mánadagur 9. oktober 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. oktober 2017 · Nr. 117
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge – Budapest
Tað var gott lag í flúgvara
num, tá føroyska landsliðið
saman við áskoðarum og
leiðslunum
í
føroyskum
feløgunum fór til Budapest
leygarkvøldið, eftir dystin
móti Lettlandi. Sjey spælar
ar vóru í vanda fyri at fáa
leikbann, men ongin teirra
fekk kort. Tí ert tað ein
fullmannaður hópurin við
millum annað Fróða Benja
minsen, sum nú fyrireikar
seg til landsdystin móti
Ungarn, sum verður týsk
vøldið.
Stríðsmaðurin á landslið
num spælir sín fyrsta lands
dyst í 1999, tá Føroyar spæla
venjingardyst móti Íslandi.
Hann takkaði fyri seg eftir
EM 2016 undankappingina,
tí ein skaði gjørdi um seg.
Síðani fóru søgurnar at
ganga, at toftamaðurin var
sloppin av við skaðan og nú
aftur er tøkur. Lars Olsen
tók hann við og Fróði Benja
minsen er enn partur av
landsliðnum.
-Eg eri glaður fyri, at eg
tók avgerðina um at halda
fram, tí hetta hevur verið ein
stuttlig undankapping, men
eg haldi eisini at tíðin skjótt
er búgvin til, at onkur ungur
sleppur framat, sigur Fróði
Benjaminsen.
Hann vil tó ikki siga, um
hann gevst á landsliðnum
eftir dystin í Ungarn í annað
kvøld.
Samrøða við Fróða
Benjaminsen
Hví byrjaði tú aftur?
FB: Tað gekk so mikið væl
at koma fyri seg við skaða
num, at tá boð vóru aftur
eftir mær, so helt eg at eg
skuldi taka av, tí tann mátin
eg gavst upp á var øgiliga
keðiligur
fyri
mítt
við
komandi. Og tað er ein av
gerð eg eri glaður fyri. Tað er
serliga mátin vit spæla upp
á, sjálvt um tað eru úrslitini,
sum hava alt at siga. Men í
seinastuni hava vit fingið
nógv av stigunum í dystum,
har vit hava stýrt og tað er
uppiborið at vit vinna.
Hevur tú nakrantíð kent á
tær, at tú ikki klárar at fylgja
við meir?
Eg hugsi ikki so nógv um eg
klári meg væl ella ikki. Eg eri
við og geri mítt besta og so er
tað upp til landsliðsvenjaran.
Higartil hevur tað verið, at eg
havi spælt, men eg veit eisini,
at fyri hvørt ár sum gongur,
so blívur tað truplari. Vit
hava eisini fleiri spælarar
uttanlands, so kappingin um
plássini blívur eisini harðari
og harðir. Tað eru nógvir
góðir spælarar og teir eru til
reiðar at taka yvir eftir mær.
Hevði tú tolt ein leikult, har tí
partur minkar so hvørt?
Tað má eg siga nei til. Eg
havi sett mær fyri, at eg
sjálvur skuldi finna hurðina.
Kanska er tann tíðin komin
nú, tá alt gongur væl og tú
ert partur av hópinum. Tað
er altíð brúk fyri royndum
á einum liðið, men eg haldi
eisini at teir spælararnir eru
har í dag. Eg havi ikki hug at
sita uttanfyri til síðst.
Gevst tú eftir hendan dystin?
Tá eg gavst, so gjørdi eg tað
eisini uttan stórvegis hóva
sták og soleiðis verður tað
eisini hesaferð. Tú fær meg
ikki at siga um tað verður nú
ella ikki, men eg havi tikið
eina avgerð.
100 – sigur tað tær nakað?
Nei, tað er ikki nakað eg
hugsi um, men eg haldi at eg
veit at tú meinar hundrað
dystir. Sjálvandi ljóðar tað
spennandi, men tá tú hevur
verið so nógv vekk við lands
liðnum í so nógv ár, so skalt
tú hava eitt ótrúliga gott
bakland.
Børnini
krevja
eisini sítt og tú kanst ikki
vera til kappingar og annað
hjá teimum. So tað er ikki
akkurát tann partin eg hugsi
so nógv um.
trondur@sosialurin.fo
Upptakt:
ILT AT GITA LIÐIÐ
Tað er torført at gita liðið hesa ferð, tí Lars Olsen tykist ikki hava tikið eina avgerð um hvussu hann vil spæla. Hallur
Hansson og Sonni Ragnar Nattestad eru eymir, eftir at hava sitið uttanfyri við skaða, men kunnu spæla. Hinvegin,
so vil Lars Olsen ikki trýsta teir í støður, sum kann ganga útyvir leiklutin í feløgunum hjá teimum.
Lars Olsen sigur eisini, at hann kundi funnið upp á at spælt við trimum í miðverjuni, tí hann væntar at Ungarn spælir við tveimum áleyparum.
Tað tykist fyri vist, at Róaldur Jakobsen ikki byrjar, tí hann er nokk tann spælarin, ið tolir ringast at spæla tveir dystir upp í slag.
Ein gitin kundi verið, at verja verður broytt og Odmar Færø og Rógvi Baldvinsson koma inn fyri Sonna Ragnar Nattestad
og Róald Jakobsen, meðan møguleika René Shaki Joensen kemur inn á miðjuna fyri Hall Hansson.
FRÓÐI VIL
EINKI SIGA
Metmaðurin á føroyska landsliðnum, 39 ára gamli Fróði Benjaminsen, spældi leygardagin sín
93. landsdyst. Hann er fyrr bæði givin á landsliðnum og sum spælari, men fegnast um at hann
hóast alt helt fram. Spurningurin er so, um hann spælir sín seinasta landsdyst nú?