Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. oktober 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. oktober 2017 · Nr. 114 Trolbátar hava ligið Bæði partrolarar og garnaskip hava í løtuni brúkiligan fiskiskap Vilmund Jacobsen Flestu partrolarapør eru til fiskiskap eftir upsa. Skip­ini hava brúkiligan upsa­fiski­ skap, tó er lítið av hjáveiði av øðrum fiska­sløg­um. Væntandi koma tvey par­ trolarapør inn at landa í dag og nøkur seinni í vikuni. Fríggjadagin lógu trý partrolarapør við bryggju. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tveir djúp­ vatnstrolarar fiska upsa, men teir eru nýliga byrjaðir túr. Tí er ivasamt, um djúp­ vatnstrolararnir koma inn at landa hesa vikuna. Tveir frystitrolarir fiska svartkalva. Fríggjadagin lógu allir teir smáu trolbátarnir við bryggju, men væntandi fóru onkrir út um vikuskiftið. Trolbátarnir koma í fyrsta lagi inn aftur at landa síðst í hesari vikuni ella fyrst í næstu viku. Trý skip eru á garnaveiði eftir svartkalva, og væntandi koma tvey av skipunum inn at landa í dag og hitt triðja seinast í hesi vikuni. - Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, verður lagt aftrat á Fiskamarknaði Føroya. Heystið er hugnalig tíð hjá teimum, sum fáast við fjallgongu, seyð og fletting, og tað er ikki minst nú í heyst­ frítíðini, at fjøllini verða gingin. Tjúkkir leggir! Vilmund Jacobsen Í vár gjørdi sjón­leikar­ deilidin í Losjuni í Gøtu av, at tey skuldu seta upp kenda skemtileikin “Allo Allo!” í heyst. - Skuldi hetta bera til, so máttu vit skaffa eina rúgvu av her­manna­ búnum, og vit vóru so heppin at fáa samband við enska fyritøku, Khaki Devil, sum leigar út hermannabúnar til sjónleikir. Tey lev­ era alt, eisini flottu stivlarnar sum hoyra til. Tað skrivar Súsanna Torgarð, leikstjóri, á Facebook-síðuni hjá Losjuni Glotti. Hon vísir á, at tey tóku mát til ensku fyritøkuna, soleiðis at klæðini kundu bíleggjast. - Men, tey ringdu aft­ur beinanvegin og søgdu, at mátini kundu ikki verða røtt. Mátini av tjúkkunum passaðu slett ikki til skógvastøddina, og tey søgdu ”… your people can´t be that big!” Vit mátaðu so einaferð aftrat – jú, mátini vóru røtt. Tey samdust nú við ensku fyritøkuna, at tey skuldu senda bíleggingina heim til Føroya kortini. Leikstjórin sigur, at tá pakkarnir komu úr Onglandi, vóru hetta sera flottir her­ mannabúnar – við rang­strípum, medaljum og øllum tilhoyri, kasjett­um, beltum og flottum, longum, svørtum leðurstivum, heilt uppundir knæ. - Búnarnir sótu sum stoyptir… men eingin av leikarunum passaðu í stivlarnar! Jú, ein fekk við bit og slit kroyst seg niðurí einar, men hjá hinum bar slett ikki til. Bæði hjá kvinnum og monnum vóru stivlarnir alt ov trongir um leggirnar – ja, sjálvt okkara yngsti og minsti leikari, sum er 17 ár og brúkar nummar 37/38 í skóm, fekk ikki trýst seg niðurí sínar stivlar. Leggjast kann aftrat, sigur Súsanna Torgarð, at tann einasti, sum passaði einar stivlar, var scenografurin, og hann er hálvur dani! - So, kæru áskoðarar, ynskja tit at síggja vælskaptar, flottar føroyskar leggir á palli, komið í Losjuna og hyggið eftir leikinum “Allo Allo!” seinast í oktober! - Kanska eru føroysku leggirnir eitt upplagt evnið hjá granskarum at fara í holt við! heldur Súsanna Torgarð, leikstjóri, fyri. Føroyar hava luttikið á altjóða ráðstevnu á Malta, nevnd Okkara Hav. ES var vertur, og tað var Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, sum umboðaði Føroyar. Ráðstevnan er eitt árligt tiltak á høgum politiskum stigi, sum varpar ljós á havið og eggjar londum, vinnulívi og áhugafeløgum at verja havumhvørvið og tryggja burðardygga gagnnýtslu av havsins tilfeingi. Vilmund Jacobsen Í greinini verður hann end­urgivin fyri at siga, at Grønland við at skerpa manningarreglurnar við grøn­lendskum trolarum er við til at byggja upp ein Berlin­múr. Í greinini verður víst til tað, sum føroyski fólka­ tingslimurin hevur sagt á fólkatingi. Sjúrður Skaale hevur víst til uppskotið hjá grønlendska fiskimálaráðharranum, Karl- Kristian Kruse, um at herða manningarreglurnar við grønlendskum trolarum, sum eru størri enn 24 metrar. - Eg gjørdist ikki sørt ovfarin, tá eg las um ætlaðu kunngerðina, sum sigur, at frá 2020 at rokna skulu 90 prosent av yvirmonnunum umborð á grønlendskum trol­arum hava búð í Grøn­ landi í tvey ár. Í løtuni er markið 60 prosent. Sjúrður Skaale vísti á, at ætlaða hámarkið serliga kemur at raka føroyskar yvirmenn umborð á grøn­ lendskum skipum, sum í løtuni sita á nógvum yvir­ manna­postum. - Í staðin fyri at taka burt­ur avmarkingar í ríkis­ felags­skapinum, byggir grøn­lendski fiskimála­ráð­ harrin við hesum heldur ein Berlinmúr millum grøn­ lendska og føroyska arbeiðs­ marknaðin og millum grøn­lendsk reiðarríir og før­oyskar yvirmenn, segði fólka­tingslimurin. Fríggjadagin lógu allir teir smáu trolbátarnir, men væntandi loystu onkrir um vikuskiftið Føroyski fólkatingslimurin, Sjúrður Skaale, var fríggjadagin ovast á breddanum á grønlendsku heimasíðuni – www. sermtsiaq.ag Grønlendingar kenna sjónarmið- ini hjá føroyingum