Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-09, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. oktober 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 9. oktober 2017 · Nr. 117 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTT SØGD Sigursrøðin hjá VB og Kyndli heldur fram, og nú hevur VÍF eisini hug at bjóða av. Jórun Mørkøre syrgdi fyri føroyskum gulli í USA, og so var Torkil Veyhe heima og vann hattrikk í FM Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Ísland er á gáttini til at spæla seg í sítt fyrsta HM- endaspæl í søguni hjá íslendskum landsliðsfótbólti. Liðið, sum tók øll á bóli í seinasta EM-endaspæli, vann fríggjakvøldið greitt 3-0 á útivølli ímóti Turkalandi. Ísland fekk góða hjálp frá Finnlandi, sum við einum útjavnandi 1-1-máli í yvirtíðini ímóti Kroatia var við til at senda Ísland upp á eitt einsamalt fyrstapláss. Ísland kann nú sjálvt avgera tað við heimasigri ímóti Kosovo í kvøld, men ein javnleikur og eitt tap kann eisini vera nóg mikið, um nú úrslitini laga seg til fyrimuns fyri Ísland. Í ringasta føri gerst Ísland nummar tvey, og skuldi tað hent, so sleppur Ísland í playoffs – ein dyst um at sleppa í HM. Danmark hevur tryggjað sær víðari luttøku í HM- undan­kappingini. Teir slep­pa tó ikki beinleiðis til HM-enda­spælið, tí eftir 1-1-javnleik ímóti Rumenia í gjár, blíva teir nummar tvey í bólkinum og skulu spæla playoffs-dystir. Tað er enn ikki greitt, hvørjum Dan­mark skal møta, og tað er heldur ikki enn greitt, um teir verða styrkismettir og harvið fáa ein fyrimun. Eitt annað norðurland er eisini ávegis til endaspælið ella playoffs. Tað er Svøríki, sum leygardagin vann heili 8-0 ímóti Luksemburg, og í seinasta dystinum í morgin fer á vitjan í Hollandi. Har verður neyðugt av at fáa stig og hjálp frá øðrum, um teir skulu gerast nummar eitt í bólkinum, men tað er framvegis góður møguleiki fyri, at teir røkka playoffs. HB hevur sett ein nýggjan høvuðsungdómsvenjara. Jan Mølvad Laursen tekur við starvinum eftir Milan Cimbur­ovic, sum hevur verið høvuðs­ungdómsvenjari har seinastu seks ár­ini. HB-heima­síðan skriv­ar, at tað er ynski um at fáa fót­ bólts­menn­ing­ina hjá bæði gent­um og dreingj­um í Havn­ar Bóltfelag uppá eitt enn hægri støði komandi árini, og at tey meta Jan vera væl skikkaðan til hesa uppgávu. Hann hevur UEFA A-venjaraprógv, og hev­ur drúgvar royndir sum venjari bæði á dreingja- og gentu­ síðuni. Hann er eisini venjari hjá U17-landsliðnum hjá gent­um. BILLARD Haldor Holm Cup hevur verið spælt um vikuskiftið, og har gjørdist úrslitið tað, at Jákup L. Baldvinsson vann kappingina frmmanfyri Jens Kjartan Feilberg. Jákup fekk heili 41,05 eygu í miðal, meðan Jens Kjartan fekk 24,5 eygu í miðal. Triðbestur var Jógvan Jørgensen (22,8), fjórðbestur var Kristian S. Høgnesen (22,76) og fimtbestur var Per Hansen (22,75). Haldor Holm Cup er ein steypakapping fyri fimm teir bestu leikararnar frá farna kappingarári. Haldor Holm var ein bakari í Klaksvík, sum veruliga brendi fyri billard. Fyrsta kappingin var hildin í 1989. HONDBÓLTUR Neistin og Team Klaksvík eru fyribils tey bæði liðini, sum geva verandi meistarunum úr H71 harðastu kappingina í FTZ-deildini hjá monnum. Hoyvíkingar hava ikki spælt hetta vikuskiftið, men á Hálsi var grannauppgerð ímillum Neistan og Kyndil. Her vann Nestin 23-19 eftir at hava verið á odda 12-9 í hálvleikssteðginum. Rasmus Søby var toppskjútti hjá Neistanum við níggju málum, meðan Tummas Pauli Hanusarson var besti skjúttin hjá teimum grønu við sjey málum. Í Kollafirði megnaði Team Klaksvík at halda fast í sigursrøðini við einum 23-21-sigri eftir hálvleiksleiðslu áljóðandi 12-9. Sámal á Tjaldrafløtti skeyt sjey mál fyri gestirnar, og tað sama gjørdi Hans Eli Sigurbjørnsson fyri heimaliðið. Triði dysturin var í Vestmanna, har VÍF vann 36-32 ímóti StÍF, sum annars var á odda 18-16 í hálvleikssteðginum. Filip Jojic var greitt besti leikarin hjá VÍF við 11 málum, meðan Sveinur Justinussen skeyt átta mál fyri strandingar. Úrslitini hava við sær, at Neistin og Team Klaksvík hava vunnið seg upp á seks stig, sum er tað sama sum oddaliðið H71. H71 hevur tó spælt ein dyst færri. Í botninum hevur KÍF framvegis einki stig fingið eftir fýra dystir, meðan Kyndil eisini stríðist og hevur tvey stig fyri teir fyrstu fimm dystirnar. Í Hvonndeildini hjá kvinn­ um hevur spenn­ing­urin hug at økjast, har VÍF við greiðum 32-14-sigri ímóti StÍF framvegis hevur fult stigatal eftir tríggjar dystir, og nú einans er eitt stig aftanfyri oddaliðini, Kyndil og VB. Liljan Djurhuus heldur fram við málskjótingini. Hon skeyt 12 mál ímóti StÍF, har Rebekka Poulsen var besti skjútti hjá StÍF við fimm málum. Grannuppgerðina á Hálsi ímillum Neistan og Kyndil vann Kyndil 26-19 eftir at hava verið á odda 13-8 í hálvleikssteðginum. Turið Arge Samuelsen var toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum, meðan Marjun F. Danberg skeyt fimm mál fyri Neistan. Í Klaksvík vann VB greitt 32-18 ímóti Stjørnuni eftir hálvleiksstøðuna 14- 9. Mathilde M. Pedersen var toppskjútti hjá VB við átta málum, meðan Jansy Jacobsen og Katrin Bertholdsen skutu hvør síni fýra mál fyri Stjørnuna. Kyndil og VB eru oddalið við sjey stigum, eitt stig frammanfyri VÍF, ið tó hevur spælt ein dyst færri. Í botninum hava H71, Stjørnan og StÍF síni fyrsti stig tilgóðar. STYRKI Føroyska Jórun Larsen Mørkøre hevur um vikuskiftið luttikið í kapping í býnum New Haven, sum er í statinum Connecticut í USA. Hetta var ein sokallað VNBF Pro Qualifier, ið er ein undankapping til HM í Body Building, sum verður í Boston í Massachusetts 18. novembur í ár. Jórun gjørdist nummar eitt í hesari kappingini, og sleppur hon tískil nú eisini til HM í body building. SÚKKLING FM í súkkling á landavegi varð fyriskipað hósdagin, fríggjadagin og leygardagin, og ikki óvæntað var tað Torkil Veyhe, sum fór avstað við einum FM-hattrikki. Torkil, sum dagliga súkklar hálva tíð við danska liðnum ColoQuick-CULT, vann býarkoyringina í hjartanum av Havnini hóskvøldið, og fríggjadagin vann hann einkultstartin í sannførandi stíli. Súkklað varð niðan á Sornfelli, og tíðin hjá Torkili á hesum 10 kilometrar langa teininum var 27 minuttir og 25 sekund. Næstbestur var fjallasúkklarin búsitandi í Danmark, Helgi Winther Olsen, við tíðini 30.44, og triðbestur var Gunnar Dahl-Olsen við tíðini 32.36, ið einans var fýra sekund betri enn Jan Hjaltalin Olsen. Leygardagin var landavegsteinurin á skránni, og her fullførdi Torkil sítt hattrikk við at vinna frammanfyri Helga Winther Olsen og Jan Hjaltalin Olsen. VB OG KYNDIL ERU ÓSIGRAÐ