Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. oktober 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. oktober 2017 · Nr. 114 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tú veitst hvar tú hevur Sambandsflokkin Aksel V. Johannesen hevur sett seg sjálvan í eitt stórt politiskt dilemma við tí vitleysu binding, hann hevur gjørt við Tjóðveldi, og nú roynir hann so at klistra Sambandsflokkin upp í sítt lagnutunga mistak Bárður S. Nielsen formaður í Sambandsflokkinum Formaðurin í Javnaðarflokkinum er úti við einum lesarabrævi, har ið hann ger seg sjálvan til látur­ verja hjá sonevndu ”stjórnar­ skip­anini” hjá Tjóðveldi, sum Javnaðarflokkurin mátti svølgja 14. september 2015 fyri at kunna skipa eina samgongu. Somuleiðis roynir formaður Javn­aðarfloksins at reingja boð­ skap­in, sum forsætisráðharrin sendi honum tann 25. august. ”Blástemplingin” Aksel roynir at billa føroyingum inn, at forsætisráðharrin hevur blástemplað sonevndu ”stjórnar­ skipanina”. Hetta er ikki rætt. Tað sentrala í viðmerkingunum hjá forsærisráðharranum er her: “Det fremgår endvidere, at be­ stemmel­ser i forfatnings­for­slaget for­tsat giver anledning til forfatn­ ings­retlige overvejelser. Det følger af disse overvejelser, at såfremt bestemmelser i for­ fatningsforslaget ikke er for­ enelige med de retlige rammer, der følger af navnlig grund­loven, hjemmestyreloven og over­tagels­ esloven, vil forslaget i Færøernes nu­værende forfatningsmæssige situation – helt eller delvist – være uden retsvirkninger, selvom det måtte blive gennemført”. Fólkaatkvøða gevur onga meinging Eftirhondini vita øll, at sonevnda ”stjórnarskipanin” er í stríð við alla yvirskipaða lóggávu í Føroyum. Hetta hava fremstu og royndastu advokatar í Føroyum eisini víst á. Og teir heita enntá á Aksel um at leggja uppskotið í skuffuna. Væntandi er, at stórir partar av hesi sonevndu ”stjórnarskipan” verða uttan rættarvirknað, um hon verður sett í gildi. Av tí sama er eingin meining í at leggja eina ”stjórnarskipan” út til fólkaatkvøðu. Siktið við ”stjórnarskipanini” er at skapa sum mest av forvirringi um yvirskipaðu lógirnar í Føroyum. Og hjá Tjóðveldi er samfelda endamálið at seta sonevndu ”stjórnarskipanina” oman fyri Grundlógina og soleiðis sníkja loys­ ing­ina ígjøgnum. Aksel vil ikki síggja veruleikan í eyguni, og tað kann bert standa fyri hansara rokning. Tú veitst hvar tú hevur Sambandsflokkin Sjálvandi er tað harmiligt, at okkara góði gamli samstarvsflokkur, Javn­ aðarflokkurin, hevur lagt seg í føvningin á Tjóðveldi og hevur selt seg fyri eina ”stjórnarskipan”. Hetta høvdu fá roknað við. Aksel hevur sett seg sjálvan í eitt stórt politiskt dilemma við tí vitleysu binding, hann hevur gjørt við Tjóðveldi, og nú roynir hann so at klistra Sambandsflokkin upp í sítt lagnutunga mistak. Hann átti tó at vitað, at Sam­ bandsflokkurin er trúgvur móti síni stevnu og virðum. Sambandsflokkurin er tí ein­ asti garantur fyri ríkisborg­ara­ rættindum hjá føroyingum og ein­ um opnum og fríum samfelag. Vit gambla ikki við rættindum hjá føroyingum, og vit siga sann­ leikan akkurát, sum hann er: so­ nevnda ”stjórnarskipanin” er leiðin fram móti loysingini, og henni er als ikki brúk fyri. Tú veitst, hvar tú hevur Sambandsflokkin. KJAK Hann átti tó at vitað, at Sam­bandsflokkurin er trúgvur móti síni stevnu og virðum Minnist til haldaragjaldið Boks 76, FO-110 Tórshavn