Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. oktober 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. oktober 2017 · Nr. 114 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Tey bæði Rebekka Niclasdóttir Dahl og Jens Pauli Dahl eru nú komin hartil, at tey vilja hava greitt at vita, hví landið ikki antin er erligt um støðuna, ella heldur síni lyfti. Hetta tí, at sonurin Mikkjal ikki fær tað tilboð, sum fakfólk meta hann hevur tørv á. Og samstundis er Rebekka Niclas­dóttir Dahl sjálv farin so langt, at hon tekur sernámsfrøði á linju á læraraútbúgving sínari og somuleiðis fer hon í mars 2018 undir eina útbúgving sum autismu­ pilotur. Hetta tí, at hon ikki hevur vónir um at fáa nøktandi hjálp til Mikkjal, og tí má hon sjálv gerast fakfólk á økinum. - Hví kann hann ikki fáa intensa taluvenjing, ein stuðul at fáa hann á sama støðið sum floksfelagarnar, og so annars halda fram har, sum hann longu trívist so væl, spyr Rebekka. Hon vísir á, at fólkaskúlalógin sigur, at fólkaskúlin er fyri øll. Men spyrt tú Rebekku og Jens Paula, so er hetta ikki so. - Eg vildi heldur havt, at tey upp­ dateraðu lógirnar og tær ymisku heima­síðurnar og søgdu – “tað er ikki fyri øll. Vit hava ikki møguleika at hjálpa øllum”. Men sum nú er livir tú upp á falskar vónir um, at eisini títt barn fær rúmd í sam­ felagn­um – uttan at verða sett í ein “serligan” krók, har eingin tekur atlit til teir serstaku tørvirnar, sum hvørt einstakt “serligt” barn hevur, segði Rebekka Niclasdóttir Dahl í Vikuskiftis Sosialinum í síðstu viku. Støðan hjá foreldrunum, sum tú kanst lesa um í mikudagsblaðnum kom­andi, váttar júst hetta. Tí støðan hjá teimum er, at sonurin hevur verið heima í seks mánaðir, hóast hann eigur at ganga í fólkaskúla. Tað sleppur hann tó ikki tí boðini frá skúlanum er, at tey hava ikki nóg mikið av sertímum til at taka ímóti honum. Skúlastjórar og fyrstulærarar kenna trupulleikan Tað er trupult at umsita ein fólka­ skúla og ikki fáa nøktandi játtan til børn við sertørvi. Tað vátta teir skúla­stjórarnir, sum Vikuskiftis Sosialurin tosaði við í útgávuni í farnu viku. Har kom fram, at av teim­um 27 skúlastjórunum, sum blaðið fekk fatur á, vóru heili 17, sum høvdu ov lítið av tímum til sernámsfrøðiliga undirvísing. Og tað hevur avleiðingar – sjálvandi fyrst og fremst fyri børnini, sum ikki fáa besta tilboðið og harnæst fyri lærararnar, tí tað er sjálvandi orsøk til strongd at síggja, at børn við sertørvi ikki verða ment á nøkt­ andi hátt. Tey við menningartarni næst Í Vikuskiftis Sosialinum í hes­ari vikuni fara vit víðari til vaks­in heimabúgvandi børn við menn­ ing­artarni, sum ikki fáa tilboð um vard­ar bústaðir. Vikuskiftis Sosialurin tosar við tvey foreldrapør, har tey bæði eru undir stórum trýsti orsaka av, at tey ikki fáa nøkt­andi hjálp frá tí almenna. Her er støðan í báðum førum, at tey ikki fáa tilboð um at fáa børnini inn í vardar bústaðir. Harvið eru tey noydd at verða um tey vaksnu børnini at kalla allan dagin. Og í onkr­um føri eru tey bangin um, hvat børnini kunnu finna upp á, tí tey eru ikki sum onnur vaksin børn. Men boðini frá tí almenna eru, at tey ikki hava pláss fyri fleiri fólkum í teimum vardu bústøðunum, sum nú eru í landinum. Á fíggjarlógini fyri 2018 verða 200 milliónir sett­ar av til bygging av vardum bústovn­ um. Tað merkir so ivaleyst, at hesi ungu við menningartarni komandi árini fara at fáa fleiri íbúðir at býta millum sín. Aftur hesa vikuna fer Sosialurin at varpa ljós á umstøður hjá børnum við serligum tørvi. Í seinasta Vikuskiftis Sosiali kundu lesararnir lesa um umstøðurnar hjá Rebekku Niclasdóttir Dahl, og soni hennara Mikkjal, sum hevur autismu. Í blaðnum mikudagin, sum kemur í postkassar kring landið, kunnu føroyingar lesa um enn ein drong, sum ikki sleppur at ganga í skúla, tí skúlin ikki hevur tímarnar, sum skulu til, til serundirvísing. TÁ SKIPANIN SVÍKUR 9 SVÍKuR TÁ SKIPANIN Tað tók nærum 12 ár hjá Rebekku Niclasdóttir Dahl at fáa staðfest hvørja sjúk h tá diagnosan umsíðir kom t k l - BARNIÐ, SUM IKKI SLEPPUR Í SKÚLA