Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-09, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. oktober 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 9. oktober 2017 · Nr. 117 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjálvstýri hevur bor­ið uppskot í tingið, sum nokt­ar kvinnum at lata seg í burka og niqab í Før­oy­um Eirikur Lindenskov – Lóggávan í Føroyum eigur at endurspegla før­oyska ment­an, før­oysk virði og vilj­ an hjá føroyska fólk­i­num. Yv­ir­tøka av út­lend­ing­a­mál­ um krevur góða fyrireiking við­víkj­andi lóggávu og inte­ gra­tións­ætl­an, soleiðis at vit eisini í framtíðini tryggja eitt før­oyskt samfelag, har føroyskar spælireglur eru galdandi. Soleiðis skrivar Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, til fjølmiðlarnar í sambandi við, at flokkurin hevur latið Løgtinginum uppskot um at forbjóða burka og niqab í Føroyum. – Eitt forboð móti burka og niqab er til frama fyri varð­veitsl­una av einum før­ oysk­um samfelag, har kynini eru javn­sett við lóg og virðini ann­ars avspegla føroyska ment­an og samleika, sigur løgtingsmaðurin. – Burka verður í vestur­ lendsk­um høpi sett í sam­ band við kvinnukúgan, og har­um­framt umboðar plagg­ið víð­gongda islamismu sum politiska áskoðan og stýrisskipan, heldur enn islam sum átrúnað, sigur hann. Og hann heldur fram: »– Markið millum islam sum átrúnað og víðgongda isl­am­ismu er samstundis eis­ini markið millum trú­ ar­fræls­ið, sum føroyska sam­fel­agið eigur at virða og varð­veita aðrumegin, og víð­ gongda politiska áskoðan, sum ikki samsvarar við fólka­ræðið hinumegin. Eygnasamband og samleiki Í mun til onnur pløgg, sum eisini eru knýtt at islam, fjala burka og niqab ikki bert hár­ ið hjá kvinnuni, men eisini andlit og eygu. Hetta kann samstundis gera tað trup­ ult – fyri ikki at siga ó­gjørl­ igt - hjá kvinnum við hes­um pløggum at ger­ast part­ur av føroyska a­r­beiðs­markn­að­i­ num. Havandi í huga, at ar­ beiðs­møg­u­leikar eru týðandi part­ur av væleydnaðari inte­gra­tión, eru burka og niqab ikki at meta sum inte­ gra­tións­fremj­andi, men harafturímóti sum ein forð­ ing. Harafturat forða burka og niq­ab fyri eygnasambandi og harvið eisini nærleika í bein­leið­is sambandi við onnur. Eygna­sam­band er vanligur part­ur av høviskum atburði, tá ið vit hitta og tosa við hvønn annan, og er hetta at meta sum ein vanligur partur av før­oysku mentanini. Forboð í øðrum londum Alment kjak hevur verið um burka og niqab í øðrum lond­ um í vesturheiminum í mong ár. Mong av okkara granna­ londum hava verið fyri so stórari tilflyting úr eitt nú arabiskum londum, at sið­ venjur og mentanarlig virði eru fyri stórum trýsti. Líkn­ andi forboð eru sett í gildi í eitt nú Fraklandi, Belgia, Lett­landi, Italiu, Eysturríki, Schweiz og Hollandi, og har­um­framt hava uppskot ver­ið frammi um tað sama í fleiri øðrum londum, eitt nú Danmark. Eitt forboð móti burka og niq­ab í almenna rúminum er ein liður í at staðfesta ment­ an­ar­ligu karmarnar, sum før­oyska samfelagið eig­ur at verða innrættað eftir. Ein væleydnað inte­gratións­skip­ an er altavgerandi fyri okk­ ara førleika at yvirtaka og um­sita útlendingamál, og til tess er neyðugt við greiðum før­oyskum spælireglum, har fólkaræði, talufrælsi og javn­ støða eru høgt í metum.« Nei til burka og niqab Tað eru slíkar myndir, sum vit ikki skulu síggja í føroysku gøtumyndini. Hesi burkakløddu fólkini eru tó ikki muslimar, men háskúlanæmingar, sum spældu havnarfólki eitt puss – Eitt forboð móti burka og niqab er til frama fyri varð­ veitsluna av einum før­oysk­um samfelag, har kynini eru javn­ sett við lóg og virðini ann­ars avspegla føroyska ment­an og samleika, sigur Jógvan Skorheim Burkaklæddir háskúla­næm­ ingar í havnar­gøtum fyri nøkrum árum síðani