at Lars Olsen hevur fingið fleiri spælarar at hugsa um. Sonni Ragnar Nattestad og Hallur Hansson eru við aftur í hópinum eftur skaðar, meðan spælarar sum Odmar Færø, Rógvi Baldvinsson og René Shaki Joensen hava prógvað, at teir eru til reiðar. Vit gita liðið Venjingarnar hava givið greiðar ábendingar um, at Lars Olsen hevur sett liðið til dystin. Hann tykist hava tikið avgerð um at spæla 4-4-1-1. Gunnar Nielsen stendur í mál, meðan Sonni Ragnar Nattestad kemur inn í miðverjuna saman við Atla Gregersen, meðan Jónas Tór Næs og Viljormur Davidsen manna bakkarnar. Á miðjuni eru Fróði Benjaminsen og Hallur Hansson mitt fyri, meðan Gilli Rólantsson er á vinstru og Sølvi Vatnhamar á høgru. Eitt ivamál hevur v e r i ð f ra m ræ tt a ð i miðvallarin, men her tykist Róladur Jakobsen hava vunnið plássið. Í báðum venjingunum hevur hann spælt sum framrættaður miðvallari, meðan Jóan Símun Edmundsson er fremsti maður. Annars tykist lagið í hópinum verða gott. Odmar Færø og Róaldur Jakobsen hava havt smærri snuddir, men báðir venja. Samrøða við Lars Olsen Nú hevur tú tvær spælskipanir at velja í millum. Seinast spæla vit við trimum í miðverjuni. Hvat ætlar tú hesaferð? Eg vil nærri siga tríggjar møguleikar. Eg havi hugt eitt sindur eftir Lettlandi og tá vit spældu ímóti teimum seinast, tá vit vunnu 2-0 í Roga, tá spældu teir 4-4- 2. Tað haldi eg ikki, at teir gera meir. Teir seinastu fýra dystirnar hava teir spælt 3-5- 2. Tá hugsi eg at fara aftur til at spæla 4-4-2, tí eg vænti at tað kemur at passa okkum betri taktiskt. Men eg havi ikki tit avgerðina enn. Teir seinastu tveir dystirnir hava prógvað, at vit klára at spæla við trimum í miðvejruni. Tað gevur okkum nøkur kort á hondina til eitt nú seinni í dystinum, um vit vilja broyta frá 4-4-2 til 3-5-2 ella til 3-4-3, sum tú eisini kanst kalla tað. Tað ger tað lættari fyri meg sum venjara. Hvussu nær ert tú við at seta liðið? Tað kemur ann upp á hvussu teir velja at spæla. Eg má gita meg til hvat teir gera og giti tað verður 3-5-2. Koma teir við eini 4-4-2 uppstilling, so skulu vit møguliga til at broyta okkara, men eg vænti teir spæla 3-5-2 og so spæla vit 4-4-2, sum vit hava gjørt fyrr. Tú hevur havt Sonna Ragnar Nattestad í miðverjuni til venjing, er tú til reiðar at geva honum møguleikan aftur? Ja, hann er komin aftur frá einum skaða og hevur spælt nógv við Molde, tó á eykaliðnum. Nú skulu vit líka síggja, men tað er sama støðan við Halli Hansson, sum eisini er á veg aftur eftir ein skaða. So nú fáa vit at síggja hvussu teir eru fyri, men eg havi ikki endaliga tikið avgerð um hvussu liðið skal síggja út. Eg má viðurkenna, at tað torført, tí bæði Odmar Færø og Rógvi Baldvinsson, sum eru við móti Portugal og Andorra, gjørdu tað avbera. Teir eru eisini í mínum tonkum. Tað er eisini ein møguleiki fyri, at vit spæla við einari s p æ l s k i p a n móti Lettlandi, og eini aðrari móti Ungarn. Hvussu er við álopinum, tú sigur tveir mans, men er talan um tveir áleyparar? Eg hugsi meiri um ein framrættaðan miðvallara, so tað nokk líkist meiri einum 4-4-1-1 uppstilling, ella kanska enntá 4-5-1, alt eftir hvat tú kallar tað. Vit royndu okkum við tveimum áleyparum móti Sveis á Tórsvølli og tað helt eg ikki riggaði. Miðvøllurin bleiv nakað tunnur, men eg havi ikki tikið endaliga avgerð, men hatta er tað eg hugsi. Hetta verður ein øðrvísi dystur, tí Lettland er eitt betri lið enn Andorra, men hetta er ein dystur sum vit bæði kunnu og skulu vinna. Tað skulu vit hvørtfall royna. Nú nevnir tú dystin móti Andorra. Tá haldi eg, at vit vpælsu væl í fyrra hálvleiki, men spæla vit móti Lettlandi, sum vit spældu annað hálvleik móti Andorra, so verður ringt at vinna. Vit skulu berta okkum í mun til seinna hálvleik móti Andorra. Tað tykist sum hópurin av spælarum, sum kunnu byrja inni veksur. Er tað blivið torførari at verða landsliðsvenjari? Heilt víst og tað er bara gott. Tað eru fleiri, ið bjóða seg fram. Odmar Færø og Róladur Jakobsen hava havt smávegis trupulleikar við skaðum, men venja nú fult við. Tað merkir, at vit hava 23 spælarar, ið allair vilja sleppa at byrja inni og tað er deilig støða fyri ein venjara. So er tað upp til mín at velja teir røttu. TRONDUR@SOSIALURIN.FO FÓTBÓLTUR Tað verður ein dystur á taktikktalvuni, tá Føroyar tekur ímóti Lettlandi á Tórsvølli leygardagin. Bæði liðini hava skift millum spælskipanirnar, so nú er spurningurin hvør fer at lumpa hvønn? LARS LUMPAR LETTLAND – ELLA UMVENT HAVA FYRR VUNNIÐ Á LETTLANDI Føroyar og Lettland hava spælt eina ferð móti hvørjum øðrum í hesi undankappingini. Tað var í fjør, tá Føroyar vunnu 2-0 í Riga. Sonni Ragnar Nattestad og Jóan Símun Edmundsson skoraðu málini. Lettlandi hevur í løtuni ikki eitt av sínum góðu landsliðum Upptakt: Føroyar- Lettland