mánadagur 9. oktober 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. oktober 2017 · Nr. 117
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi síða 9
Bárður
ímóti
stjórn og
flokki
Kjak síða 10
Tú
veitst hvar
tú hevur
Sambandi
– Sjálvstýri hevur latið løgtinginum
uppskot at forbjóða burka og niqab.
Væntandi verður tað lagt fram ein
av fyrstu fundunum, ið vera eftir
heystfrítíðina
Soleiðis skrivaði Jógvan Skor
heim, løgtingsamður og formaður í
Sjálvstýrinum.
Harvið leggur Sjálvstýri á ta
populistisku
innflytarakritisku
kósina, sum hevur givið flokkum í
øðrum londum vind í seglini. Fyrst
høgraflokkum, men í Danmark nú
eisini Javnaðarflokkinum.
So víst er tað kvinnukúgan, at
kvinnur verða noyddar at ganga í
undarligarligum, trølsligum pløgg
um, sum fjala ikki bara kropp og
hár, men eisini andlit og eygu.
Tað er ein trupulleiki. Ein stórur
trupulleiki.
Í Danmark hava tey granskað
hetta fyribrigdið, nú so nógv kjak
hevur verið um tað seinastu tíðina.
Har siga tey, at tað í masta lagi eru
150 kvinnur, sum brúka niqab og
tríggjar sum brúka ta heilt aftur
latnu útgávuna, har tú heldur ikki
sært eyguni. Altso tilsamans 153
kvinnur í Danmark, sum tey velja
at gera eina lóg ímóti.
Vit kunnu eisini nikkandi stað
festa, at burka og niqab eru symbol,
ja symbol upp á – fyri at siga tað
akkurát sum tað er – idioti. Bæði hjá
teimum, sum ganga í burka og vilja
hava kvinnur at ganga í burka – og
teimum, sum vilja banna burka.
Hvussu ætla Jógvan Skorheim
og onnur, at hendan lógin skal
handhevast í Føroyum? Og hvussu
nógvar kvinnur eru í »vandabólki
num«?
Hetta er symbolpolitikkur av
ringasta
slag.
Symbolpolitikkur
skal valdast. Brúka vit donsk tøl, so
kunnu vit meta, at umleið 1,3 kvinn
ur í Føroyum verða fevndar av lóg
ini – og brúka vit vit og skil, so kann
hetta talið uttan iva rundast niður
til null.
Altso vit gera eina lóg fyri at
loysa eitt problem, sum ikki er til.
Eina lóg sum sigur, at løgreglu
fólk skulu handataka kvinnur í Før
oyum, sum ganga í burka ella niqab.
Og um burka er kvinnukúgan, er
tað so rætt at revsa kvinnunar, sum
verða kúgaðar? Ella er ætlanin, at
løgreglan skal fara heim til mannin
hjá burkakløddu kvinnuni og geva
honum bót?
Ætlanin hjá Sjálvstýrinum er
neyvan at loysa ein trupulleika.
Heldur at markera seg við onkr
um, sum fær fólk at siga juhu og at
hugsa at muslimar eru býttir.
Politikkur er at vilja broytingar.
Politikkur er at raðfesta. Viðhvørt
eru raðfestingarnar sera løgnar og
óítøkiligar.
Hvar er problemið jógvan?
– Tað hongur ein ákæra í leys
um lofti, nú ein grannskoðari
ákærir okkum fyri lógarbrot,
sigur Johnny í Grótinum,
stjóri í Kringvarpinum
Heldur óvæntað hevur
Johnny í Grótinum vent sær
til fjølmiðlakærunevndina í
sambandi við dekningin hjá
stovninum av skattamáli
num.
Orsøkin er, at Símun
Absalonsen,
grannskoðari,
í farnu viku skrivaði tíðar
grein í Sosialinum, har hann
er sera atfinningarsamur
móti Kringvarpinum.
– Hann ákærir okkum fyri
lógarbrot í sambandi við,
hvussu vit hava viðgjørt teir
tríggir høvuðspersónarnir í
skattamálinum (Jørn Astrup
Hansen, Eyðun Mørkøre og
Súna Schwartz Jacobsen,
red). Tað kunnu vit ikki hava
sitandi á okkum uttan at
svara aftur, og har haldi eg,
at tað hevði verið hóskandi,
at ein uttanfyristandandi
instansur sigur sína hugsan
um málið, sigur Johnny í
Grótinum.
Kringvarpsstjórin ger tó
greitt, at hann er ósamdur í
atfinningunum hjá Símuni
Absalonsen, og at hann hev
ur álit á tí, sum stovnurin
hevur gjørt í sambandi við
skattamálið.
– Eg havi boðað starvs
fólkunum frá, at vit fara
at
eftirmeta
skattamálið
og somuleiðis gera greiðar
mannagongdir fyri, hvussu
vit eftirmeta og hvussu vit
dekka so tung mál sum hetta,
sigur Johnny í Grótinum.
Nýggi kringvarpsstjórin
hevur mangan ført fram,
at hansara fyrsta uppgáva
verður at tryggja trúvirðið
hjá stovninum. Tað kann tó
hugsast, at tá ið Johnny í
Grótinum vendir sær til fjøl
miðlanevndina, at hann ger
júst tað øvugta.
– Eg skilji, at onkur held
ur hetta undirgravar trú
virðið hjá Kringvarpið, men
tað er júst tað øvugta eg vil
við hesum, sigur kringvarps
stjórin.
Spurningurin
er,
um
fjølmiðlanevndin yvirhøv
ur kann viðgerða ein slíkan
fyrispurning, tí kærunevnd
in hevur ikki til uppgávu
at eftirmeta miðlar, men
er heldur ein instansur hjá
Føroya fólki at nýta, um tey
uppliva seg illa viðfarin av
miðlunum.
– Eg veit ikki enn, um fjøl
miðlanevndin kann viðgera
málið, sigur Johnny í Gróti
num.
Hann ger tó greitt, at
hann hevur álit á tí, sum
Kringvarpið hevur gjørt í
sambandi við skattamálið.
Samstundis sigur hann, at
hetta er ein liður í at eftir
meta dekningin av skatta
málinum. Tað er tó ákæran
frá Símuni Absalonsen, sum
er orsøkin til fyrispurningin
hjá
kringvarpsstjóranum
til fjølmiðlakærunevndina.
Ein ákæra, sum kringvarps
stjórin ætlar at svara fyrsta
dagin.
Vil hava Fjølmiðlanevndina
at kanna skattamálið
Hvussu kann man loysa
eitt problem, sum ikki er til?
Tað verður ikki eitt krav, at
pápar skulu longri í barsils
farloyvi enn teir eru.
Tað ger Henrik Old, lands
stýrismaður í arbeiðsmarkn
aðarmálum, greitt.
Uppskot verður nú lagt
fyri Løgtingið um at leingja
barsilsskipanina tvær vikur.
Og henda dagin, Løgtingið
viðgjørdi
fíggjarlógina
fyri næsta ár, vildi Katrin
Kallsberg,
løgtingskvinna
fyri Tjóðveldi, hava at vita,
hvussu Henrik Old ætlar at
býta hesar báðar vikurnar
ímillum mammuna og pápan.
Og hon vildi eisini hava at
vita, um nøkur ætlan er um
at bøta um tann ójavnan
sum er ímillum foreldrini, har
mamman hevur nógv longri
barsilsfaroyvi
enn
pápin
hevur.
Hon vísir á, at veruleikin
er, at pápar taka ikki farloyvi
longri enn teir noyðast, og
so tekur mamman restina.
Mamman tekur eisini alt tað,
tey bæði kunnu býta ímillum
sín.
Og tí vildi hon hava at vita
frá
landsstýrismanninum,
um ætlanin at marka hesar
báðu eyka vikurnar, farloyvið
nú verður longt, til pápan fyri
at bøta um ójavnan ímillum
mammuna og pápan.
Men tað ætlar Henrik Old
ikki at gera. Hann ásannar,
at nettupp pápakvotur er ein
spurningur, sum fær nógva
umrøðu, tá ið barsilsskipanin
er til umrøðu.
Hann hevur onga av
gjørda meining um pápa
kvotur. Men hann staðfestir
turrisliga, at kunnu mamm
an og pápin ikki semjast um,
hvussu tey skulu býta bars
ilsfarloyvið ímillum sín, eru
ógvuliga smá útlit fyri, at tey
nakrantíð koma so langt sum
at at halda silvurbrúdleyp.
– Okkurt mugu vit lata
upp í hendurnar á fólki sjálv
um til at finna, heldur hann.
Og hann er sannførdur
um, at hevði hann markað
hesar báðu vikurnar til páp
an, eru tað reiðiliga nógv í
Løgtinginum, sum høvdu
lopið upp frá, og høvdu sett
føtur í spenni.
Men hann legði afturat,
at er meiriluti fyri at marka
hesar
báðu
vikurnar
til
pápan, fer hann ikki upp á
nakran máta at seta seg út
ímóti tí.
Krevur ikki
pápar í farloyvi
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Johnny í Grótinum, stjóri í
Kringvarpi Føroya