mánadagur 9. oktober 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 10. oktober 2017 · Nr. 114
KJAK
Bárður fer ímóti bæði donsku
stjórnini og sínum egna flokki
Bárður Nielsen er blivin sambandskari, enn bæði danska stjórnin og
Sambandsflokkurin sjálvur. Og hann er farin í stríð móti nøkrum, sum ikki finst...
Aksel V.
Johanne
sen,
løgmaður
Á netinum í gjár hevur Bárður á
Steig Nielsen rættiliga niðrandi
viðmerkingar um tað, eg segði
um stjórnarskipanina í Degi og
Viku kvøldið fyri. Hann kallar tað
ósømilig, og sigur meg hava sagt
ósatt um leiklut Sambandsfloksins
í málinum.
Nú hava ósannindi ongantíð
verið mín merkivøra, og eg havi í
øllum lutum roynt at bygt alt mítt
arbeiði og mínar viðmerkingar á
tað, sum hald er í. So var eisini í
hesum føri, og tí skal eg grundgeva
fyri her:
Seinna Flaggdagsálitið
"Seinna
Flaggdagsálitið"
um
stjórnarskipan varð handað táver
andi løgmanni 18. des. 2006. Um
boð Sambandsfloksins í hesum
álitisarbeiði høvdu verið Edmund
Joensen, tingformaður, Bárður
Nielsen, landsstýrismaður og Lis
beth Petersen, løgtingskvinna.
Á síðu 15 í hesum áliti undir
partinum Tjóðskaparliga Semju
nevndin skrivar Herluf Sigvalds
son,
formaður
í
nevndini:
"Verður tikið samanum, ber til
at siga, at nevndin var samd um
orðingarnar viðvíkjandi formæli,
fólkið og landið umframt samtykt
og gildi. Hinvegin var nevndin
ikki fullsamd um orðingarnar
viðvíkjandi
stýrislagi,
skipan,
umskipan og uttanríkisvaldi." Í
Tjóðskaparligu
Semjunevndini
høvdu flokkarnir hvør sítt umboð
og tískil eisini Sambandsflokkurin.
Tað
var
hetta
brotið
úr
álitinum, eg bygdi mína útsøgn á
í Degi og Viku.
Rætt er tað, at bæði Bárður
Nielsen og táverandi formaður
floksins,
Kaj
Leo
Holm
Johannesen, komu við nøkrum
viðmerkingum - men tær søgdu
ikki, at flokkurin ikki tók undir við
álitinum. Formaðurin segði vegna
flokkin, at "Sambandsflokkurin
er av tí fatan, at henda lógin
skal koma í staðin fyri verandi
stýrisskipanarlóg og skal tí vera
á sama rættarstigi (tað vil siga
undir donsku grundlógini og
Heimastýrislógini).
Sambands
flokkurin ynskir tí, at lógin verður
orðað soleiðis, at eingin ivi er um
hetta."
Hetta álit handaði táverandi
løgmaður Løgtinginum sum eina
frágreiðing. Og í 2010 varð ein 25
nevnd sett at viðgera uppskotið
víðari við støði í hesum.
Grein 25 nevndin í 2011
2. mei 2011 legði grein 25-nevndin
so fram sítt álit um uppskotið
til stjórnarskipan. Meirilutin í
hesi nevnd - eisini umboðini hjá
Sambandsflokkinum Helgi Abra
hamsen og Edva Jacobsen - høvdu
eitt broytingaruppskot til for
mælið, sum m.a. var soljóðandi:
"Stjórnarskipanin
virðir
teir
stjórnarrættarligu sáttmálar og
avtalur, sum eru í gildi, tá hon
verður sett í verk, men staðfestir,
at føroyskir myndugleikar hava
fullan rætt til at siga hesar upp og
taka við málsræðinum."
Sambandsflokkurin tók altso
undir við hesum. Tað vóru floksins
egnu orð.
Men 20. juni 2011 segði danska
løgmálaráðið um hetta álitið, at:
"Det er endvidere Justitsminist
eriets opfattelse, at den foreslåede
nye formulering af forordet ikke er
forenelig med Færøernes forfatn
ingsretlige stilling."
Men hóast hørðu og avgjørdu
útsøgnina frá danska løgmála
ráðnum, so stóð Sambandsflokk
urin aftanfyri orðingarnar í for
mælinum.
Sambandsflokkurin læt altso
ikki danir gera av, hvat hann skuldi
halda. Flokkurin hevði sína egnu
meining. Og rós fái hann fyri tað.
Framlagda uppskotið
til stjórnarksipan
Hyggja vit so at formælinum, sum
tað nú sær út, stendur soleiðis:
"Stjórnarskipanin setur ikki úr
gildi verandi stjórnarrættarligu
sáttmálar og altjóðaavtalur, men
staðfestir, at Føroya fólk hevur
sjálvsavgerðarrætt og fullan rætt
til at siga hesar upp."
Í hoyringsskrivi frá danska
forsætismálaráðnum til hetta
upppskotið verður sagt, at: "for
slaget ikke rejser væsentlige for
fatningsretlige spørgsmål."
Danska stjórnin sigur altso nú,
at alt er í lagi, sæð við hennara
eygum.
Men nú hendir tað, sum fáur
skilir: Sambandsflokkurin fer í
svart!
Hóast orðingin er LINARI enn
hon var í 2011, og hóast danir siga
hana liggja innanfyri grundlógina
- so sigur Sambandsflokkurin nei!
Sambandsflokkurin er altso
ikki bara sambandskari, enn Sam
bandsflokkurin var í 2011. Sam
bandsflokkurin er eisini sam
bandskari enn danska stjórnin.
Tað er hetta, sum fær fólk at
hugsa um tíðina, tá Sambands
flokkurin fyri næstan hundrað
árum síðani atkvøddi ímóti, at
føroyskt mál skuldi nýtast í før
oyska skúlanum, hóast danska
stjórnin helt tað vera rætt.
Tað er eisini hetta, sum fær, ið
hvussu er meg, at hugsa, at Bárður
Nielsen roynir at seta nakað á skrá,
sum als ikki er á skrá. Nevniliga
loysing ella samband.
Men hetta snýr seg IKKI um
loysing
og
samband,
hvussu
Bárður so vendir og snarar tí.
Og fyri tað, um Bárður - fyri at
tekkjast ávísum veljarum - roynir
at seta meg fram sum garrvillan
loysingarmann, so eri eg ikki tað.
Hetta er bæði bíligt og býttisligt.
Javnaðarflokkurin hevur aldrin
verið loysingarflokkur - men
vit hava altíð ment og útbygt
ríkisfelagsskapin. Tað er eisini tað,
vit - saman við øðrum - gera við
nýggju stjórnarskipanini.
Løgni leiklutur
Sambandsfloksins
Støðan er altso tann, at Sambands
flokkurin 2011 góðtók eina orðing
í formælinum, sum danir ikki
kundu góðtaka. Og í dag kann
Sambandsflokkurin ikki góðtaka
eina orðing í formælinum, sum
danir ongar trupulleikar hava av.
Tá uppskotið við nýggja for
mælinum varð lagt fram, skrivaði
Helgi Abrahamsen heldur speisk
liga á sosialu miðlunum, at um
Tjóðveldi kundi góðtaka hesa
orðingina til formæli, so gav
flokkurin
seg
undir
donsku
grundlógina.
Men
nakrar
dagar
seinni
boðaði
leiðslan
í
SAMBANDSFLOKKINUM frá, at
HON ikki kundi góðtaka nevnda
formælið...
Hetta fær meg og onnur at
hugsa, at tað, Sambandsflokkurin
vil,
er
at
sleppa
aftur
í
skotgravirnar at rópa og klandrast
um loysing ella samband.
Tað flytir EINKI. Tað gagnar
ONGUM. Og eg rokni heldur ikki
við, at Sambandsflokkurin vinn
ur uppá tað. Fólk vilja hava kon
struktivt kjak og ítøkilig úrslit,
heldur enn meiningsleyst skot
gravakríggj.
Til endans vil eg heita á Bárð
Nielsen um at venda aftur á ta
semjusøkjandi kósina, sum flokk
urin helt, tá Kaj Leo Holm Jo
hannesen var floksins formaður
og Helgi Abrahamsen var fram
søgumaður um stjórnarskipanina.
At stríðast ímóti loysing við
støði í nýggja uppskotinum, er at
stríðast móti nøkrum, sum ikki
finst. Á tann hátt minnir Bárður
ikki sørt um Don Quijote í hesum
døgum.
Nýggja uppskotið er ikki nakað
loysingarskjal. Tað síggja øll, sum
lesa tað. Eisini danska stjórnin.
Men í uppskotinum er nógv, sum
kann flyta Føroyar fram.
Kom nú uppí tað kjakið, Bárður!
Um
ferðafólk
Birgith Clementsen
Tað sýnist fyri tíðinda, sum vit
føroyingar eru temmiliga ráðaríkir,
tá tað snýr seg um ferðafólk,
ið koma hendanvegin. Hvar er
gestablídni? Alt snýr seg um
pengar, sjálvandi ger tað tað í ein
vissan mun.
Hetta at gera tað dýrari fyri ein
ferðandi at seta seg í bussin ella í
ferguna ljóðar heldur barnsligt,
men tað sær út sum, at øll halda
tað sama.
Um eg fór til England, so hevði
eg neppa blivið spurd, hvaðani eg
var frá, og hvussu nógvar dagar
eg skuldi vera har, tí so skuldi eg
gjalda meira pening fyri at njóta
tað dagligu ferðarutuna. Sjálvandi
gjald ferðafólkini tað, tey eiga og
eisini meira, um tey leiga bussar
og aðrar fergur, tað er sjálvandi
undirorðnað, um einstøk ferðandi
koma her at síggja okkara deiliga
land í nakrar dagar skula standa
við einari sjóforkláring, áðrenn tey
sleppa í bussin ella í ferguna, tí tey
skula gjalda meira enn hini. Tað er
hol í hødið.
Tey mugu hava ein annan buss,
t. v. s. tveir bussar, tey har og vit
her, puha. Vit hava biðið tey um at
koma og síggja okkara deiliga land,
og tá tey eru komin, vilja vit hava
tey vekk aftur, tí tey lata ov lítið av
peningi eftir sær.
Og so er tað tann nýggja stjórn
arskipanarlógin, ið langar út eftir
islamskari trúgv, bannar hana við
lóg. Hvat við teimum, ið eru her
longu? Skulu tey blakast út ella
hvussu skulu tey gera tað, eg trúði
at man ikki hevði loyvi at forfylgja
nøkrum persóni vegna trúgv. Vit í
Føroyum hava havt og hava nógvar
trúðarbólkar, og eg havi ogatíð
hoyrt um nakran, ið hevur verið
bannaður. Ein er, ið eg halid átti at
verið bannaður, men hann er neppa
komin
hendanvegin
nakrantíð,
men hann er tætt upp at okkum, og
tað er sjálvandi satanforsamlingin,
ið ger seg inn á djór!
Tað er annars gott at bara
kristnir trúðarbólkar fáa loyvi
at praktisera, men vit eiga ikki
at banna fólki at hava trúgv og
spesielt trúgv, ið tey eru uppvaksin
við, tað eiga vit at acceptera og fara
væl um bæði minnilutabólkar og
størri bólkar. Vit eru øll mennisku
upp á gott og ónt, vónandi mest
gott.
Tað flytir EINKI. Tað
gagnar ONGUM. Og eg
rokni heldur ikki við, at
Sambandsflokkurin vinn
ur uppá tað. Fólk vilja
hava konstruktivt kjak
og ítøkilig úrslit, heldur
enn meiningsleyst skot
gravakríggj.