mánadagur 9. oktober 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. oktober 2017 · Nr. 117
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Tað var gleimur og kæti, tá ið
dómarin bríkslaði fyri síðstu
ferð í FM finaluni millum
kvinnurnar í EBS/Skála og
KÍ.
Talvan vísti 2-2, og harvið
er EBS/Skála føroyameistari
í 2017. Hetta er merkisvert,
tí síðani 2000 er tað bara KÍ,
sum hevur vunnið FM.
Pallurin var framúr í
góðveðrinum á nýggja vølli
num í Hólmanum á Eiði.
Áskoðarafjøldin var sjáld
sama stór, tá ið talan var
um kvinnudyst, og rómur
in og fagnaðurin millum
heimafólkið mundi ongan
enda tikið, nú tað var greitt,
at EBS/Skála á fyrsta sinni
hevur vunnið steypakapp
ingina og á fyrsta sinni
meistaraheitið
og
harvið
greipuna.
Fýrverkið dundi og glitr
aði, tá ið nýklaktu meistarar
nir við gullkrónum um hálsin
sungu Vit eru greipuvinnar
ar og We are the champions
sum um, at hetta høvdu tær
so ofta roynt áður.
Liðformaðurin Ansy Sev
dal, sum hevur verið drív
megin á miðvøllinum, var
ógvuliga fegin, tá ið hon
hevði tikið ímóti steypinum,
og tað var ikki frítt, at tárini
runnu:
-Hetta havi eg droymt
um, síðani eg fór at spæla
fótbólt fyri nú nógvum ár
um síðani. Vit hava ikki so
nógvar royndir at spæla
so týdningarmiklar dystir,
og kanska vóru vit fyrstu
løtuna darvaðir av nervum.
Men tá ið tær høvdu lagt
seg framum, var tað ikki
annað at gera hjá okkum
enn at knýta nevarnar og
stríðast og kempa alt tað,
sum vit megnaðu, og tí betur
eydnaðist tað longu undan
steðginum at javna. Hóast
vit løgdu okkum framum,
so svaraðu tær aftur stutt
undan leikloki, og tá stóð
nógv á. Tað ráddi um at
sparka bóltin so langt burt
ur, sum tað bar til, og tað
kendist so sera væl, tá ið
dómarin bríkslaði fyri síðstu
ferð, og tað var greitt, at vit
høvdu koppað KÍ, sum hevur
vunnið FM øll árini síðani
2000, sigur Ansy Sevdal.
Gongdin
Malena Josephsen legði seks
minuttir undan steðginum
KÍ framum, tá ið hon dygst
undir
málinum
og
við
handara stólpa stýrdi bóltin
í málið, eftir at Rannvá B.
Andreasen hevði lagt innfyri
við frísparki úr høgru.
Lítla løtu undan steðgi
num javnaði Heidi Sevdal.
Hon sneiddi úr vinstru og
framvið tveimum, áðrenn
hon sendi bóltin í handara
síðunetið.
Tá ið tað restaði eitt lítið
korter var Heidi Sevdal aftur
uppá spæl. Í kapprenning
við KÍ málverjan var hon eitt
vet fyrri á bóltinum, sum
hon prikaði framvið mál
verjanum og síðani trillaði í
tóma málið.
Tá sá alt út til at vera
avgjørt, men KÍ vildi ikki
geva
skarvin
yvir.
Fýra
ferðir hevði KÍ havt bóltin
á stólpanum aftanfyri mál
verjan hjá EBS/Skála, áðr
enn tað eydnaðist at javna.
Rannvá B. Andreasen setti
úr stuttari fjarstøðu bóltin í
málið. So var trýstið stórt á
heimamálið, men tað eydn
aðist EBS/Skála at sleppa
undan trýstinum og harvið
at vinna FM heitið.
Ætla at svara aftur
KÍ kvinnurnar vóru vón
brotnar, nú tær eftir at hava
vunnið FM øll árini síðani
2000 – tað er heimsmet at
vinna meistaraheitið seytjan
ferð á rað – stóðu eftir við
ongum. Men tær ætla ikki at
gevast:
-Vit vistu, at einaferð fór
sigursrøðin hjá okkum at
enda. Vit høvdu tó fegnar
heldur viljað, at tað var eftir
átjan og ikki eftir seytjan FM.
Vit eru so ofta spurdar, um
tað er eins stuttligt at vinna
FM hvørja ferð. Nú kunnu vit
siga, at tað er einki stuttligt
at tapa, sigur veteranurin
og liðformaðurin Malena
Josephsen,
sum
skoraði
fyrra KÍ málið, og sum síðstu
løtuna fyri tað mesta var í
brotsteiginum hjá mótstøðu
liðnum, tá ið tað hjá KÍ snúði
seg um at skora sigursmálið.
-Hvørki vit ella onnur eru
greið yvir, hvat tað er fyri
avrik, vit hava megnað øll
tey undanfarnu árini í hesi
øldini. Fleiri av teimum, sum
vit spæla saman við, vóru
ikki føddar, tá ið vit vun
nu FM fyri fyrstu ferð. Nú
ræður tað um hjá okkum
at halda fram við at menna
liðið. Tað verður kanska lætt
ari, enn tað hevur verið, tá ið
tað støðugt hevur snúð seg
um at verja FM heitið, sigur
Malena Josephsen.
Ætlar tú tær at gevast nú?
-Tað er eingin orsøk til
tað. Hóast eg eri fjøruti ára
gomul, so kenni eg meg væl
á vøllinum, og eg haldi meg
klára meg væl. Vit fara nú at
fyrireika okkum at vera við
í kappingini um FM heitið
næsta ár.
Í KÍ leguni bar ikki til at
seta fingur á hugburðin og
avrikið uttan tað, at margi
nalirnir vóru ikki við á tann
hátt, at bólturin fleiri ferðir
var á træverkinum kring
málið hjá mótstøðuliðnum.
Lyklastøðan,
sum
var
orsøk til, at 2-2 ikki bar átjan
da FM heitið við sær, var, tá
ið KÍ næstsíðsta sunnudag
tapti 4-0 á heimavølli ímóti
HB.
Gyltu málini
Eftir kappingarlok siga
hagtølini á faroesoccer, at
Heidi Sevdal tilsaman hevur
skorað 200 mál í landskapp
ingini, síðani hon í 2005 fór
at spæla í fremstu deildini.
Tá umboðaði hon GÍ. Síðani
hevur hon umboðað NSÍ
í 2006, B36 í 2007 og 2008,
Víking í 2009-2011, HB 2012-
2016, og í ár hevur hon spælt
við EBS/Skála, og tað er
eingin ivi um, at hon eigur
sín stóra lut í, at tað nú
eydnaðist at vinna FM heitið.
Máltindurin
sigur,
at
Heidi Sevdal í landskapping
ini hevur skorað 33 mál. Hon
er sannførandi toppskjútti.
Tær báðar næstu á talvuni
eru KÍ veteranarnir Rannvá
B. Andreasen og Malena
Josephsen, sum hava skorað
ávikavíst 19 og 15 mál.
Toppskjúttin og tvífaldi
málskjúttin var ovurfegin
góðveðursløtuna í Hólma
num, tá ið sólin serliga skein
á gullið og skreytið hjá
greipuvinnarunum:
-Eg havi við fleiri liðum
verið við til at jagstra óføru
KÍ kvinnurnar. Tað er ongan
tíð eydnast fyrr. Nú eru
vit
bæði
steypavinnarar
og meistarar og kenslan er
framúr. Eisini rokni eg við, at
tað fer at hava týdning fyri
kvinnufótbóltin, at vit nú
hava vunnið greipuna, tí nú
síggja hinar, at tað ber til hjá
øðrum liðum enn KÍ at vinna
FM. Tað eigur at bera við sær,
at kappingin verður javnari,
enn hon hevur verið, heldur
Heidi Sevdal.
Venjarin mynstrar av
Felagsliðið hjá EBS/Skála er
mannað við spælarum, sum
eru millum 15 og 29 ár. Nítjan
ára gamla Durita Humme
land hevur verið við í átjan
av tjúgu landskappingar
dystum.
Hon
fegnast
um
FM
heitið, og hevur gott mót um,
at EBS/Skála eisini næsta
ár fer at vera við í topp
stríðnum:
-Síðani vit løgdu saman í
2013, hevur dreymurin verið
at koppa KÍ, og nú eydnaðist
tað. Hetta er ikki runnið upp
fyri mær enn. Eg veit ikki
um nakra, sum ætlar sær
at gevast, so vit rokna við
framvegis at hava nógvar
spælarar og gott lið, sigur
Durita Hummeland.
Næsta summar hevur
nýggja
meistaraliðið
møguleika at royna seg
í europeisku meistara
kappingini.
KÍ
er
einasta liðið yvirhøvur í
Europa, sum á hvørjum
ári hevur verið við í
kappingini.
Tað er greitt, at
nýggjur venjari verður við
róðrið næsta ár og harvið
eisini, tá ið EBS/Skála fer at
spæla í altjóða kappingini.
Tvey tey seinastu árini
hevur Erik Ernesto Nielsen
verið venjari. Á heysti í 2015
varð hann settur í venjara
starvið í tvey ár. Málið var
at arbeiða fram ímóti, at
EBS/Skála skuldi vera við í
kappingini um FM og at vera
partur av steypafinaluni.
Nú bæði málini eru rokk
in, er tað greitt, at venjarin
fer ikki at halda fram:
-Saman við familjuni flyti
eg av landinum nú. Tí er tað
greitt, at tað verður onkur
annar, sum næsta ár verður
venjari hjá EBS/Skála, sigur
Erik Ernesto Nielsen.
-Avbjóðingin hjá mær hev
ur verið at fáa spælararnar
at trúgva uppá, at tað bar til.
Í vikuni uppundir avgerandi
FÓTBÓLTUR
GREIPAN
HONGUR NÚ Í
SUNDALAGNUM
Mál nummar tvey hundrað var gullmálið hjá Heidi Sevdal, ið er
suverenur toppskjútti hjá greipuvinnarunum, sum næsta summar
fara at royna seg í europeisku kappingini - við nýggjum venjara