Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. oktober 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. oktober 2017 · Nr. 114 UNDIR FÝRA EYGUM Hevur tú nakran yndislut? Mín Harley Davidson motorsúkkla. Eitt deytt ting, ið man kortini gongur nógv upp í. Hvat gert tú tá tú skalt taka tær av løttum? Tá fari eg fyri meg sjálvan og gangi ein túr í fjøllunum. - Eg havi fleiri hattar á, og eru evnini at samskipa og skipa fyri kanska ein av mínum dygdum Gleðin at hjálpa øðrum Seinastu 25 árini hevur Jens Petur Brattalíð verið virkin í Lions Club Føroyar, hvørs endamál er at hjálpa humanitert, í fyrsta lagi í Suðuroy, men eisini aðrastaðni í Føroyum og uttanlands. - Fólk eru ótrúliga røsk at stuðla arbeiðinum hjá Lions Club Suðuroy, bæði einstaklingar, men eisini komm­un­urnar í Suðuroynni, sigur Jens Petur Brattalíð. Umframt at hava verið limur í fel­agnum í 25 ár, so var Jens Petur Bratta­líð eisini formaður í felagnum frá 2004-2006 og økisformaður fyri føroysku lionsklubbarnar frá 2011 til 2014. Tað er serliga ein túrur, ið stendur sterkt í minninum hjá Jens Petur Bratta­líð frá síni tíð sum økisformaður, ið staðfesti gleðina við at hjálpa. - Fyri nøkrum árum síðan tóku Lions Club Suðuroy, saman við Lions Club Føroyar og Lions Club Danmark, stig til at stuðla einum heimi fyri fólk við breki í Tibilisi í Georgia. Tað varð gjørt við at savna pening inn til eina lyftu til búfólkið. Av tí, at eg var økisleiðari í Føroyum, so varð eg bjóðaður við til Georgia at handa lyftuna, sigur Jens Petur Brattalíð og leggur afturat. - Búfólkini vóru sera takksom fyri gávuna, og tað er í slíkum løtum, at man setur prís á at vera við í slíkum ar­beiði. Tað er hendan gleðin at hjálpa øðr­um, uttan at tað skal kosta nakað. Um Jens Petur Brattalíð Jens Petur Brattalíð er føddur 26. juni 1964 á Tvøroyri er uppvaksin í Trongisvági og búleikast í dag í Vági, har hann býr saman við damuni Sólrun Krosslá. Hann hevur eina útbúgving innan fiskivinnutøkni og leiðslu frá Vardø í Norðurnorra. Seinastu tíggju árini hevur hann arbeitt í Strandfaraskipum Landsins, harav síðstu tvey árini sum Samferðsluleiðari. Frítíðin fer nógv við sjálvbodnum arbeiði, bæði innan fótbólt, har hann er samskipari hjá fleiri fótbóltsfeløgum á oynni og í Lions Club Suðuroy, har hann var formaður frá 2004-2006.