Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. oktober 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. oktober 2017 · Nr. 114 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Í nýggjastu útgávuni av Sjóvarmáli, skrivar stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard, at í løtuni standa broytingar fyri framman, bæði hvat viðvíkir fiskivinnuni og Havstovuni. - Nýggja lógin um fyrisiting av sjófeingi leggur upp til meira ítøkiliga røkt og umsiting av havsins tilfeingi, enn lógin um vinnuligan fiskiskap gjørdi. Stovnsmetingar og tilmæli skulu gerast av fleiri fiskastovnum enn higartil, og ætlanir skulu gerast fyri, hvussu hvør einstakur stovnur skal umsitast. Stjórin vísir á, at hetta sjálvsagt setir fleiri krøv til virksemið hjá Havstovuni, men hesi avbjóðing tekur stovnurin fegin ímóti í tann mun, sum stovnurin fær møguleikan til tess. - Landsstýrismaðurin skal eisini skipa eitt ráð fyri Havstovuna, har vinnan á sjónum og myndugleikin eru umboðað. Ráðið skal verða eitt stað, har uppskot og spurningar í samband við ráðgeving, havrannsóknir og royndarfiskiskap verða viðgjørd. Eilif Gaard sigur, at fremsta endamál við hesum er at styrkja samskifti millum Havstovuna og alla vinnuna. - Hetta er eitt spennandi átak, ið vit fegin taka ímóti, tí samskifti og samstarv kann einans vera til gagns fyri okkum øll. Stjórin á Havstovuni sigur, at stovnurin fer ikki at leggja seg út í tann partin av kjakinum um fiskivinnunýskipanina, ið snýr seg um atgongd og gjald. - Her kunnu vera ymiskar áskoðanir, og tær eiga onnur enn Havstovan at taka sær av. Men, tá tað kemur til lívfrøðiliga partin, herundir samstarv, gransking, stovnsrøkt og ráðgeving er Havstovan við, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, sum annars heldur, at ætlaninar hjá myndugleikunum eru spennandi og kærkomnar. Stjórin á Havstovuni heldur tað eisini vera eina gleðiliga stórhending, at myndugleikarnir hava játtað fígging til nýggja havrannsóknarskipið. Eg gav tað eg hevði Vilmund Jacobsen - Eg havi stillisliga og við takksemi sagt meg úr starvinum á Bókasavninum við Løkin. Eftir næstan hálvt sætta ár kenni eg á mær, at eg havi givið tað, sum eg hevði at geva í hesum projektinum. Soleiðis sigur Svend Højgaard á sínari Facebook- síðu fríggjadagin, nú hann hevur sagt seg úr starvi. - Umframt at hava roynt ymiskt spennandi, stuttligt og stimbrandi virksemi, havi eg eisini møtt og lært at kenna ein hóp av góðum og áhugaverdum menniskjum. Hann sigur, at tað er við takksemi, at hann nú fer at leita nýggjar leiðir. - Eg takki fyri møguleikan í 2012, og eg takki øllum teimum, eg havi møtt í mínum starvi. Svend Højgaard leggur aftrat, at hann í løtuni einki ítøkiligt starv hevur fyri framman, og hann væntar, at hann verður við Løkin, til nýggjur bókavørður er settur og er komin í gongd um fáar vikur. vilmund@sosialurin.fo SØRVÁGUR: Integratiónssamskiparin og starvsfólk á Útlendingastovuni vitja í Sørvági hósdagin 12. oktober. Fólk eru vælkomin í Sørvágs skúla frá klokkan 15 til 17 at hoyra um virksemið hjá Útlendingastovuni. Høvið verður eisini at seta spurningar. Streymurin fer at batna Seinastu dagarnar hevur lítil húkaveiða verið undir Føroyum, nú streymurin hevur verið so harður Vilmund Jacobsen Fríggjadagin, tá tey á Fiska­markn­ aði Føroya gjørdu sínar metingar um, hvussu henda vikan fer at royn­ast, vóru tvey línuskip til fiski­skap á Reykjanesrygginum. - Annað skipið kemur inn at landa fyrst í vikuni, og hitt land­ar seinni í vikuni. Veiðan á Reykjanesrygginum er mest svart­kalvi og toskur. Umframt hesi bæði skipini, var fríggjadagin bara eitt línu­skip aftrat til fiskiskap undir Før­oy­ um. Hetta skipið fiskar longu og brosmu og kemur helst inn at landa síðst í vikuni. Restin av línuskipunum lógu við bryggju fríggjadagin, men síð­an hevur okkurt skip loyst og er farið aftur til fiskiskap. - Streymurin er harður, men batnar, sum henda vikan gongur. Veðrið verður hampiligt, og vón­ andi verður nakað av útróðri teir næstu dagarnar, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Hóskvøldið klokkan 19 verður uppboðssøla av seyði á Hulki á Strondum. Umframt lomb, verða eisini fimm veðrar seldir. Okkara uppgáva er hin lívfrøðiligi parturin - Vit leggja okkum ikki út í kjakið um tann partin av fiskivinnunýskipanini, sum hevur við atgongd og gjald at gera, sigur stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard - Ymiskar áskoðanir kunnu vera um atgongd og gjald, og tær eiga onnur enn Havstovan at taka sær av, sigur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni Veiðan á Reykjanesrygginum er mest toskur og svartkalvi