mánadagur 9. oktober 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. oktober 2017 · Nr. 114
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UNDIR FÝRA EYGUM
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Yndisrættur?
Allur føroyskur matur
Hvat land kundi tú hugsa tær at
vitja?
USA
Hallur av Rana
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Í síðstu viku bórust tíðindini, at Vágs
Ítróttaráð hevur sett 53 ára gamla Jens
Petur Brattalíð í starv sum leiðara fyri
marghøllina, ið verður bygd í Vági. Harvið
verður hann fyrsti leiðarin í nýggju høll
ini, ið ikki hevur sín líka í Føroyum.
Høllin verður nevniliga fyrsta høll í
Føroyum, ið verður bygt til at veita fót
bólti og frælsum ítrótti umstøður til at
íðka innandura. Marghøllin verður 75,5
metrar long og 50 metrar breið, og fer
at hýsa einum hálvum fótbóltsvølli, ið
verður 60 metrar langur og 40 metrar
breiður, umframt eina rennibreyt, ið
verður rundanum vøllin.
Harumframt verður á aðrari síðuni
fýra geilar, soleiðis at tað ber til at hava
kappingar í 60 metra renning og 60 metra
forðarenning, og á hinari síðuni verða
tvær geilar. Harumframt verða eisini
umstøður til longdarlop, trýlop og hædd
arlop.
Ein spennandi verkætlan
Jens Petur Brattalíð dylur heldur ikki
fyri, at hann søkti starvið, tí hann metir
talan er um eina spennandi verkætlan.
- Eg søkti starvið, tí eg helt tað vera
eina sera spennandi verkætlan, og
møguleikin at vera leiðari í fyrstu innan
dura fótbóltshøllini í Føroyum var sera
spennandi. Tað var eisini nakað, ið eg helt
passaði nokk so væl til mín profil, sigur
nýggi stjórin í marghøllini.
Jens Petur Brattalíð hevur eina út
búgving sum fiskivinnufrøðingur og
leiðslu, og hevur seinastu tíggju árini
verið í starvi í Strandfaraskip Landsins,
ið hevur høvuðsskrivstovu á Tvøroyri.
Fyrstu átta árini starvaðist hann sum
samferðslusamskipari, meðan hann tey
bæði síðstu árini hevur verið Samferðslu
leiðari á stovninum.
Sostatt hevur fráfarandi Samferðslu
leiðarin verið í starvi hjá Strandfaraskip
Landsins síðan stovnurin bleiv fluttur
til Tvøroyrar fyri tíggjum árum síðan,
men hóast hann nú fer í nýtt starv, so er
tað ikki vist, at hann er heilt liðugur við
stovnin.
- Eg havi søkt um farloyvi í tvey ár frá
1. november av. Eg havi verið her øll árini,
ið stovnurin hevur verið á Tvøroyri, og eg
havi trivist gott øll árini. Tað hevur verið
eitt fantastiskt arbeiðspláss at vera á, og
eg havi alt gott at bera Strandferðsluni,
sigur Jens Petur Brattalíð.
Nógvir hattar
Tað er ikki ein heilt ókend uppgáva, ið
bíðar Jens Petur Brattalíð, tá hann skift
ur starvsstað úr Tvøroyri og til Vágs.
Umframt at hava fingist við nógvar
samskipanaruppgávur í sínum starvi í
Strandferðsluni, so hevur nýggi stjórin
í Marghøllini eisini nógvar royndir sum
samskipari frá sjálvbodnum arbeiði.
Nevnast kann, at hann seinastu 25 ár
hevur verið limur í Lions Club Suðuroy,
ið savnar pening inn til ymisk vælgerandi
og mentanarlig endamál, og hevur havt
ymiskar álitissessir í felagsskapinum,
harímillum formaður í Lions Club Suður
oy frá 2011 til 2014.
Harumframt er hann settur sum sam
skipari fyri TB, FC Suðuroy og fyri felags
liðnum á oynni TB/FC Suðuroy/Royn.
- Eg havi fleiri hattar á, og eru evnini
at samskipa og skipa fyri kanska ein av
mínum dygdum, sigur Jens Petur Bratta
líð.
Gott fyri ítróttin
Í løtuni er byggitilfari til Marghøllini á
veg til Vágs, og er ætlanin, at høllin skal
vera liðug og klár at taka í brúk um mán
aðarskiftið november/desember. Og tá
hon verður klár, fer hon at kunna bjóða
føroyskum ítrótti nakað heilt nýtt.
- Marghøllin gevur nógvar møguleikar,
og kann millum annað hýsa fótbólti,
heilsutiltøkum, setursskúlum og nógvum
øðrum virksemi. Ikki at snakka um, at tað
er eitt nýtt tilboð hjá fótbóltsfeløgunum
kring landið, ið hava lið í Effo-deildini.
Tey hava ein stuttan steðg millum kapp
ingarárini, men so fara tey í gongd aftur
at venja. Tað er bara ikki altíð so tespiligt
at venja úti í Føroyum um veturin, men
nú hava tey møguleikan at koma suður á
venjingarlegu, sigur Jens Petur Brattalíð.
Harumframt vísir nýggi leiðarin á, at
allur ítróttur á oynni fer at fáa ágóðan av
høllini, umframt at ítróttaháskúlin fer at
hava ymiskt virksemi í henni.
Sólskinssøgur
Tá marghøllin verður liðug seinni í ár
verður hon næsta stóra verkætlanin inn
an ítrótt, ið hevur sæð dagsins ljós í Vági
seinastu árini, aftaná at vágbingar fyri
tveimum árum síðan lótu byggja Pálshøll.
Harumframt hevur tað eisini eydnast at
seta á stovn ein Ítróttaháskúla í bygdini,
ið hevur fingið góða undirtøka millum
føroyingar.
Munurin á bygdini í dag og fyri nøkr
um fáum árum síðan er stórur, og vísir
Jens Petur Brattalíð á, at alt hetta letur
seg gera, tí bjartskygni er aftur at hóma
í Vági.
- Fólk eru vorðin meira positiv og
síggja møguleikar heldur enn forðingar.
Man sær møguleikar í øðrum virksemi
enn tí, ið annars hevur verið sett í sam
band við smærri pláss. Bakkafrost er í
holt við at byggja flakavirkið um til slát
ursvirkið, so man kann kryvja laks, og
hugskotið at stovna ein ítróttaháskúla
her var fantastiskt. Tað er ein sólskins
søga og skapar nógv virksemi, tí tað
skulu jú bæði lærarar til og næmingarnir
húsast og búleikast her hvønn dag, sigur
Jens Petur Brattalíð.
Fólk eru vorðin meira positiv og síggja møguleikar heldur enn forðingar. Man sær
møguleikar í øðrum virksemi enn tí, ið annars hevur verið sett í samband við smærri
pláss. Tað sigur Jens Petur Brattalíð, nýggi leiðarin fyri marghøllina í Vági, um
bygdina, ið er í ferð við næstu stóru ítróttaverkætlanina seinastu tvey árini.
Á ODDA FYRI
FØROYA FYRSTU
MARGHØLL